Bilasølan: Summir eru niðurslitnir

- Ert tú heppin ber til at gera kvetti. Ert tú minni heppin kanst tú standa við einum innfluttum bili, sum ikki er helvtina av keypsprísinum verdur. Tí ráða vit til heldur at velja tryggu loysnina og keypa ein bil, sum hevur koyrt í Føroyum, sigur Jákup Olsen, sølumaður á Bilfríðkuni

 

Á Bilfríðkuni í Havn, ið millum annað selur BMW bilar, ávara tey fólk um teir vansar, sum eru við at keypa innfluttu bilarnar.

 

? Summi av teimum, sum keypa ein innfluttan bil, gera rættiligt kvetti. Eingin ivi um tað. Men tey minni hepnu keypa ein bil sum vísir seg at vera niðurslitin. Tí er tað neyðugt, at fólk eru tilvitað um tann vandan, sum liggur í at keypa ein bil beinleiðis úr Týsklandi. Tú kanst ongantíð vera vísur í, hvat tú fært. Vit hava sæð nakrar av óhepnu keyparunum á verkstaðnum hjá okkum, sigur Jákup Olsen, sølumaður á Bilfríðkuni.

 

Ein BMW bilur verður mettur at eiga at kunna koyra 800.000 kilometrar eftir góðum vegi, uttan at fáa trupulleikar við motorinum. Teir bilarnir, ið verða innfluttir til Føroya hava sjáldan koyrt serliga nógv og áttu tí at havt nógvar kilometrar eftir í sær.

 

? Men onkuntíð hava vit sæð bilar, har kilometurteljarin bara stendur á 100.000, men har motorurin týðuliga er niðurslitin. Við røttu útgerðini ber til at broyta kilometratalið á kilometurteljaranum, og tað verður gjørt, sigur Jákup Olsen.

 

Innflytararnir eru erligir

 

Hann hevur tó ongan illgruna um, at føroysku bilainnflytararnir ikki eru reellir. Hann er ikki í iva um, at teir royna at innflyta teir best viðfarnu bilarnar. Tað er hvat hendir við bilinum, áðrenn teir verða seldir til føroysku innflutningsfyritøkurnar, sum í summum førum kann vera ivasamt.

 

? Tað er ofta sama søga man fær um fortíðina hjá teimum ymisku bilunum. Oftast hava teir bara havt ein eigara, og ofta skal hetta vera onkur gomul kona, sum bara hevur brúkt bilin til sunnudagstúrar. Tí vísir kilometurteljarin ikki meir enn 100.000 kilometrar á seks ára gamla bilinum, fær man at vita. Tá so umtalaði bilurin hevur 17 tumma sportfelgur og tónaðar rútar, kann man av røttum byrja at ivast í, um alt ruggar rætt við søguni hjá seljaranum, nevnir sølumaðurin á Bilfríðkuni sum dømi.

 

Í Týsklandi, haðani flestu av innfluttu bilinum koma, er vanligt at fólk koyra í bili langt millum heim og arbeiðspláss og ofta fara langar túrar ígjøgnum Europa við bilinum. Og á týsku motorvegunum har ein góður BMW, Mercedes ella Volkswagen lættliga kann koyra 200 kilometrar um tíman er skjótt at kilometrar leggjast aftur at teljaranum.

 

? Tú sært ikki á einum góðum bili, at hann hevur koyrt kanska 600.000 kilometrar á týsku motorvegunum. Hann sær væl út, hevur ongan rust, men motorurin kann vera niðurslitin. Og tá ein slitin motorur knappliga skal brúkast til at koyra niðan ígjøgnum tær føroysku brekkurnar, so er skjótt at tað gevur trupulleikar.

 

Føroysku bilarnir fáa hægri prís

 

Bilfríðkan hevur selt støðugt flkeiri bilar seinnu árini, og grundað á tað metir Jákup Olsen ikki, at stóri innflutningurin av millum øðrum BMW bilum seinnu árini hevur ávirkað søluna av nýggjum bilum.

 

? Har er tíbetur rættiliga stórur munur á einum nýggjum BMW samanborið við ein seks ára gamlan. Og tí velja tey, sum hava ráð til tað, at keypa sær nýggja modellið.

 

Á Bilfríðkuni hava tey onkuntíð tikið brúktar týskar bilar inn í býti, tá fólk hava keypt nýggjan bil. Men bilasølan letur væl lægri prís fyri innfluttar bilar enn fyri bilar, ið hava koyrt allar sínar kilometrar í Føroyum, og tí velja tey flestu sjálvi at selja bilarnar.

 

? Vit kunnu ikki lata sama prís fyri ein bil, sum vit ikki kenna søguna hjá sum fyri ein bil, sum vit sjálvi hava selt. Tann kjansin eru vit ikki til reiðar at taka.

 

Hann skilir tó væl, at tey, sum eru til reiðar, taka hendan kjans.

 

? Eg vil ikki beinleiðis ráða fólki frá at keypa sær ein innfluttan bil. Men tey skulu vera varug við teir vansarnar, sum hetta inniber, og eg vil sjálvsagt heldur ráða fólki til at keypa ein bil frá okkum, sum hevur koyrt øll síni ár í Føroyum, tí tá vita vit, hvørja søgu bilurin hevur ? um hann hevur havt nakran skaða, hevur yvirhildið serviceeftirlitini, og hvørjar eigarar hann hevur havt, sigur Jákup Olsen sølumaður á Bilfríðkuni.