Mánadagin var hátíðarløta á skipasmiðjuni Flender Werft í Lübeck í Týsklandi. Tað var í sambandi við, at kjølurin til nýggju Norrønu varð lagdur.
Til hátíðina vóru umboð frá Smyril Line í Føroyum. Umframt føroysku umboðini vóru fólk úr Íslandi og Hetlandi, sum hava lagt pening í stóru verkætlanina.
Tað varð gjørt soleiðis, at tríggjar myntir vórðu festar á eina plátu, ið hevði eina áskrift, sum segði frá, at hetta var Norrøna. Tær tríggjar myntirnar eru úr Íslandi, Føroyum og Hetlandi.
Plátan varð síðani fest á ein træbjálka, ið fer at liggja undir skipinum. Tá skipið verður sjósett tann 6. september í ár, verður møguleiki hjá einum og hvørjum at taka plátuna við myntunum. Plátan verður síðani latin reiðarínum, og finnarin fær ístaðin eina gullmynt. Hetta er vanligur siður í Týsklandi í sambandi við skipabygging.
Spentur um skipið
Óli Hammer er sera spentur um hetta nýggja og framkomna skipið, sum nú verður bygt. Hann væntar, at tað fer at økja um talið av ferðafólki og nøgdina av farmi, sum verður flutt millum londini.
Tá skrokkurin verður sjósettur tann 6. september skal skipið gerast liðugt innan. Væntandi verður Norrøna sett í sigling í mars 2003.










