duga sær hógv í strembanini eftir at vinna sær vald, ríkidømi og fyrimunir. Hesum bera framvegis tjóðir og einstaklingar byrðarnar av. Tíbetur eru tað eisini tey, sum leggja nógv fyri í royndum at linna [...] uppá! Tey, sum um høgtíðina eru í útlegd, hugsa um familjuna, føðilandið og felagsskapin. Samskiftismøguleikarnir eru betri enn nakrantíð, og vit vilja fegin vera við. Aftur í ár verður møguleiki hjá útisetum [...] Tað hevur ikki júst hevur verið góði tokkin, ið hevur ligið fremstur. Heldur hevur tað verið trongdin eftir at ala at sær og skava inn undir seg, sum hevur verið drívmegin, ið hevur verið so sterk, at
liðið fekk í fjør, og eisini fingu vit rós frá mótstøåuliðum okkara, sum hildu nógv um ungu føroysku leikararnar. Tað skerst tó ikki burtur, at munurin í kropsligu styrkini var øgiligur, og serliga í seinasta [...] leikararnir, sum júst eru afturkomnir av ferðina til Hvítarusslands, vóru væl nøgdir um avrikini á ferðini. Stórtap Svein Rógvi Nielsen, sum er venjari hjá liðnum, sigur við Sosialin, at hóast talan í øllum trimum [...] men í seinna hálvleiki orkaðu teir ikki meira, og so skrædnaði alt. Annars helt venjarin, at nógvi hitin, eini 35 stig, hevði verið til stóran ampa hjá leikarunum, tí eingin air-condition var í nøkrum
at t.d. børnini eisini kunnu fylgja við í ferðsluni. Hetta er júst bilurin til fólk, sum hava tørv á einum rúmligum bili, sum ikki fyllur ov nógv í ferðsluni í býnum. Agila krevur lítið pláss fyri at fyri [...] fyri venda runt og er lættur at parkera. Trygdin í ordan Við ein samantoyt, hava bilar í hesi støddini ikki tær stóru flaturnar at verja seg við. Tí er øll konstruktiónin gjørd á ein slíkan hátt, at tey [...] startsperru og stálbjálkar inni í hurðunum. Annars hevur hann sentrallás, el-síðurútar framman, pollenfiltur, elektroniska servostýring, stereoradio við fløguspælara og fýra hátalarum. Í morgin, leygardagin, verður
hægri lestur í hesum londum, og eigur Býráðið at kanna, hvussu hetta kann stuðlast. Sum eftirkomarar víkingana eigur komandi Býráð eisini at fara víðari og fáa samstarv við aðrar býir í Evropu og í øðrum h [...] Eg var so heppin at sleppa at síggja spennið sum tey dugnaligu fólkini frá Føroya Forminnissavni júst hava funnið heima á Sandi. Tú fær eina løgna kenslu av at standa við hesum sjáldsama prýðinum, sum [...] uttan iva hevur glett eina vakra gentu á Sandi fyri 1000 árum síðani. Lætt er at gloyma seg burtur seg í dagdreymum, men vit skulu ikki gloyma at hetta gamla víkingaprýði hevur ein boðskap til okkum, nevniliga
væl at fylgja við í enskum fótbólti, verður tað spennandi at síggja danan fara á vøllin fyri nýggja liði hjá sær, Chelsea. Eisini kunnu vit gleðast yvir, at úrmælingurin hevur verið í Føroyum og víst síni [...] síni kynstir, tá ið GÍ og Glasgow Rangers leiktu undandyst í Europa-Cup seinasta summar. Tíverri noyddist hann at fara av vøllinum tíðliga í tí dystinum orsaka av einum skaða. Haraftrat hevur Brian Laudrup [...] Laudrup leikt landsdyst ímóti føroyingum. Tað var hin 10. oktober í 1990, tá ið 38.500 fólk sóu danir vinna 4-1 á føroyingum í gomlu Ítróttarparkini. Tann dystin gloymdi Brian Laudrup sikkurt skjótt, tí at
flestu ivaleyst hava hoyrt fleiri ferðir í flaggrøðum og á skúlabonki, vilja vit kortini endurtaka hesar sannleikar her. Orsøkin er, at vit sum tjóð eru stødd í eini nýggjari støðu. Hvat er hetta fyri ein [...] nakað sum í sjálvum sær bert er gott og gagnligt. Heimurin gerst alt meira sum ein bygd. Búskapurin gerst alt meira samanhangandi. Hetta hava vit ongantíð áður sannað so ítøkiliga sum júst nú, hvar t [...] nýta málið væl í skrivt og talu. Hetta gera vit við at fara væl um okkara felags mentanararv. Hvussu støðan er á hesum økjum, skulu vit lata lesaran døma um. Ivaleyst kundi mangt verið betri. Í dag, ein i
skipað. Hetta var eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum og ein tungtvigandi orsøk til at fara upp í júst hesa samgonguna. Tað má tí koma flokkinum sera illa við, at nevndin, sum skuldi koma við uppskoti [...] árið. Hetta er sera óheppið, og kann hetta koma at merkja, at eingin nýggj pensiónsskipan kemur í gildi í hesum valskeiðinum. Hetta fer ikki bert at verða sera óheppið politiskt fyri teir trýggjar samg [...] skipanir við avtalum, so má umhugsast at lóggeva fyri hesum. Tað var tað, sum hendi í Íslandi og merkir hetta, at tey, sum nú eru í góðum árum á arbeiðsmarknaðinum um 15-20 ár fara frá við eini av heimsins bestu
lættari frinna vit føroyingar júst tær røkurnar, har vit kunnu gera mun í alheims høpi. Tí fegnast Faroese Telecom International um, at vit nú ahva fingið First Lego Legue í Føroyum. Faroese Telecom Int [...] við First Lego League avgjørt er í samsvari við endamálið hjá FTI. - Vit eru sannførd um, at at ein kreativ og smidlig nýtsla av framkomnari tøkni verður ein hornasteinur í allari føroyskari vinnumenning [...] og samstarv tvørtur um mørk eru hornassteinar í hesum átaki, sum eisini røkkur tvørtur um faklig, aldurs-, kyns- og landafrøðilig mørk. Tí byggir hetta í stóran mun á somu grundhugsjónir, sum FT International
hvørji onnur virði í samfelagnum vit eiga at geva størri gætur og raðfesta hægri. Eitt av hesum virðum, sum ikki kann gerast upp í pengum, er tann tónleikaundirvísing, sum verður løgd niður í børn okkara. Einki [...] ung, so tey fáa gott í beinið og ein førning, sum kann menna tey víðari gjøgnum lívið. Her man tónleikurin vera eitt av teimum bestu svarunum. Orðini hjá Karl Anton Klein, sála um júst hetta mál standa framvegis [...] tímapening, sum eisini er partur av sáttmála. Avleiðingin av hesum er, at musikklærarar leita sær arbeiði í miðsteðarøkinum heldur enn á bygd. Tí fáa bygdarbørn skjótt onga musikkundirvísing. Tað er fyri at mótmæla
Missiónin, perspektivið í trimum teimum fyrstu evangeli’unum Møti kl. 20: Talari: Reimund Langgaard Sangur: Ungdómskórið í Vágunum ·Sunnudagur Kl. 14 familjumøti. Sangur: Gentukórið í Meinigheitshúsinum Kl [...] hesi skrá: ·Mikudagur Talari: Ámund Berthelsen Sangur: Meinigheitskórið í Havn ·Hósdagur Talari: Pól Johannesen Sangur: Ungdómskórið í Havn ·Fríggjadagur Talari: Bjartur F. Johannesen Sangur: Hanna og Erla [...] 18 møti: Talari: Vagn Foldbo Sangur: Glyvrakórið Skráin fyri møtið Møtið í gjárkvøldið var ikki so nógv øðrvísi enn hini møtini í missiónsvikuni. Tó vóru rættiliga nógvir persónligir vitnisburðir frá fólki