Brim og brúðleyp í Sjónleikarhúsinum

Í annaðkvøld frumsýnir Havnar Sjónleikarfelag skemtileikin Brim og brúðleyp í sambandi við, at Sjónleikarhúsið partvíst er umbygt

Leikurin hevur áður verið at sæð á palli í Havnar Sjónleikarfelag. Tað var í 1963, men hóast nakað er broytt, so er leikurin enn hin sami ? ein skemtileikur av tí góða gamla slagnum. Jákup Olsen, sum hevur leikstjórnað, var eisini við í 1963, tá í leiklutinum sum Carnoustie Blight.

Leikurin, sum er í trimum pørtum, fer fram í heimi Hornetts í eini lítlari bygd miðskeiðis í fimtiárunum. Sjómaðurin Albert Tufnell leggur ást saman við arbeiðsmannadóttrini Shirley Hornett og vil saman við henni stovna eitt heim, tá ið verjuskylda hansara er av. Og nú fær hann landloyvi at lúka fyrstu treytina, nevniliga brúðleypið.

Uppi í brúðrini hongur ? tíverri fyri hann ? meira enn slørið. Hann má taka vermammuna við, umframt verfaðirin, fastrina og grannafólkið annars. Og vermamman er umgyrd av øllum tí, sum minnir um frama . . . so leingi tað varir, at siga.

Eitt sindur um hetta og eitt sindur um ymiskt annað, fara áskoðararnir at síggja í skemtileikurin Brim og brúðleyp, sum verður frumsýndur í annaðkvøld í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nógv til gamans og eitt sindur til álvara ? fyri tey sum álvaran duga at síggja.


Leikararnir

Philip King og Falkland L. Cary hava skrivað leikin og Georg L. Samuelsen týddi. Jákup Olsen, sum hevur staðið á palli í Sjónleikarhúsinum, síðandi hann var fimtan ára gamal, roynir seg fyri fyrstu ferð sum leikstjóra. Leiktjøldunum hevur hann eisini havt ábyrgdina av saman við Karini Djurhuus.

Leikararnir eru Birita Krossteig, Jógvan Salomon Joensen, Gunhild V. Michelsen, Malan Thomsen, Kjartan Hansen, Jón Thorsteinsson, Jóanna Djurhuus, Dora Samuelsen og Hilmar Joensen. Búnunum hevur Jóhanna Maria Djurhuus syrgt fyri, Lív Dam hevur seymað, Marjun Olsen og Sissal Frisdahl sminka og gera hár, Niels Nielsen og Tróndur Vatnhamar hava ábyrgdina av ljósinum, Rúna Mortensen og Elsa Jacobsen eru pallstjórar og Eva Brekkstein og Beinta Jacobsen eru teskarar.