Tað harmar okkum almikið at almennur stovnur TAKS skal vera við til at skapa split og oyðileggja góða samskiftið, sum vit hava við okkara góðu trúføstu kundar. Tað sigur Eivind av Reyni, annar stjórin í Reyni Service.
Árni Rasmussen, hin stjórin í Reyni Service, sigur, at teir føla seg drignar inn í hetta málið av órøttum.
Seinastu tíðina hava alsamt fleiri fólk, ið halda seg eiga ov nógv goldið MVG av skrásetingargjaldinum av bilum til góðar vent sær til bilasølurnar og til TAKS við kravi um at fáa hetta afturgoldið.
Bilasølurnar hava víst kundanum til TAKS, men nú hevur TAKS svarað kundanum, at hann skal venda sær til bilasøluna.
Samstundis sum kundin verður beindur ein og annan veg, gongur tíðin, og firningin nærkast.
- Tað kennist ikki serliga væl dagliga at fáa vitjan av løgreglu við stevningum orsakað av einum møguligum mistaki av einari løgtingslóg, sum TAKS umsitur, sigur Eivind av Reyni.
Í seinastuni eru nevniliga alsamt fleiri stevningar komnar móti bilasølunum, og í higartil hevur Reyni Service fingið eini 10 stevningar inn um dyrnar innan stutta tíð.
Kostar orku og tíð í ólukkumát
Bilasølan kennir seg av órøttum drigna inn í hetta málið, og følir seg hava nýtt alt ov nógv a tíð og orku til hetta málið.
- TAKS heitir á øll, sum hava keypt bilar innanfyri nevnda tíðarskeið at seta seg í samband við bilasøluna, og hevur hetta í ólukkumát kostað okkum tíð og nógvar óneyðugar tvistar í millum okkum og okkara góða viðskiftafólk, siga stjórarnir í Reyni Service.
- Í samband við skrásetingina av bilinum hava vit, eftir áheitan frá TAKS, uppkraft bæði skrásetingargjald og MVG sum er goldið beinleiðis til TAKS í samband við søluna. Tí kunnu vit ikki gjalda møguliga ov nógv kravt gjald aftur til bileigaran, uttan at vit fyrst fáa váttan frá TAKS um at vit fáa afturrindað ov nógv kravt MVG, vísir Eivind av Reyni á.
TAKS beinir kundan aftur til bilasøluna
Tá kundin hevur vent sær til TAKS, fær hann svar aftur, at TAKS vil ikki gjalda peningin aftur.
»Vísandi til, at TAKS ikki hevur uppkraft MVGið fyri omanfyri nevnda bil, ætlar TAKS ikki at endurrinda tygum MVGið av skrásetingargjaldinum«
Víðari skjýtur TAKS trupulleikan víðari til bilasøluna. Har stendur, millum annað, soleiðis skrivað.
»Um tey meirvirðisgjaldsskrásettu virkini hinvegin hava inngoldið ov nógv meirvirðisgjald til TAKS, verður hetta afturgoldið teimum meirvirðisgjaldsskrásettu virkjunum eftir reglunum í §24 í meirvirðisgjaldslógini«
Sostatt stendur TAKS við, at teir longu hava goldið bilasøluni peningin aftur.
Vilja hava avgerð nú
Kundar og bilasølur bíða eftir eini avgerð í málinum, soleiðis at komast kann úr hesum trupulleikanum.
- Er vanlig fyrningarfreist galdandi, og tað vita vit ikki eingongd um tað er, so er firningin fimm ár. Hetta merkir, at tað í dag bara eru teir bilarnir, ið eru seldir í tíðarskeiðinum frá mars 2004 til mai 2005, tá lógin varð broytt aftur, ið verða umfataðir av kravinum. Og so hvørt sum tíðin gongur, verður talið av bilum færri, sigur Árni Rasmussen, stjóri í Reyni Service.
Teir skoyta uppí , at tað er ikki óhugsandi at TAKS roynir at drála málið í hel, til eingin bilur er eftir, og málið sostatt dettur á gólvið av sær sjálvum.
Tí vilja teir – umframt hinar bilasølurnar og kundarnar – hava eina avgerð í málinum skjótast gjørligt.