Ósemja
Tvøroyri: Nú er mangt, sum bendir á, at frítíðarskúlin á Tvøroyri verður stongdur.
Tvøroyrar býráð ætlar sær nevniliga ikki at slaka meiri fyri Landsstýrinum og so má tað standast av í má.
Tað er ósemja um leiðaran á frítíðarskúlanum á Tvøroyri, sum ger seg galdandi.
Tvøroyrar Býráð setti ein lærara í starvið og tað fekk pedagogfelagið at tala at.
Felagið sigur, at eftir lógini, skal leiðarin vera pedagogur.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, gav felagnum rætt og álegði Tvøroyrar býráð at broyta starvssetanina.
Býráðið ógildaði so setanina, men setti síðani sama lærara aftur sum fyribils leiðara fyri frítíðarskúlan.
Hetta hevur so aftur fingið landsstýrismannin at seta býráðnum knívin á barkan: Hevur býráðið ikki ógildað setanina og sett ein pedagog í starvið í seinasta lagi í dag, fríggjadagin, verður frítíðarskúlin stongdur.
Gera ikki meir við málið
Men hetta rínur ikki við býráðið á Tvøroyri.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, segði í gjáramorgunin, at býráðið gjørdi ikki meiri við málið.
So ger landsstýrismaðurin tað, sum hann heldur at hann eigur at gera.
Borgarstjórin sigur, at tað stendur ongastaðni í lógartekstinum, at leiðarin skal vera pedagogur.
Tað stendur at hann skal vera námsfrøðingur og tað kann einsvæl verða lærari.
Kristin Michelsen sigur, at stongir Hans Pauli Strøm frítíðarskúlan, fara tey fýra starvsfólkini til húsar.
Eini 20-22 børn í fyrsta flokki hava sína dagligu gongd í frítíðarskúlanum eftir skúlatíð og tey verða sostatt eisini send til hús.
Men býráðið er eisini so mikið sannført í síni sak, at tað hevur gjørt landsstýrismanninum greitt, at stongir hann frítíðarskúlan, kann hann vænta sær endurgjaldskrav frá kommununi.










