hví pensjónsmálið varð handfarið, sum tað bleiv. Høgni Hoydal, varaløgmaður, vísti á, at neyðugt er fáa staðfest, hvat er hent í umsitingini hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, tá uppskotið um pensjónslógina [...] og harðar atfinningar frá samgongutinglimum móti arbeiðshátti landsstýrissins. Sum Sosialurin skilti á Tjóðveldisflokkinum fyrrapartin í gár, fór flokkurin at krevja frágreiðing frá landsstýrinum um, hví [...] fingin á málinum. Varaløgmaðurin sigur ongan iva vera um, at pensjónsmálið er handfarið skeivt. Málið rakar jú inntøkuna hjá hvørjum einstakum pensjónisti, og tí áttu pensjónistar at verðið væl og virðiliga
Tað kom mær ógvuliga dátt við, tá ið eg hoyrdi, at Marit var farin frá hesum foldarheimið. Væl visti eg at hon var sjúk, men tað verður tó ikki altíð hugsa um, at deyðin kann vera so skjótur á gátt hjá [...] hjá einum og hvørjum av okkum. Eg kom at kenna Marit, ja heilt frá ungdómsdøgum av á Tvør-oyri, og seinni tá vit báð-ar fluttu norð um fjørð at búgva, tá komu vit oft-ani saman bæði til gaman og álvara. [...] Og ikki at gloyma allar tær hugnaligu uttanlanda ferðirnar, hvar vit kundu nýta tað góða veðrið og vera saman við glaðum og góðum fólkum. Men nú til seinast møtti tú ikki so oftani við, vegna ta ringu
á skipasmiðjuni Flender Werft í Lübeck í Týsklandi. Tað var í sambandi við, at kjølurin til nýggju Norrønu varð lagdur. Til hátíðina vóru umboð frá Smyril Line í Føroyum. Umframt føroysku umboðini vóru [...] Hetlandi, sum hava lagt pening í stóru verkætlanina. Tað varð gjørt soleiðis, at tríggjar myntir vórðu festar á eina plátu, ið hevði eina áskrift, sum segði frá, at hetta var Norrøna. Tær tríggjar myntirnar eru [...] september í ár, verður møguleiki hjá einum og hvørjum at taka plátuna við myntunum. Plátan verður síðani latin reiðarínum, og finnarin fær ístaðin eina gullmynt. Hetta er vanligur siður í Týsklandi í sambandi
verður fram ímóti, at frá kappingarbyrjan 2026 fer VAR at verða nýtt í Betrideildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið, skrivar Fótbóltssambandið. Vit kenna tað frá Champions League, Europa [...] rið 2026 fer í gongd. Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF. Sum skiltst, so fer VAR at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini [...] dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.
nal Ecosystem Summer Survey in the Nordic Seas (IESSNS)". - Tað er Havstovan, sum stendur fyri føroyska partinum av kanningini, og bjóðar arbeiðið út til føroysk skip. Í ár hevði Tróndur í Gøtu lægsta [...] Havstovuni. Tað veit heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu at siga. Lagt verður aftrat, at manningin umborð á Tróndi í Gøtu, nú teir gera hesar royndir, telur 14, og haraftrat eru fýra granskarar við frá Havstovuni [...] Á hvørjum ári ger Havstovan makrelroyndir í føroyskum sjógvi. Royndirnar verða gjørdar nøkulunda í senn í Noregi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Kanningin ber heitið "Cruise report from the International
at gera tað enn betri. Jógvan Hansen hevur sjálvur verið við til at skriva sangin, sum hann luttekur við hesaferð. Í ár framførir hann saman við íslendska Vignir Snær Vigfússon, og sangurin er meira lívligur [...] kappingar eru í íslendska Grand Prixnum. Fimm sangir eru við í hvørjari kapping, og tveir sangir frá hvørjum umfari koma víðari til finaluna. Jógvan Hansen skal luttaka í seinasta innleiðandi umfarinum, sum [...] sangurin í fjør var. - Vit fara eftir sigrinum í kappingini. Eg haldi, at vit hava ein góðan sang, so tað skuldi verið ein møguleiki fyri, at vit kundu vunnið, sigur Jógvan Hansen. Tríggjar innleiðandi kappingar
í B bólkinum. Í hvørjum bólkinum skuldu øll liðini so spæla ímóti hvørjum øðrum fýra ferðir, og so var ætlanin at runda av við finalu og dysti um fjórða plássið. Men soleiðis varð tað ikki. Eingin kapping [...] Old boys FM Í ár gekk tað striltið hjá 2. deilarliðnum í Leirvík. Tað var ikki fyrrenn í endaumfarinum, at teir í kapping við teir næstbestu hjá EB/Streymi komu undan niðurflytingini og bjargaðu sær plássinum [...] hvørja ferð. Tað var rættuliga javnt millum LÍF og SÍF. Á Sandi vann LÍF 4?1 á SÍF, og í Leirvík vann SÍF 4?1 ímóti LÍF. Í hinum báðum dystunum millum hesi feløgini var úrslitið 1?1. Tað vil við øðrum
feløgum hjá hvørjum øðrum sømdir og møguleikar, ið ikki vóru frammanundan. Tá ið Hoyvíkssáttmálin kom í gildi, bleiv ásannað, at tað hevði gagnað pørtunum at skipa sendistovur hjá hvørjum øðrum fyri betur [...] innara marknaðinum í Evropa hevur roynst sera væl, hóast Ísland er ein lítil tjóð samanborið við hini londini í EBS. Ísland er eitt tað besta dømi um, at smá lond kunnu standa seg í kappingini við tey [...] londunum til fyrimunar. Ein av grundleggjandi hugsanunum við Hoyvíkssáttmálanum er, at londini skulu geva borgarum hjá hvørjum øðrum somu sømdir, sum londini veita teirra egnu borgarum. Sáttmálin gevur persónum
boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur smærri enn 23 sentimetrar. Vørn kann síðan seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har íblandingin er ov stór. Í gjár hendi so tað, at F [...] einum øki sunnan fyri Føroyar, soleiðis sum viðhefta kort vísir. Veiðibannið er galdandi í 14 dagar frá í gjár at rokna, og tað er galdandi fyri øll skip, ið hava loyvi at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi [...] eftir, at tað í fjør vár og aftur í vetur vísti seg, at skipini, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fáa meira enn vanligt av smáum svartkjafti. Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í andsøgn
vin Søren Huss frá Saybia, sum hevur verið við fyrr, og spurdi seg fyri. - Eg havi bara hoyrt, at tað er ógvuliga stuttligt at luttaka og vera saman við hinum. Har er góður stemningur frá byrjan av, sigur [...] meira um teir sangirnar HER . Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur verður við í Toppen af Poppen, og tað má sigast, at tað er upp á tíðina. Hetta er níggjunda sesong av populeru sendingini, og tey flestu [...] i, verður tað við Teiti Lassen á skerminum. Teitur verður millum teir tónleikararnar, sum kekka inn á Kellers Badehotel á Fanø, har tónleikararnir skiftivís skulu tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum. TV2