Nú skal Teitur við í "Toppen af Poppen"

Teitur skal royna seg í donsku sendingini, har kendir tónleikarar tulka sangir hjá hvørjum øðrum

Næstu ferð danska tónleikasendingin Toppen af Poppen fer av bakkastokki, verður tað við Teiti Lassen á skerminum. Teitur verður millum teir tónleikararnar, sum kekka inn á Kellers Badehotel á Fanø, har tónleikararnir skiftivís skulu tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum.

 

TV2 hevur avdúkað fyrstu fýra nøvnini, og umframt Teitur er talan um Kwamie Liv, Chief 1 og Anders Blichfeldt.

 

Tá Teitur varð spurdur um at vera við, kendi hann ikki so væl hinar tónleikararnar, skrivar TV2. Hann ringdi tí til sín góða vin Søren Huss frá Saybia, sum hevur verið við fyrr, og spurdi seg fyri.

 

- Eg havi bara hoyrt, at tað er ógvuliga stuttligt at luttaka og vera saman við hinum. Har er góður stemningur frá byrjan av, sigur Teitur við TV2.

 

Toppen af Poppen er ein sera væl umtókt og virðismett sending í Danmark. Nógvir av sangunum, sum hava verið tulkaðir her, hava fingið nýtt lív og eru blivnir fólkaogn í dag. Les meira um teir sangirnar HER.

 

Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur verður við í Toppen af Poppen, og tað má sigast, at tað er upp á tíðina. Hetta er níggjunda sesong av populeru sendingini, og tey flestu av teimum fremstu tónleikarunum í danska kongaríkinum hava verið við.

 

Næsta sesong af Toppen af Poppen verður send í heyst.