mínum lívi. Eg møtti upp til konsertina við góðum vónum. Byrjanin við sveimandi írsku fólkatónunum, áðrenn Logan og bólkurin komu á pallin, tóktiskt lovandi, men eftir hetta og líka til endan, var framførslan [...] fjollaríið, sum fyri mítt viðkomandi einki hevur við tónleik at gera. Johnny Logan var nógv meira einn stand-up undirhaldari enn ein væl dámdur Eurovision vinnari ella kultfigurur av nøkrum slag. Ein segði [...] og sáð út sum um, at hann ynskti seg av hundan og til langt burtur. Tann eini keyboardspælarin gjørdi so lítið um seg, at eg mundi ikki lagt merki til hann, hevði tað ikki verið fyri soloini, ið kom móti
hann verður trakkaður væl og virðiliga niður, til tað er fast undir. ? Har tað er grivið á gos, tvs, at ein torvan er so full av lundaholum, at tú sært hav til allar síðir, fara fleiri mans uppá hana og trakka [...] Poulsen. Hann heldur, at ein orsøk til, at tað ikki er meiri pisa í Tindastakki er júst tí, at hann hevur verið so leysur og at nógv er skolað burtur, so at lundin nú hevur ov lítið pláss at grava. Royndir [...] teimum báðum bátunum. Aksal Poulsen sigur, at orsøkin til, at ongin hevur verið í Stakkinum so leingi, er, at lundin minkaði og tí hildu teir seg ikki til at fara í fleiri ár. Og síðani bleiv tað bannað at
løtu. Henda hending hevur merkt alt samlívið millum Ritu og Alfred, og serliga Alfred tykist at hava torført við at liva við skuldarkensluni, ið tí verður skúgva til viks. Ístaðin hevur hann í áravís, brúkt [...] leikurin Lille Eyolf kemur nú til Føroyar, leikurin er settur upp av leikstjóranum Jo Stormgren fyri Kongaliga Leikhúsið í Keypmannahavn. Lille Eyolf er ein leikur um ábyrgd, ella kanska rættari manglandi ábyrgd [...] av seinnu leikunum hjá Ibsen, og hevur av ymiskum orsøkum ikki verið settur upp so ofta sum flestu aðrir Ibsen leikir, kanska er tað kalda søgan um sjálvsalsk, ið hevur hildið fólki frá at nerta leikin
politikki. Hetta hevur hon lisið á Edinburgh University. Hans Jacob Kollslíð hevur tikið ein bachelor í ?Business English and Marketing? í Bangkok í Teilandi. Tummas Pauli Mýri hevur lisið ?Business Economics [...] panelluttakarunum fóru út í heim at nema sær til kunnleika, vóru stuðulsskipanirnar ikki sum tær eru nú. Nú kanst tú fáa upp til 120.000 kr. árliga frá Stuðulsstovninum til skúlagjald umframt danskan SU. Flest [...] hann fegin vildi læra enskt mál. Samstundis var tað rættiliga líka til hjá honum at fara til Skotlands, tí Smyril um tað mundi sigldi til Aberdeen, og Aberdeen er oljuhøvuðsstaðurin í Evropa, og gav honum
finna undir svørðinum í toftini. Tað merkir, at har hevur eldur verið - antin til hita, matgerð ella til bæði. ? Vit flyta nú tíðina heilt aftur til Svarta Deyða, sum herjaði víða um í Evropu miðskeiðis [...] eini 600-700 ára gomul. Tá ið tú skrivar skaldsøgu, hevur tú fríar ræsur. Tað er bert hugflogið, sum setir avmarkingarnar. Søgan kann byggja á veruleikar, men tað er upp til tann, ið skrivar, at skapa hendingar [...] einaferð passa til tað, ið tú vilt hava burtur úr søguni. Sum skilst á søgukønum, blandar Dagmar í skaldsøguni um Rannvu ymisk viðurskifti í ymiskum tíðarskeiðum saman. Fara vit aftur til tíðina, tá ið
Eg siti nú aftan á og hugsi, hvat er tað, sum blívur við at renna fram fyri meg aftur á hesum 270 síðunum, tí hendan bókin hevur hugtikið meg fram um aðrar, og hon hevur fingið pláss í mínum hugaheimi [...] hevði aldrin gingið við til eina slíka søgu. Hon var meira til at dyssa niður enn at blása upp.” segði fastir mín Aðalbjørg, sum kendi hana væl. Fyri lesarar, sum slett einki kenna til bókina, kann sigast [...] og fram til 1924, og her eru talan um brøv frá systkjum, foreldrum og frá unnustu hansara, sum trúliga bíðaði eftir honum í mong ár, heilt til ommubeiggi mín fekk hana á aðrar tankar. Og hvat er tað, sum
at tryggja øllum føroyingum eitt tilverugrundarlag; hetta uttan mun til hvørt talan er um miðstaðarøkið ella útjaðaran. Mín áheitan til tykkum er: Lat kappingina standa millum útlendsku feløgini. Arbeiði [...] Hetta ger at veitingarskipanin so gott sum beinanvegin hevur yvirskot. Eitt uppskot er at 50%, av tí ið kemur til høldar, verður nýtt til eina ?uppgradering? av teimum havnum, sum reelt vísa seg at blíva brúktar [...] peningur verður tikin úr ?oljurendslinum? og fluttur til onnur mennandi endamál. Harafturat er ein tílík skipan eisini eitt munagott íkast til tað (ella tey) øki, sum veruliga fáa eina útgerðarstøð; stórsti
Thomsen, vísti á, at alt í hesum heimi hevur sína tíð, og soleiðis er eisini við einum lívsstarvi ella einum lívsverki. - Nú tú hevur valt at leggja frá tær, hevur tú starvast í okkara skúla í samfull 39 [...] vóru 13 ár, tá tú í tíni tíð komst til Gøtu at vera lærari, hava øll gøtufólk, sum í dag eru 52 ár og yngri, havt teg til lærara. So, tú hevur havt eina øgiliga ávirkan á gøtufólk, so ella so. Karl segði [...] flestu førum eru deilig børn. Tá ið tú hevur havt hesar vælsignaðu spýrar um hendi í sjey ár, veitst tú, at tín tíð til at tæða, ávirka og brynja tey út til lívið - til at gerast góðir og vælvirkandi samfe
seg hava lært nógv frá tíðini, hann var partur av X-Factor. - Eg havi lært eina rúgvu frá luttøkuni í X-Factor. Fyrst og fremst eri eg blivin ein betri sangari, og harnæst havi eg eisini lært, hvussu umráðandi [...] eg havi verið til nøkur photoshoot og havi eisini tikið myndir, sum eg kann brúka í samband við egnar konsertir og so framvegis. Fólkini í Model House kunnu fáa meg til mótashows ella aðrar modelluppgávur [...] úr at gera. Luttakararnir vóru upptiknir meir ella minni allar dagarnar í vikuni við at gera samrøður, venja sangirnar, taka myndir og so framvegis. - Tú skuldi vera on allatíðina, og adrenalinið koyrdi
at skriva hesa bókina hevur verið ógvuliga intenst, og stundir hva ikki verið til nakað annað. - Eg haldi, at eg einaferð hesar mánaðirnar havi átikið mær at verið orðstýrari til eitt tiltak um fiskiv [...] og antin gera mat sjálvi, ella fara út at eta, sigur Helgi Jacobsen. Soleiðis hevur ikki verið við »Hotl Føryar - meira av tí góða«. - Tað er ein ógvuliga góð kensla, tá tú situr við lidnu og prentaðu [...] longu hevur eina aðra bók klára at koma út í heyst, umframt at ein onnur er í stoypiskeiðini. Tað hevur verið intenst at arbeiða við bókini »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, men Helgi Jacobsen hevur longu