fjølmiðlunum um, at HB í ár er favorittur til at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1990. Øll vita, at kappingin enn er ung, og tað eru framvegis 45 stig at spæla um, men at HB er, um ikki greiður [...] Tvøroyri og saman við HB er einasta ósigraða liðið eftir í kappingini. Og so er tað GÍ, sum enn ikki rættiliga hevur livað upp til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at [...] fólki enn Sumba, ger tað sama seg galdandi her. Um onkrir av teimum týdningarmiklu monnunum ikki kunnu vera við, er úrvalið at seta í staðin ikki so stórt. Hvussu væl HB veruliga er fyri, og um GÍ veruliga
tapt hjá TB. Vit taka tað róligt Men hóast teir taptu slagið, er kríggið hinvegin júst byrjað, og hóast liðið av Tvøroyri nú liggur niðast, er eingin orsøk til fjáltur á Sevmýri. ? Tað eru nógvir dystir [...] Bertholdsen besta málið í dystinum, men tað var ikki uttan góða hjálp frá TB-verjuni. Bólturin var á veg út um baklinjuna. Ein TB-leikari fylgdi honum og ætlaði at skerma hann av út til málspark, men ein klaksvíkingur [...] til, og Magni Hentze hevði ongan livandi kjans at taka bóltin, sum endaði heilt uppi í málhorninum. Hetta málið knekkaði TB, sum ikki kom í gongd aftur. Í staðin bleiv tað til nógvar ónollur frá báðum pørtum
greitt at vita frá venjaranum hjá sær, at hann ikki er so fegin um at missa føroyska landsliðsspælaran hjá sær til henda dystin, um hann verður úttikin. Tað er ein eitt sindur keðilig støða at vera í, men altjóða [...] tippeligaini verður sunnudagin 7. juni, og tá fær Kongsvinger vitjan av ongum minni enn oddaliðnum Rosenborg. Hetta er ein av dystunum, Julian sjálvur hevur verið mest spentur uppá. Rosenborg hevur verið [...] eisini í europeiskum fótbólti í ár. Tað er í intertoto-kappingini, har teir hava drigið eitt ókent lið úr Wales í fyrsta umfarinum. Um Kongsvinger vinnur hetta liðið, sum teir ikki skuldu fingið trupulleikar
FÓTBÓLTUR: Tað er okkurt, sum bendir á, at sandoyingar smátt um smátt eru við at fóta sær, eftir at teir í fjør noyddust at flyta niður í 2. deild, og eftir at teir fyrr í ár í hampuliga góðari venjingarstøðu [...] saman. At luturin hjá hesum liðnum verður at halda seg omanfyri strikuna, heldur enn at stríðast fyri heiðursmerkjum, er einki at ivast í. Hjá B71 var Jónsvein Thomsen við aftur, eftir at hann alt síðani [...] alt annað enn nøgdir við) ? trýstu teir eitt sindur. Men í staðin vóru tað B71 og Jónsvein Thomsen, sum aftur vóru upp á spæl, eftir kiks í uppspælinum hjá heimaliðnum. Álopsmaðurin lobbaði upp um verjuspælara
ætlanin er, at læknin skal hyggja inn í knæið beinanvegin eftir at síðsta umfarið í landskappingini er spælt 2. hvítusunnudag. Tað vil siga, at hetta verður gjørt beinanvegin, eftir at landsliðið er komið [...] ? Í mínum huga er eingin ivi um, at Jákup Mikkelsen er eitt av evnunum til at gerast ársins spælari í Herfølge. Hann hevur verið sera stúttur í vár, og eg rokni hann sum ein av mest týdningarmiklu spælarunum [...] spælarunum hjá mær. Tað er Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, sum vit hava í telefonini. Hann dylur ikki, at hann er sera fegin um, at tað hevur eydnast felagnum hjá honum at bundi Jákup Mikkelsen afturat
Bólturin er rundur, og alt kann henda. Tað er eftir slík úrslit, sum tað í Gøtu sunnudagin, at sovorðnar frasur verða funnar fram. Tí tað er einki at liggja omaná, at talan var um eitt sera óvæntað úrslit [...] styrkja moral og sjálvsálit, og tað kann ikki staðfestast annað, enn at tað eydnaðist teimum og tað í nógv ríkari mát, enn nakar hevði droymt um. Tannleyst heimalið Tað hevði verið skeivt at sagt, at útiliðið [...] við javnleik, um hann stóð teimum í boði, og teir dylja heldur ikki, at eitt tepurt tap hevði tað væl borið til at liva við. Eftir vánaligu úrslitini síðstu vikuna ráddi tað fyrst og fremst um at styrkja
vágbingum: ? Talan er um fasta mannagongd. Fríggjadagin komu pappírini frá UEFA, sum VB skal fylla út í sambandi við teirra heimavøll. So er spurningurin, um UEFA góðkennir vøllin í Hvalba, og um kekkiska felagið [...] býta um. Tað vita vit ikki enn. Veruleikin er tann, at vit hava ikki enn fingið at vita, hvat mótstøðuliðið hjá VB verður, men tað vóna vit at fáa greiðu av fyrsta dagin. FSF hevur ikki gjørt av enn, nær [...] til at spæla á heimavølli á jóansøku, tí hetta plagar at vera størsta áskoðarainntøkan á árinum. ? Vit hava heitt á FSF um at hjálpa okkum at býta dystirnar um, soleiðis at vit spæla á útivølli fyrst,
best í at vaska talvuna og gloyma hetta avrikið ella rættari at gloyma, at teir einki avrik útinntu. Tær ferðirnar, tá tað eydnaðist teimum at senda bóltin meiri enn tvær ferðir ímillum sín, kunnu teljast [...] myndaðist í Runavík, var talan ikki um eitt mál ov stóran sigur. Liðavrikið HB vísti ikki so polerað og hugflogsríkt álopsspæl, sum teir onkuntíð hava gjørt, men talan var heldur um liðavrik, har ein spældi fyri [...] ídni og nærlagni eyðkendi hvørja flyting. Allan Mørkøre, sum hevði útgangsstøðu í høgru á miðvøllinum, er ongantíð sæddur betri, Jóhannes Joensen og Jens Erik Rasmussen tykjast hava lært at takla ígjøgnum
fastrina og grannafólkið annars. Og vermamman er umgyrd av øllum tí, sum minnir um frama . . . so leingi tað varir, at siga. Eitt sindur um hetta og eitt sindur um ymiskt annað, fara áskoðararnir at síggja [...] hevur áður verið at sæð á palli í Havnar Sjónleikarfelag. Tað var í 1963, men hóast nakað er broytt, so er leikurin enn hin sami ? ein skemtileikur av tí góða gamla slagnum. Jákup Olsen, sum hevur leikstjórnað [...] eitt heim, tá ið verjuskylda hansara er av. Og nú fær hann landloyvi at lúka fyrstu treytina, nevniliga brúðleypið. Uppi í brúðrini hongur ? tíverri fyri hann ? meira enn slørið. Hann má taka vermammuna við
avgerðini um barnaansing verður í Sjónleikarhúsinum ella ikki. ? Eg meti Heðin vera ógegnigan. Løgfrøðisliga eri eg ikki skikkaður at siga, um hann er gegnigur ella ógegnigur, men moralskt er hann avgjørt [...] fram heldur enn at seta seg niður at tosa um, hvussu trupulleikin verður loystur. Fyri Heðin er tað av størri týdningi at koma fram í fjølmiðlunum og markera seg við hesum málinum heldur enn at arbeiða [...] vit brúka meiri pengar til at fáa trupulleikan loystan. Sum er sleppa vit ikki at gera tær stóru nýíløgurnar. Spurningurin er, um býráðið ikki er noytt at taka málið í egnar hendur og byggja út. Tað kann