Betur at koyra á Toftir enn í skrell

Flettingin er um at vera liðug, og tann afturvendandi spurningurin er, hvar ein kann sleppa av við skinnini.
Í ár er tað AG-Kjøt á Toftum sum tekur ímóti. Hetta fegnast seyðamenn sum vera man um – eisini Dávur Emil Hansen í Tjørnuvík.
- Hetta er nógv betri, enn bara at koyra tey í skrell, sigur hann.


 Tað er ymiskt, hvat menn gera við øll hesi túsundtals skinnini. Summir salta, meðan aðrir koyra tey burtur.
Undanfarin ár hevur møguleiki verið at sloppið av við skinnini í Kollafirði, men í ár er tað altso eitt felag á Toftum sum stendur fyri hesi móttøkuni.
Í lýsing í bløðunum hava teir boðað frá at teir tóku ímóti hesum skinnunum fyrr í mánaðinum á Toftum og í hesi vikuni aftur á øðrum støðum kring landið.
- Hetta er ein góð skipan, sigur Dávur Emil.
Hann arbeiðir vanliga hjá Sunda kommunu, men hann hevur verið sjúkrameldaður í nakrar vikur. Nú gjørdi hann seg kláran at fara aftur til arbeiðis.
Men fyrst máttu skinnini fáast til høldar!
 
Gamal vani
Ein góðan fyrrapart fyrr í hesum mánaðinum – rættari sagt hósmorgunin 9. november – var hann í ferð við at gera klárt at selja øll hesi skinnini.
Hann og brøður hansara hava sjálvir flett einar hundrað seyðir í heyst. Og bygdarmenn hansara hava eisini flett ein hóp av seyði í ár, hóast fleiri teirra eru givnir at salta skinnini.
- Íalt munnu vit hava saltað eini 400 skinn í ár. Hetta eru munandi fleiri enn undanfarin ár.
- Og, sum hann sigur: - Tað er altíð betri at selja tey, enn bara at koyra tey í ein bingju!
Hetta við at handfara skinnini er nakað sum Dávur Emil er vanur við heilt frá barnsheini. Pápi hansara plagdi tá at rota skinnini til ymisk endamál, men seinni fóru teir so undir at salta skinnini.
- So vit hava ikki slept endanum enn, sigur Dávur Emil við einum brosi.
 
Rista saltið av
Um morgunin henda vælsignaða hósdagin var Dávur Emil í ferð við gera klárt at fara út á Toftir við øllum hesum saltaðu skinnunum.
Skinnini vórðu saltað inni í einum úthúsi, og nú varð saltið rist av, áðrenn tey verða lempað upp í ein lastbil.
Ætlanin er so at fara út til Alberg við skinnunum seinni um dagin. Sum skilst tekur Alberg ímóti skinnunum frá kl. 15 og nakað úteftir.
Fyrr koyrdu teir altíð skinnini til MBM, men teir taka ikki ímóti skinnum í ár.
Nú er tað sum nevnt á Toftum at ein kann sleppa av við hesi skinnini.
 
14 kr.
Tá ein saltar skinn skal sjálvandi salt til. Og tá ein so selur skinnini, er altíð ein spurningur um, hvat fæst fyri tey.
Sum skilst fáa teir 14 kr. fyri hvørt saltað skinn. Kanska ikki so nógvur peningur, men kortini soleiðis at menn eru hugaðir at taka av hesum tilboðnum.
- Tað er ikki tann stóri peningurin. Men heldur enn at koyra skinnini á brennistøðina, so fær ein kortini eitt sindur burturúr her, sigur Dávur Emil.
Teir hava nógvan seyð standandi inni um veturin. Peningin frá søluni av skinnunum brúka teir til at keypa kraftfóður, nakað av hoyggi og annað.