Orsøkina til hesa óhaldbaru støðu er tann, at myndugleikarnir uttan nakra fráboðan hava strikað avtalu, har musikklærarar, sum ferðast kring landið at undirvísa, fáa tímapening, sum eisini er partur av sáttmála. Avleiðingin av hesum er, at musikklærarar leita sær arbeiði í miðsteðarøkinum heldur enn á bygd. Tí fáa bygdarbørn skjótt onga musikkundirvísing.
Tað er fyri at mótmæla hesum, at foreldur at musikkskúlanæmingum nú savna inn undirskriftir. Vit vilja við hesum alment skriva undir, tí vit taka fult og heilt undir við, at eisini børn kring landið fáa musikkundirvísing.
Í hesum tíðin har tað verður fokuserað so nógv uppá keyp og sølu, har ein fyritøka fyri og onnur eftir verður uppkeypt, har virðið á partabrøvum hækkar alsamt, ja har so nógv snýr seg um pengar, vinning og íløgur, eiga vit so sanniliga eisini at stegða á og spyrja, hvørji onnur virði í samfelagnum vit eiga at geva størri gætur og raðfesta hægri. Eitt av hesum virðum, sum ikki kann gerast upp í pengum, er tann tónleikaundirvísing, sum verður løgd niður í børn okkara. Einki eru vit eitt ríkt og gott nútímans vælferðarsamfelag, um vit ikki skapa umstøður fyri tónleikaundirvísing kring landið.
Í eini tíð har nógv ung hava lætt við at lata seg fanga av vánaligum avbjóðingum, har vandamikil rúsevni gerast alt meira vanlig og har harðskapur og illstøður gerast meira umfevnandi, eiga vit at ásanna týdningin at hava tilboð til børn og ung, so tey fáa gott í beinið og ein førning, sum kann menna tey víðari gjøgnum lívið. Her man tónleikurin vera eitt av teimum bestu svarunum. Orðini hjá Karl Anton Klein, sála um júst hetta mál standa framvegis so krystallklár fyri okkum. Hann, sum vígdi sítt lív til frama fyri at geva teimum ungu tónleikaundirvísing. Hann, sum aftur og aftur lat mynguleikarnar vita, at tað er ein góð íløga at geva ungdóminum góðar tónleikaumstøður, heldur enn at ganga fyri vág og vind á gøtuni.
Við hesum vilja vit bert minna á tann týdning, sum tónleikaundirvísing hevur fyri ikki bert hvønn einstakan men fyri eitt samfelag sum okkara. Og tað er nettupp hetta, sum Musikklærararfelagið ger vart við. Heldur enn at spara á hesum øki eigur politiski myndugleikin at gera enn størri íløgur her, tí hetta kann geva okkum tvífalt aftur. Latið okkum stuðla musikklærarunum og foreldrum at musikkskúlanæmingum í hesum.
Sosialurin