Tey fýra mansliðini skulu øll í dystin um vikuskiftið. Mjølnir, sum liggur væl fyri, skal í Havn spæla móti Fleyr leygardagin, og tað er ein dystur, sum Mjølnir skal vinna, um teir vilja liggja við heilt frammi.
Tað er tó ikki bara sum at siga tað. Hóast Fleyr helst er dragnað ov langt aftur, so hevur liðið, síðani tað varð styrkt við spælarum úr Fram, prógvað, at teir kunnu spæla øllum eitt puss, og tað ætla teir ivaleyst eisini í dystinum móti Mjølni.
Sunnudagin verður so oddabrak á Kambsdali, tá SÍ vitjar hjá ÍF. Hevur Mjølnir tá vunnið sín dyst í Havn, so bendir alt á, at teir skulu kappast um FM-heitið við vinnaran av dystinum á Kambsdali.
SÍ í síðulinjuni
Hjá kvinnum verður oddaliðið bókstaviliga á síðulinjuni um vikuskiftið.
SÍ er nevnliga dómari í øllum teimum trimum dystunum, sum verða spældir hetta vikuskiftið.
Her veðrur stóri spenningurin helst, um ÍF megnar at taka stigini við sær, tá tær vitja í Trongisvági hjá TB. Ein dystur, sum kann lyfta ÍF heilt nær SÍ. Aðra staðni vitjar Dráttur hjá Fleyr, meðan Mjølnir á heimavølli tekur móti KÍF.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Coca Cola kappingin
Kvinnur
Dagur Klokkan Dystur Dómarar
09.02 13.3
0 Stjørnan-Kyndil SámalPaulason & Kári Hansen
Menn
09.02 16.00 StÍF-Kyndil Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
09.02 14.00 Fleyr-Dráttur SÍ
10.02 14.00 Mjølnir-KÍF SÍ
10.02 15.00 TB-ÍF SÍ
Meistaradeild menn
09.02 16.00 Fleyr-Mjølnir ÍF
10.02 18.00 ÍF-SÍ Mjølnir