Agila ? ein rúmligurinnkeypsvognur frá Opel

Herfyri skrivaðu vit um tveir bilar, sum vóru á veg. Ein nýggjan Opel Agila og Suzuki Wagon R í nýggjari útgávu. Nú eru báðir komnir til landið. Opel hevur gjørt samstarvsavtalu við Suzuki um Agila, ið verður gjørdur á einari nýggjari GM verksmiðju í Pólandi.

Magnus Gunnarsson


Mikrovan ella MPC

Hesir bilar verða kallaðir Mikrovan ella MPC (Mini People Carrier). Onkur hevur kallað teir fyri smáar flytikassar, sum eisini hóskar væl, tí teir hava gott pláss til fýra vaksin og fleiri møguleikar til viðførið.

Tey sum koyra við hesum bilum, merkja ikki nógv til, at tey koyra í einum lítlum bili. Tey sita høgt við góðum útsýni, og innan er Agila næstan sum einhvør annar meðalstórur bilur, hvat sitiplássi viðvíkur.

Tað at tey á baksetrinum sita 10 cm hægri ger, at t.d. børnini eisini kunnu fylgja við í ferðsluni. Hetta er júst bilurin til fólk, sum hava tørv á einum rúmligum bili, sum ikki fyllur ov nógv í ferðsluni í býnum.

Agila krevur lítið pláss fyri at fyri venda runt og er lættur at parkera.


Trygdin í ordan

Við ein samantoyt, hava bilar í hesi støddini ikki tær stóru flaturnar at verja seg við. Tí er øll konstruktiónin gjørd á ein slíkan hátt, at tey ferðandi verða væl vard við ein frontalan samanstoyt.

Nógv er gjørt burturúr ljóðisoleringini millum motorrúmið og kabinuna. Eitt nú er onki mekaniskt samband millum motorin og speedaran, við tað at ein sensorur á speedaranum sendur signal til eina stýriskipan á motorinum.

Aglia fæst við tveimum ECOTEC motorum, annar er 3 syl. 1.0 litur við 58 hk, og hin er 4 syl. 1.2 litrar og 75 hk.

Bilurin, vit royndarkoyrdu, hevði 1.2 l motorin, og hóskaði hann sera væl til bilin.


Opið hús leygardagin

Av trygdarútgerð kann t.d. nevnast ABS bremsur, airbag til bilføraran og síðumannin, el-síðuspegl, elektroniska startsperru og stálbjálkar inni í hurðunum. Annars hevur hann sentrallás, el-síðurútar framman, pollenfiltur, elektroniska servostýring, stereoradio við fløguspælara og fýra hátalarum.

Í morgin, leygardagin, verður opið hús frá kl.10.00 til 16.00 hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin, har Opel Agila verður sýndur fram, og høvi verður at royndarkoyra hann.


Opel Agila


Motorurin 4 syl 1,2 l 16V 75 hk


0-100 km/t13,5 sek. / 5 gear


Bensinnýtsla 15,4 km/l


Dekkstødd 155/65-14


Stødd og vekt

Longd 350,0 cm

Breidd 162,0 cm

Hædd 169,5 cm


Eginvekt 975 kg


Viðførisrúm 240 litrar (við setrunum uppi)


Prísur 130.000 kr - Agila 1.0 l kostar kr 123.900 kr


Søluumboð P/F Meinhardt Arge