Oddagrein: Pensiónsspurningurin

Jógvan Sundstein, fyrrverandi, løgmaður tók í vikuskiftisblaðnum tráðin upp fra sjónvarpskjaki fyrr í vikuni um pensiónsspurningin. Bakgrundin er tann, at arbeiðið við eini nýggjari pensiónsskipan er steðgað upp

Hetta, at arbeiðið er stegðað upp, er mikið spell. Pensiónsmálið var eitt høvuðsmálið undir samgongusamráðingunm, tá sitandi samgonga varð skipað. Hetta var eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum og ein tungtvigandi orsøk til at fara upp í júst hesa samgonguna. Tað má tí koma flokkinum sera illa við, at nevndin, sum skuldi koma við uppskoti til eina nýggja skipan ikki hevur verið virkin tað seinasta árið. Hetta er sera óheppið, og kann hetta koma at merkja, at eingin nýggj pensiónsskipan kemur í gildi í hesum valskeiðinum. Hetta fer ikki bert at verða sera óheppið politiskt fyri teir trýggjar samgonguflokkarnar. Hetta er eisini sera óheppið fyri verandi og komandi pensionistar.

Tað kann ikki bera til, at tað skal taka fleiri á ar koma við uppskoti til eina nýggja pensiónsskipan. Samgongan var jú samd um, at vit skulu hava eina skipan, sum stendur á trimum beinum: fólkapensión, samhaldsfasti og egin skipan t.d. gjøgnum eitt fakfelag og arbeiðsgevarafelag, sum so gera avtalu við LÍV ella peningastovn. Sum Sundstein vísir á, so hava vit longu í verandi skipan støðið undir eini góðari framtíðaskipan. Tað er at lata fólkapensiónina framvegis verða skattafría, at økja gjaldið hjá tí einstaka løntakarfanum og arbeiðsgevaranum til samhaldsfasta og so eggja løntakarunum til at gera egnar skipanir. Tað tykist sum tað møguliga er hetta triðja beinið, sum pínir. Um tað veruliga er so, at løntakararnir ikki megna at gera sjálvbodnar skipanir við avtalum, so má umhugsast at lóggeva fyri hesum. Tað var tað, sum hendi í Íslandi og merkir hetta, at tey, sum nú eru í góðum árum á arbeiðsmarknaðinum um 15-20 ár fara frá við eini av heimsins bestu pensiónsskipanum, alt meðan okkara løntakarar halta aftaná.

Tað hastar veruliga við at fáa til vega eina nýggja føroyska pensiónsskipan. Henda kann, sum Sundstein vísir á, verða ein skipan, sum byggir uppá eitt samanspæl av uppsparing av almennuum peningi, egnum inngjaldingum og arbeiðsgevarainngjaldingum. Í hesum høpi er tað, sum Sundstein eisini vísir á, neyðugt at ávísir tryggleikar og reglur eiga at verða skapt m.a. tí nøkur kunnu vera í vanda fyri at fella uttanfyri eina skipan við trimum beinum. Hetta er ábyrgdin hjá politiska myndugleikanum at síggja til, at framtíðar skipanin verður rættvís. Jú víst hastar tað, tí uttan mun til, hvat hetta endar við, so fara tað at ganga mong ár, áðrenn borgararnir fáa gleði av eini nýggjar skipan. Farast má undir arbeiðið av álvara her og nú.
Sosialurin