Kadett og stevna suður á Sand, har hann varð ungdómsvenjari hjá B-71. - Tíðin á Sandi er ein tann besta í mínum lívi og eg havi nógv at takka sandoyingum fyri. - Eg var venjari á Sandi í fýra ár og har [...] eru tey, sum skulu føra hetta samfelagið víðari fram á leið. - At ganga við dómum fyri rúsevnum í viðførinum, er ein serstakliga keðilig byrjan upp á vaksnamannalívið, tí tað kann leggja so nógvar forðingar [...] ikki altíð verið. Longu tá ið hann var blaðungur, fór hann at drekka og tað vant meiri og meiri upp á seg. Sum tíðin gekk var rúsdrekka ikki nóg mikið og hann fór eisini at taka rúsevni. Men nú hevur hann
skrivað, men hóast málið var fyri á fundi ferð eftir ferð, var tungt at fáa nakra samtykt gjørda. Hetta var ikki so løgið, tá hugsað verður um tað »kríggj«, sum er her á landi, tá avsettur peningur til [...] skrivaði Dimmalætting: »Sunnudagin seinasta andaðist Samuel Hammershaimb Debes, dagliga nevndur Sámal á Bakka. Hann var ikki fult 65 ára gamal. Fyri tann ið kendi Sámal frá barnaárum og fram gjøgnum tíðina er [...] frá yngri árum av góðan arbeiðshug. Hann elskaði at vera á trøðni, og tá hann t.d. var liðugur við sítt dagsverk sum málari fór hann um kvøldið út á trøðna ella eisini eftir einum torvleypi. Men eitt sum
eisini eina undirbrotligheit, serliga nú hesar mentanir, sum vóru sera frammaliga, eru farnar niður á bakka seinastu 100 árini. Og frá at hava havt stoltar heims-miðdeplar, at verða menningarlond eyðkend av [...] islamistarnir stríðast eisini fyri at umvenda kristnu londini. Í donsku fjølmiðlunum bleiv herfyri víst á, at fleiri ungir danir konvertera til islam og at hetta skal síggjast sum ein ungdómsuppreistur. Hetta [...] rsprákarar, sum t.d. Osama bin Laden, kunnu røkka víða við sínum boðskapi, uttan at skula at verða á staðnum. Soleiðis kann hann boða sín boðskap og samstundis fjala seg fyri amerikumonnum. Við at brúka
sum skiftust um at føra skipið. Mortan sigur, at teir høvdu fiskað á Kappanum, tá herviligt illveður brast á. Tað var nógvur ísur á leiðini eystur úr Kappanum, og hann skilir ikki tann dag í dag, hvussu [...] var ikki lætt hjá teimum heldur, tí Prins Christiansund hevði sagt, at eingin ísur var á leiðini. Á brúnni umborð á Fiskanesi vóru Hans Pauli og Pole Johannesen og hvalbingurin, Dánjal Jákup Berg. Vit hildu [...] spyrja seg, um hann mintist, tá ið hann fylti 18 ár umborð á Brandi úti á Fyllabanka. - Eg var við Fiskanesi árini 1958 og 1959 og slapp síðan umborð á Brand Sigmundarsson, ið pápi fór at føra. Í 1961 læt
borgarstjóran, Sonna á Horni. Hóast ávíst órógv er í býráðnum í løtuni, tí meirilutin, sum eftir seinasta kommunuval valdi borgarstjóran, ikki er í meiriluta meira, var hýrurin á Sonna góður. - Vit høvdu [...] Úrslitið verður helst, at Bústaðir koma at reisa eina minni verkætlan á føtur her í økinum, men tað málið hongur eisini í leysum lofti. Sonni á Horni sigur, at verkætlanin, sum kommunan hevur arbeitt saman við [...] fyritøkan í staðin fær eitt byggiøki á Kambsdali til sítt virksemi. Samlaða verkætlanin hjá Bústøðum er í tveimum byggistigum, og tær fyrstu níggju íbúðirnar skuldu byggjast á hesum øki í einum vinkul-bygningi
niður til kynsgøgnini. Feittlagið á búkskurðinum er sum á seyði, men kanska eitt sindur gulari. Hann sker inn á bein í bringuni, men ansar væl eftir, ikki at skera hol á tarmarnar við tí svartskeftaða e [...] Einaferð høvdu vit níggju upp á ein seinnapart, minnist Høgni. Hurðin í líkrúminum fer aftur, og Ove koppar stívnaða líkinum á, so ryggurin kemur til sjóndar. Deyðsváttanirnar eru á donskum, landslæknin og [...] vísir Ove á, meðan Høgni tekur hart í liðirnar á líkinum: – Veludtalt dødsstivhed af arme og ben, sigur hann og orðar víðari um onkrar skurðviðgerðir, ið bæði síggjast í journalinum og sum gomul arr á líkinum
okkum, sigur Jørgen Niclasen. Otto Gregusen vísti á at føroyingar hava ivaleyst av fiskidøgum, og brúka ikki teir dagarnar sum vit hava. - Eg legði dent á at hetta ikki bara var ein spurningurin um vit klára [...] sigur Jørgen Niclasen. Norðmenn fingu ikki sína kvotu við Føroyar skerda. Jørgen Niclasen vísti á fundinum á at tað fyri føroyingar er trupult at góðtaka at føroyingar sum hava stuðla norska politikkinum [...] Føroyingar brúka ikki dagarnar teir hava álíkavæl. Hóast norðmenn ikki vilja gera nakað við fiskidagabýtið á Svalbardøkinum, so lovaði norski fiskimálaráðharrin, at teir vilja hyggja nærri eftir spurninginum,
sum bendir á, at frítíðarskúlin á Tvøroyri verður stongdur. Tvøroyrar býráð ætlar sær nevniliga ikki at slaka meiri fyri Landsstýrinum og so má tað standast av í má. Tað er ósemja um leiðaran á frítíðarskúlanum [...] frítíðarskúlanum á Tvøroyri, sum ger seg galdandi. Tvøroyrar Býráð setti ein lærara í starvið og tað fekk pedagogfelagið at tala at. Felagið sigur, at eftir lógini, skal leiðarin vera pedagogur. Hans Pauli Strøm [...] leiðara fyri frítíðarskúlan. Hetta hevur so aftur fingið landsstýrismannin at seta býráðnum knívin á barkan: Hevur býráðið ikki ógildað setanina og sett ein pedagog í starvið í seinasta lagi í dag, fr
korona-leiðreglunum. Björgvin Páll Gústavsson vísti IHF á evropeiska mannarættindasáttmálan, har tað er ikki loyvt at gera mun á fólki. Björgvin Páll vísir á, at øll onnur sum eru stødd í Svøríki og Pólandi meðan [...] Hassan Moustafa á odda at lata vanligu korona-leiðreglurnar hjá vertstjóðunum, Svøríki og Pólandi vera galdandi undir komandi HM-endaspælinum í manshondbólti. Men her vilja tey sum standa á odda fyri IHF
heima við hús, á markini, í torvi, sunnudagstúrar, á útróðruð, við lendingina, í forrætningini, í bønhúsinum o. s. fr. Helena hevur í tøkum tíma fingið hesa søgu á prent. Tey, sum nú liva eftir á Hellunum og [...] korum á Hellunum. Satt at siga ein klassisk mynd. Frálíkt myndatilfar Tann næsta myndin, sum er rættiliga hugfarslig, er av maskinbátinum gamla Karis Heimi á Sandi (í Oyndarfirði søgdu tey inni á Stórasandi) [...] romantisk í bókini og hví ikki tað? Er hetta ikki ein deilig mynd á blaðsíðu 244 av hellubørnum, monnum og einum installeringi í dýrdarveðri? - Á jú, á jú! Myndatilfarið er frálíkt. Fjallheim hevur verið bygdini