Herfyri vitjaði in.fo í Fuglafirði og hitti borgarstjóran, Sonna á Horni. Hóast ávíst órógv er í býráðnum í løtuni, tí meirilutin, sum eftir seinasta kommunuval valdi borgarstjóran, ikki er í meiriluta meira, var hýrurin á Sonna góður.
- Vit høvdu eina størri verkætlan saman við Bústøðum og Peturi Larsen um bygging av leiguíbúðum í Fuglafirði, men tá samanum kom, fekst ikki meiriluti fyri verkætlanini. Hetta eri eg sera harmur um. Úrslitið verður helst, at Bústaðir koma at reisa eina minni verkætlan á føtur her í økinum, men tað málið hongur eisini í leysum lofti.
Sonni á Horni sigur, at verkætlanin, sum kommunan hevur arbeitt saman við Bústøðum um, í fyrsta byggistigi snýr seg um 9 leiguíbúðir.
- Í stuttum snýr verkætlanin seg um, at smiðju-og skrivstovubygningurin hjá p/f Peturi Larsen verður tikin niður, og at fyritøkan í staðin fær eitt byggiøki á Kambsdali til sítt virksemi. Samlaða verkætlanin hjá Bústøðum er í tveimum byggistigum, og tær fyrstu níggju íbúðirnar skuldu byggjast á hesum øki í einum vinkul-bygningi.
Sonni sigur, at í øðrum byggistigi snúði verkætlanin seg um at taka egningarmiðstøðina, sum liggur beint uttan fyri, niður og byggja ein annan vinkul-bygning á økinum við níggju leiguíbúðum aftrat.
Bæði Bústaðir og P/F Petur Larsen vóru við upp á hesa ætlan, og borgarstjórin var í síni góðu trúgv sannførdur um, at tað var býráðið eisini.
- Men, sum tíðin gekk, skuldi tað vísa seg, at vinnunevndini mælti frá at fremja verkætlanina og kom við einum øðrum uppskoti um, at fjørðan fram við Gjógvarálandinum, sum liggur hinumeðin fjørðin, skuldi fyllast út soleiðis, at leigubústaðir kundu byggjast har ístaðin. Hetta hevði tó skemmað náttúruna nógv.
Sonni á Horni heldur ikki, at hetta er ein góð loysn fyri býarumhvørvið. Tað var annars Eyðun Eliasen, arkitetur, sum teknaði verkætlanina hjá Bústøðum.
- Orsøkin til, at vit hava arbeitt niðri við havnalagið við hesi verkætlan er, at fólk sambært Bústøðum helst vilja búgva niðri í býnum og nær handlum og øðrum fasilitetum í býnum.
Borgarstjórin vísir á, at her er stórur og nýggjur handil beint við, kappróðrarneyst, savn, og her dygst við sjóvarmálan kundi eisini verið skapt ein marina.
- Jú, eg haldi, at hetta sá ógvuliga spennandi út. Nú verkætlanin datt niður fyri, stúri eg fyri, at P/F Petur Larsen, sum hevur brúk fyri meira plássi til sítt veksandi virksemi, flytir út á Skálafjørðin, sigur Sonni á Horni.









