Norðmenn nokta at bakka í Svalbardspurninginum

Jørgen Niclasen hevur týðuliga boðað norska fiskimálaráðharran at føroyingur halda fiskidagabýtið í Svalbardøkinum sum órættvíst. Men norðmenn søgdu seg ikki skilja hvat var galið. Føroyingar brúka ikki dagarnar teir hava álíkavæl.

 

Jørgen Niclasen hevur týðuliga boðað norska fiskimálaráðharran at føroyingur halda fiskidagabýtið í Svalbardøkinum sum órættvíst. Men norðmenn søgdu seg ikki skilja hvat var galið. Føroyingar brúka ikki dagarnar teir hava álíkavæl.

Hóast norðmenn ikki vilja gera nakað við fiskidagabýtið á Svalbardøkinum, so lovaði norski fiskimálaráðharrin, at teir vilja hyggja nærri eftir spurninginum, um hetta vísir seg at geva føroyingum trupulleikar, skrivar Sosialurin

Jørgen Niclasen vitjaði Lofoten í tríggjar dagar saman við fiskivinnustjóranum Kaj Mortensen.. Har fekk Jørgen Niclasen møguleika at hitta norska starvsbróður sín Otto Gregussen. Á fundinum millum teir báðar tosaðu teir um nógv viðurskiftir, men serliga trý mál brúktu teir tíð uppá. Tey trý málini eru fiskidagarnir við Svalbard, svartkjaftastovnurin og avtalan millum londini um fiskiskap í Barentshavinum.


Svartkjaftastovnurin

Føroyski fiskimálaráðharrin bar fram á fundinum, at svartkjaftasamráðingarnar mugu takast upp aftur.

- Sum ein fiskivinnutjóð, sum er upptikin av at vit taka ábyrgd fyri fiskastovnunum, so halda vit at tað er neyðugt at svartkjaftastovnurin kemur undir eftirlit. Í dag fiska tjóðirnar tvífalt tað sum stovnurin tolir, og tað kunnu vit ikki bara sita og hyggja eftir, sigur Jørgen Niclasen.

Norðmenn eru samdir við føroyska ynskinum, men eru samstundis eitt sindur bangnir fyri at verða sleptir upp á fjall. Aftaná at Sosialurin skrivaði um vitjanina hjá løgmanni í London, har svartkjaftaspurningurin bleiv viðgjørdur, eru norskir embætismenn av álvara bangnir fyri at føroyingar kunnu finna saman við øðrum londum fyri at loysa spurningin.

- Vit merktu á norðmonnum at teir ikki kendu seg heilt væl við at vit hava verið í samband við bretar. Teir vita at finna føroyingar og ES-londini eina felags støðu undan næsta samráðingarumfari, so kann tað koma til at ganga útyvir tað norðmenn meina seg eiga rættindi til. Eg segði sum var at føroyingar vilja hava eina loysn sum skjótast, og vit samráðast við tey londini sum neyðugt er fyri at finna hesa loysnina.


Sló nevan í borðið

Jørgen Niclasen sigur, at spurningurin um fiskidagarnar við Svalbard var ein tann mest tíðarkrevjandi á fundinum. Norðmenn vilja nevniliga als ikki hoyra talan um at føroyingar hava verið fyri einum órætti í hesum spurninginum.

- Eg fekk greitt teimum týduliga frá, at vit als ikki finna okkum í at norðmenn einvíst hava skjert fiskidagatalið hjá føroysku rækjuskipunum við Svalbard. Norðmenn vilja tó ikki umhugsa støðuna av nýggjum, og teir vildu ikki geva okkum teir dagarnar aftur sum teir hava tikið frá okkum, sigur Jørgen Niclasen.

Otto Gregusen vísti á at føroyingar hava ivaleyst av fiskidøgum, og brúka ikki teir dagarnar sum vit hava.

- Eg legði dent á at hetta ikki bara var ein spurningurin um vit klára brúka teir dagarnar vit hava. Tað eru tvær grundir til at vit meina at skjerjingin er órættvís. Tann fyrsta er at vit hava bert loyvid til at hava eitt ávíst tal av skipum í økinum samstundis, og tí gerst tað trupult at byggja upp fleiri fiskidagar. Hin orsøkin er meir álvarsom, tí vit hava grund til at tr?ugva at norðmenn vilja gera eina kvotuskipan fyri Svalbard. Gera teir tað, og bert brúka fiskidagatalið sum grundarlag, so vera vit straffaðir hart, sigur Jørgen Niclasen.

Ein orsøk til at føroyingar óttast at norðmenn umhugsa kvotuskipan, er at teir hava heitt á ICES um at kanna fiskiskapin við Svalbard. Og tá teir gera tað, so err lítil ivi um at her er einhvør kvotuskipan áveg.

- Otti Gregusen segði at teir ikki umhugsa eina kvotuskipan, og vit noyðast at hava álit á honum. Álíkavæl so meta vit at vit noyðast at fyrireika okkum til at Svalbard-økið kemur undir eina kvotuskipan um ikki so nógv ár. Og tá koma vit til at hava brúk fyri øllum fiskidøgunum.


Barentshavið

Jørgen Niclasen tók eisini fram eitt annað mál sum føroyingar ilskast inn á. Tað er avtalan um fiskiskap í Barentshavinum. Føroyingar góðtóku fyri meir enn 10 árum síðani at okkara toskakvota skuldi fara niður tí fiskaloysi var.

- Tá lovaðu norðmenn at vit skuldu fáa tann mista partin aftur tá stovnurin menti seg. Hetta hava vit ongantíð fingið aftur, sigur Jørgen Niclasen.

Norðmenn fingu ikki sína kvotu við Føroyar skerda. Jørgen Niclasen vísti á fundinum á at tað fyri føroyingar er trupult at góðtaka at føroyingar sum hava stuðla norska politikkinum í Barentshavinum, og serliga í samband við fiskiskapin í Loynikrókinum, verða straffaðir fyri hendan stuðulin.

- Eg vísti á at tað fyri okkum er eitt sindur løgið at vit sum hava víst ábyrgd og stuðla norsku tiltøkunum verða straffaðir, meðan teir sum ikki vístu ábyrgd í Loynikrókinum hava fingið løn fyri at vísa ábyrgdarloysið.