Bilaprísirnir hækka 10-15%

Frá 1. oktober í ár kunnu vit vænta, at bilaprísirnir í Føroyum fara at hækka eitt lítið vet. Hetta kemst av, at ES krevur nú av øllum bilframleiðarum, at bilarnir verða seldir til sama prís til øll lond í ES

Avgjøldini á bilum í Danmark eru munandi hægri enn í øðrum ES londum. Tí hevur Danmark fingið bilarnar frá teimum ymsu bilframleiðarunum bíligari, soleiðis, at tá avgjøldini eru komin á, so verður bilurin ikki ómenniskjasliga dýrur at keypa. Men frá 1. oktober fer ES at krevja, at allar bilframleiðarar skulu selja bilar sínar til sama prís til øll ES lond. Hetta merkir, at Danmark nú skal gjalda tað sama fyri bilarnar sum til dømis Svøríki, men í Svøríki eru avgjøldini nógv lægri. Og av tí, at flestu bilasølurnar í Føroyum fáa bilar sínar ígjøgnum Danmark, kemur hetta eisini at ávirka føroysku bilprísirnar.
? Hetta fer eisini at ávirka Føroyar, tí flestu bilasølurnar í Føroyum fáa bilar sínar ígjøgnum Danmark, sigur Eivind av Reyni, stjóri á bilasøluni Reyni Service.
? Hvussu nógv tað verður í prosentum, dugi eg ikki at siga enn, men ein kann vænta, at tað fer at liggja ímillum 10 og 15 %.

Ikki alt í senn
Men tó skulu føroyingar og danir fyri tann saks skuld ikki halda, at bilaprísurin ger eitt stórt lop uppeftir tann 1. oktober.
? Hetta verður ikki nakað, sum fer at henda soleiðis alt fyri eitt. Tær flestu bilasølurnar hava tikið hædd fyri hesum síðani fyrst í árinum, og tí kemur ein ikki at merkja tað so væl, greiðir Eivind av Reyni frá.
Sjálvt um tað so kundi hugsast, at bilasølurnar í Føroyum eftir tann 1. oktober fóru at keypa bilarnar aðrastaðni frá, heldur Eivind av Reyni, at tað verður tað helst ikki talan um.
? Tað kundi sjálvsagt hugsast, at vit valdu at keypa bilarnar aðrastaðni frá, men soleiðis verður tað helst ikki. Danmark hevur jú fingið bilarnar bíligari, tí skrásetingargjaldið og tollurin hevur verið so høgur, og tað hava vit í Føroyum bara notið gott av. Men eg rokni við, at vit framhaldandi fara at keypa bilar okkara úr Danmark.
Eivind av Reyni sigur eisini, at Toyota bilar í Japan fara í næstum at royna at savna tann evropeiska marknaðin á einum staði. Hetta hevur við sær, at um árskiftið verða allir bilarnir til til dømis Noreg, Svøríki, Danmark, Føroyar, Ísland og so framvegis avskipaðir í Malmö. Og her fer so at vera ein Toyota høvuðsgoymsla.
Men Eivind av Reyni metir ikki, at tað fer at loysa seg at fáa bilarnar aðrastaðni frá enn úr Danmark, tí í síðsta enda fer hetta alt at kosta eins nógv.

Stórur eftirspurningur
Orsakað av prísharmoniseringini, sum hetta verður kallað, hevur eftirspurningurin av bilum verið ógvuliga stórur. Onkur hevur enntá havt á munni, at Reyni Service fór ikki at fáa nýggjar bilar fyrr enn í november mánaða.
? Hetta kemst av hesi sokallaðu prísharmoniseringini. Eftirspurningurin hevur verið stórur, og tí eru tær ymsu goymslurnar tømdar skjótari enn vanligt. Hetta ger eisini leveringstíðina longri, og um tú ynskir eitt serligt modell ella eina serliga farvu, kann tað taka millum 3-5 mánaðar at fáa ein bil. Men vit hava roynt at gjørt tað á tann hátt, at vit fáa nýggjar bilar inn hvønn mánaða, sigur Eivind av Reyni at enda.