Í alheimsgerðini verður heimurin støðugt minni, eins og lond støðugt verða tættari bundin hvør at øðrum. Ísland og Føroyar eru nærskyldar tjóðir og hava í áravís bygt sítt samskifti og samstarv á vinalag, virðing og álit. Við Hoyvíkssáttmálanum avgjørdu londini at ganga eitt stig longur og seta á stovn felags fíggjarumveldi, íbúgvarum hjá báðum londunum til fyrimunar.
Ein av grundleggjandi hugsanunum við Hoyvíkssáttmálanum er, at londini skulu geva borgarum hjá hvørjum øðrum somu sømdir, sum londini veita teirra egnu borgarum. Sáttmálin gevur persónum og fyritøkum í Føroyum og Íslandi trygd, tí hesi hava fingið javnbjóðis møguleikar, um tey hava hug at royna seg í ávikavist Íslandi og Føroyum. Á summum økjum hevur ongin forðing verið frammanundan, men júst hendan trygdin um javnbjóðis møguleikar hevur stóran týdning, serliga fyri smærri fyritøkur og er við at geva teimum dirvi at fara út um landoddarnar at royna seg.
Føroyar og Ísland hava havt gott samband og samstarv frá gamlari tíð. Samstarvið hevur tey seinnu árini rættiliga tikið dik á seg eisini innan vinnu og mentanarlívið, og Hoyvíkssáttmálin styrkir munandi um hesa gongd. Hóast samstarv longu var frammanundan, hevur sáttmálin økt um møguleikarnar. Hetta sæst í øllum teimum lógum, ið eru broyttar, sum fylgjur av sáttmálanum. Hesar lógarbroytingar prógva, at londini hava givið borgarunum og feløgum hjá hvørjum øðrum sømdir og møguleikar, ið ikki vóru frammanundan.
Tá ið Hoyvíkssáttmálin kom í gildi, bleiv ásannað, at tað hevði gagnað pørtunum at skipa sendistovur hjá hvørjum øðrum fyri betur at kunna gera brúk av teimum møguleikum, ið sáttmálin hevur við sær. Íslendska sendistovan í Tórshavn lat upp 1. apríl, og var hetta tann fyrsta diplomatiska umboðanin í Føroyum í áratíggju. Føroyska sendistovan í Reykjavík lat upp 15. september. Sendistovurnar koma uttan iva at verða báðum londunum til gagns og fara at varðveita tey góðu sambondini millum Ísland og Føroyar.
Umframt at geva vinnulívinum øktar møguleikar, er ætlanin við Hoyvíkssáttmálanum somuleiðis at leggja lunnar undir samstarv, eitt nú innan mentan, útbúgving, umhvørvi, ferðavinnu, gransking og heilsutænastu. Sum liður í hesum ætlanum undirskrivaðu vit eina felags fráboðan um samstarv á heilsuøkinum, tá ið føroyska sendistovan í Reykjavík lat upp, og í hesum døgum verður arbeitt við at ítøkiliggera hesar ætlanir.
Føroyingar og íslendingar tóku eitt stórt stig við Hoyvíkssáttmálanum. Tá ið stór stig verða tikin, kann stúran kykna og ivi koma í. Serliga tá ið tosað verður um at lata upp áður ókendar marknaðir, eins og íslendingar upplivdu, tá ið teir gjørdust limir í EFTA. Tíðin hevur kortini víst, at limaskapurin í innara marknaðinum í Evropa hevur roynst sera væl, hóast Ísland er ein lítil tjóð samanborið við hini londini í EBS. Ísland er eitt tað besta dømi um, at smá lond kunnu standa seg í kappingini við tey stóru, um møguleikarnir, ið millumtjóða samstarvi letur upp fyri, verða brúktir.
Hoyvíkssáttmálin er í sær sjálvum bert ein karmur, sum skal útfyllast og gagnnýtast, um hann skal roynast føroyska og íslendska fólkinum ein vinningur. Við sáttmálanum eru dyr latnar upp, og avbjóðingin er at gera brúk av teimum møguleikum, hann hevur við sær.
Tað eru øki, sum ikki beinleiðis eru fevnd av Hoyvíksáttmálanum. Tó ivast vit ikki í, at tær hugsjónir, sum sáttmálin er grundaður á, við tíðini fara at hava við sær, at forðingar og avmarkingar á hesum økjum eisini fara at verða tiknar burtur.
Vit vilja tí virka fyri øktum og enn breiðari samstarvi millum Føroyar og Ísland og vilja í felag arbeiða fyri at fremja og røkka hesi felags áhugamál.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharri Íslands