Høgni Hoydal verjir smáan svartkjaft

Í gjár varð lýst bráðfeingisveiðibann í 14 dagar fyri veiði eftir smáum svartkjafti sunnan fyri Føroyar.

- Á fyrsta sinni verða nú tiltøk sett í verk til tess at verja ungfiskin í svartkjaftafiskiskapi í føroyskum sjógvi.

 

Hesa fráboðan legði Fiskimálaráðið út á sína heimasíðu nakað fyri hálvan februar í ár. Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, lýsti tá nýggjar reglur, sum skulu forða fyri, at ov nógv verður veitt av smáum svartkjafti í føroyskum sjógvi.

 

- Hetta verður gjørt eftir, at tað í fjør vár og aftur í vetur vísti seg, at skipini, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fáa meira enn vanligt av smáum svartkjafti.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í andsøgn við góða stovnsrøkt at fiska smáan svartkjaft, ið ikki er komin í gýtingaraldur.

 

Tí gjørdi hann av at seta reglur í verk, sum kunnu verja ungfiskin. Hesar reglur seta hámark fyri, hvussu nógvur ungfiskur er loyvdur í fiskiskapinum eftir svartkjafti.

 

Samstundis hevur skiparin skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur smærri enn 23 sentimetrar. Vørn kann síðan seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har íblandingin er ov stór.

 

Í gjár hendi so tað, at Fiskiveiðieftirlitið - vísandi til hesar reglur - lýsti bráfeingisveiðibann fyri fiskiskapi við uppsjóvartroli á einum øki sunnan fyri Føroyar, soleiðis sum viðhefta kort vísir.

 

Veiðibannið er galdandi í 14 dagar frá í gjár at rokna, og tað er galdandi fyri øll skip, ið hava loyvi at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2016.