tað sum nevnt á Toftum at ein kann sleppa av við hesi skinnini. 14 kr. Tá ein saltar skinn skal sjálvandi salt til. Og tá ein so selur skinnini, er altíð ein spurningur um, hvat fæst fyri tey. Sum skilst [...] Tað er altíð betri at selja tey, enn bara at koyra tey í ein bingju! Hetta við at handfara skinnini er nakað sum Dávur Emil er vanur við heilt frá barnsheini. Pápi hansara plagdi tá at rota skinnini til [...] og nú varð saltið rist av, áðrenn tey verða lempað upp í ein lastbil. Ætlanin er so at fara út til Alberg við skinnunum seinni um dagin. Sum skilst tekur Alberg ímóti skinnunum frá kl. 15 og nakað úteftir
Føroyar ikki at vera við, kann Danmark taka fyrivarni, so sáttmálin ikki fevnir um Føroyar. Ynskiligt er tó, at ikki er neyðugt við fyrivarni, men at sáttmálin kemur í gildi í Føroyum samstundis sum í Danmark [...] hugsan, at eitt brek ikki bara er ein spurningur um einstaka persónin, men um hansara møguleikar í samfelagnum, hann er í. Um øll dugdu teknmál, var tað ikki so stórt brek at vera deyvur, til dømis. Um tað [...] sjálvsagt. Tað merkir eisini, at so hvørt sum livikor sum heild batna í einum landi, eigur samfelagið at taka neyðug stig til, at eisini tey við breki fáa lut í hesi framgongd. Sum nevnt hevur løgmaður boðað
parlagið, so hava tey prógvað, at tey klára skerini, so hvørt sum tey koma. Við lítla Korneliusi er kærleikin teirra millum bara vaksin, og hóast nógv mundu ivast, áðrenn barnið varð føtt, so hava ungu [...] foreldur. Robert, sum er 22 ára gamal, tekur ábyrgdina sum familjumaður í stórum álvara, og hann fer nú í gongd við at gera útbúgvingina sum IT-verkfrøðing lidna, soleiðis, at hann kann taka sær av familjuni [...] er jú dýrt at hava eitt lítið barn, sum hann sigur. Sissal kann njóta at vera heimagangandi mamma nakað afturat, men eisini hon hugsar um útbúgving. Hon var í læru sum frisør, tá hon fór við í Big Brother
sama, men tó helst ikki so greflig sum fyri Norðsjógvin, tí tað eru helst fá havøki í heiminum, sum verða so trároynd sum Norðsjógvurin. Skøta - eitt viðkvæmt fiskaslag Vanliga kann fiskiskapur ikki útrudda [...] havtaska og kalvi sløðast eisini í millum. Tvær reyðsprøkur og ein tunga eru eisini at síggja í rúgvuni. Og so er tað alt hitt, sum fer útaftur, men sum menn ikki reiðiliga geva sær far um. Har er trantkongafiskur [...] allir afturi í trolposanum. Har verða teir stúgvaðir saman við hinum botnfiskunum, sum vóru so óhepnir, at svimja júst har, sum trolið kom. Eftir tveimum tímum, verður trolið drigið upp, og menninir á dekkinum
allir bilarnir til til dømis Noreg, Svøríki, Danmark, Føroyar, Ísland og so framvegis avskipaðir í Malmö. Og her fer so at vera ein Toyota høvuðsgoymsla. Men Eivind av Reyni metir ikki, at tað fer at loysa [...] Hetta verður ikki nakað, sum fer at henda soleiðis alt fyri eitt. Tær flestu bilasølurnar hava tikið hædd fyri hesum síðani fyrst í árinum, og tí kemur ein ikki at merkja tað so væl, greiðir Eivind av Reyni [...] á bilasøluni Reyni Service. ? Hvussu nógv tað verður í prosentum, dugi eg ikki at siga enn, men ein kann vænta, at tað fer at liggja ímillum 10 og 15 %. Ikki alt í senn Men tó skulu føroyingar og danir
Ongin skaði var komin á bilarnar, so løgreglan rullaði bara bilarnar til síðis, so teir ikki tarnaðu ferðsluni. Næsta fráboðanin kom eitt sindur í sjey, tá enn ein bilur stóð soleiðis fyri í Nólsoyar [...] morgun, og halda seg vita, at bilurin ikki stendur í sama stað, ið hann varð settur í gjár, so kann tað væl vera nakað um tað. Í nátt varnaðist fólk nevniliga, at bilar ymsastaðni í Havnini stóðu heldur [...] fáa fatur á eigaranum, ið flutti bilin. Á løgreglustøðini verður mett, at talan helst er um onkran, sum í fyllskapi hevur sett seg inn í ólæstar bilar, slept hondbremsuni og rulla teir út á vegin.
ikki so fræg ? havnarútbyggingin varð ikki framd tá ? so skipið fekk ikki lagt at bryggju. Tískil varð bilurin førdur í land á einum prámi og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn. Tað varð sum vera man s [...] síðani. Men siðsøguliga sæð, so er lítið gjørt burtur úr bilinum ? bæði tá hugsað verður um tann framburð, sum bilurin hevur havt við sær, og tá hugsað verður um bilin sum mentanarbera. Nógv er sagt og [...] stórhending í Havn, at ein bilur kom í land, tí havnarfólk høvdu ikki sæð bil áður. Hestavognar vóru í Føroyum tá, men teir vóru kortini ikki so nógvir í tali, og valla hava nógvir hestavognar verið í Føroyum
soleiðis at komast kann úr hesum trupulleikanum. - Er vanlig fyrningarfreist galdandi, og tað vita vit ikki eingongd um tað er, so er firningin fimm ár. Hetta merkir, at tað í dag bara eru teir bilarnir [...] Tað harmar okkum almikið at almennur stovnur TAKS skal vera við til at skapa split og oyðileggja góða samskiftið, sum vit hava við okkara góðu trúføstu kundar. Tað sigur Eivind av Reyni, annar stjórin [...] men nú hevur TAKS svarað kundanum, at hann skal venda sær til bilasøluna. Samstundis sum kundin verður beindur ein og annan veg, gongur tíðin, og firningin nærkast. - Tað kennist ikki serliga væl dagliga
r, sum í summum førum kann vera ivasamt. ? Tað er ofta sama søga man fær um fortíðina hjá teimum ymisku bilunum. Oftast hava teir bara havt ein eigara, og ofta skal hetta vera onkur gomul kona, sum bara [...] vansar, sum eru við at keypa innfluttu bilarnar. ? Summi av teimum, sum keypa ein innfluttan bil, gera rættiligt kvetti. Eingin ivi um tað. Men tey minni hepnu keypa ein bil sum vísir seg at vera niðurslitin [...] lata sama prís fyri ein bil, sum vit ikki kenna søguna hjá sum fyri ein bil, sum vit sjálvi hava selt. Tann kjansin eru vit ikki til reiðar at taka. Hann skilir tó væl, at tey, sum eru til reiðar, taka
Størsta týska dagblaðið, Bild, gav øllum, sum vóru á vøllinum mikukvøldið skoðsmál. Eitt talið, sum stendur fyri avrik í heimsflokki, fekk eingin. Einasti spælarin, sum varð mettur til eitt tvey tal, var Jákup [...] fótbóltsliðið, sum vit nakrantíð høvdu spælt ímóti. Mett yvir allar 90 minuttirnar, so haldi eg, at okkara lið spældi betri á Svangaskarði ímóti Skotlandi, sigur Jákup Mikkelsen, sum mikukvøldið vísti [...] landsliðnum kann sammetast við fyri fýra árum síðani, tá hann helt málið reint í Litava. Hesa ferð var tað á útivølli ímóti týska fótbóltsrisanum, og tað vakti ans, at føroyingar høvdu so góðan málverja: