Nøkur minningarorð um Marit Persson

Tað kom mær ógvuliga dátt við, tá ið eg hoyrdi, at Marit var farin frá hesum foldarheimið.
Væl visti eg at hon var sjúk, men tað verður tó ikki altíð hugsa um, at deyðin kann vera so skjótur á gátt hjá einum og hvørjum av okkum.
Eg kom at kenna Marit, ja heilt frá ungdómsdøgum av á Tvør-oyri, og seinni tá vit báð-ar fluttu norð um fjørð at búgva, tá komu vit oft-ani saman bæði til gaman og álvara. Og ikki at gloyma allar tær hugnaligu uttanlanda ferðirnar, hvar vit kundu nýta tað góða veðrið og vera saman við glaðum og góðum fólkum.
Men nú til seinast møtti tú ikki so oftani við, vegna ta ringu heilsuna. Eg komi ongantíð at gloyma, hvussu trúgv tú var at vitja meg, tá ið eg lá á hvíldarheiminum.
Nú er Marit farin heim til Jesus, har hon bíðar eftir sínum kæru.

Eg sigla man yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja,
Mín Harri Jesus, hann kós mær gav,
og hesi kós vil eg fylgja.
Eg stevni fram at teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er.

Friður verið yvir minni hennara.

Justa