Ein loysn uppá spurningin um føroyskar útgerðarstøð(ir)

Tað var nú væntandi

Nú er verulig gongd komin á kappingina, um hvar føroysk útgerðarstøð skal liggja - tað var nú væntandi. Lokalir landspolitikarar, og landskendir lokalpolitikarar, standa nú næstan omaná hvørjum øðrum fyri at vísa á, at júst teirra økið er tað rætta til eina útgerðarstøð - tað var nú væntandi. Nakrir poltikarar nýta ?økismenning? sum argument fyri teirra loysnum, summir nýta teirra flottu ?modell-havnir?, og uppaftur aðrir siga at fríðu marknaðarkreftinar skulu avgera málið - tað var nú væntandi.

Oljuráðleggingarnevndin og útgerðarstøðir

Í frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini ?Fyrireikingar til oljuleiting? stendur soleiðis, um møguligar føroyskar útgerðarstøðir: ?Í leitiskeiðinum eigur tann útbúnaður, sum er, at verða nýttur, eins og gjørt er í kanningarskeiðinum síðani 1994. Tað er ein fyrimunur, um undirútvegarar hjá útgerðarstøðini sita nærhendis henni. Verður støðin spjadd kring um í Føroyum, og samferðslan annars virkar væl, kanst tú meta framboðið av tænastum til slíkt støðarvirksemi sum eitt størri net av fyritøkum (sitat slut)?.


Kappingin skal verða millum útlendsku feløgini - ikki føroyingar

Takið hugburðin hjá Oljuráðleggingarnevndini til tykkum. Lat okkum fáa eina føroyska loysn, sum byggjur á eina integratión av oljuvinnuni í eitt føroyskt ídnaðar- og vinnumynstur. Arbeiði fyri at tryggja øllum føroyingum eitt tilverugrundarlag; hetta uttan mun til hvørt talan er um miðstaðarøkið ella útjaðaran. Mín áheitan til tykkum er: Lat kappingina standa millum útlendsku feløgini. Arbeiði við eini loysn, har núverandi føroyskur útbúnaður verður nýttur.


Eitt felags argument

Velja tit at standa saman, um eina føroyska loysn uppá eina føroyska oljuvinnu, so er møguleiki tilstaðar fyri at fáa heilt væl burturúr. Semjast tit hinvegin ikki um eina felags føroyska loysn so eru vit skjótt í tí støðu, har vit fáa eina oljuvinnu undir treytum, sum einans verða settar av útlendskum feløgum. Skulu útlendingar ráða, so mugu tit sjálvi meta um, hvørt sannlíkindi eru fyri at nógvu føgru orð landstýrisins (t.d. ?økismenning er landsmenning?) koma at avgera leistin fyri eini føroyskari oljuvinnu. Tað er uppgávan hjá tykkum politikarum at tryggja, at tað ikki einans verður ein lítil minniluti av føroyingum (serfrøðingar o.l.), sum fær ágóðan av oljuvinnuni - tí eitt er sikkurt - allir føroyingar koma at merkja avleiðingarnar, tá ið tær koma.


Hvat er avgerandi

fyri tí røttu loysnina?

Ein loysn uppá spurningin um útgerðarstøð(ir) skal:

?tryggja at føroysk luttøka í eini komandi oljuvinnu (leitingarfasu) kann veita eina kappingarføra tænastu á altjóða støði,

?tryggja at eitt komandi oljuvirksemi kemur so nógvum og fjølbroyttum økjum av føroyska samfelagnum tilgóðar sum gjørligt,

?tryggja at avgerandi partur av eini føroyskari luttøku byggjur á burðardyggar loysnir; hetta til gagns fyri føroyskan ídnað & vinnu og samfelagið í heild.


Rætta loysnin

Í mínari verð er eingin ivi um, at ein felags veitingarskipan er rætta loysnin. Dømi um luttakarar í eini tílíkari skipan er: Allar føroyskar havnir, sum í dag hava virksemi tengt at samferðslu, fragt, goymslu, fiskivinnu, skipasmiðju ella øðrum størri ídnaði.

Dømi um rakstrargrundarlag fyri eini tílíkari skipan er: Alt virksemi, ið er beinleiðis tengt at oljuvinnuni, sum ferð um føroyska havn. Her verður t.d. hugsa um skipa- og vørugjøld, leiga av øki/lendi og tænastur til hjálpar- og veitingarskip.

Við tað at verandi útbúnaður verður brúktur hevur skipanin, í fyrstu syftu, lítlar og ongar útreiðslur. Hetta ger at veitingarskipanin so gott sum beinanvegin hevur yvirskot. Eitt uppskot er at 50%, av tí ið kemur til høldar, verður nýtt til eina ?uppgradering? av teimum havnum, sum reelt vísa seg at blíva brúktar í sambandi við frálandaveitingar, og onnur 25% fara til skilagóðar ?uppgraderingar? hjá øðrum ídnaðarhavnum. Tey seinastu 25% skulu síðani brúkast til at menna nýggja vinnu & ídnað.

Góðu tingfólk: Lat okkum fáa a) eina altjóða kappingarføra útgerðarstøð, b) eina kappingarføra umskipingarhavn til fragt, c) eina kappingarføra umskipingarhavn til fisk, og d) lat okkum menna nýggjar framtíðar vinnur her á landi.

Tað eru sjálvandi nógvir ymiskir ?býtislyklar?, sum kunnu nýtast í hesum sambandi. Tó er vert at undirstrika tað avgerandi í, at peningur verður tikin úr ?oljurendslinum? og fluttur til onnur mennandi endamál. Harafturat er ein tílík skipan eisini eitt munagott íkast til tað (ella tey) øki, sum veruliga fáa eina útgerðarstøð; stórsti parturin av inntøkunum í skipanini fer nevnuliga til eina ?uppgradering? av útgerðarstøð(um).

Við eini skipan, ið er skorin eftir hesum leisti, verður frálandavinnan ein integreraður partur av eini føroyskari vinnu- og ídnaðarmenning. Vit fáa samstundis eina kappingarføra tænastu til frálandavinnuna, sum tryggjar at tey, ið ikki beinleiðis fara at luttaka í hesi vinnu, eisini merkja ágóðan av eini føroyskari oljuvinnu.


Við vón um at føgru orð tykkara eisini verða sýnd í verki.


Virðingarmest

Suni á Dalbø,

samfelagsfrøðingur

og oljuráðgevi