Old boys FM
Í ár gekk tað striltið hjá 2. deilarliðnum í Leirvík. Tað var ikki fyrrenn í endaumfarinum, at teir í kapping við teir næstbestu hjá EB/Streymi komu undan niðurflytingini og bjargaðu sær plássinum í deildini.
LÍF var mest sum øll átttati árini partur av bestu deildiniÍ áttati árunum var eingilsktmaðurin Martin Nudgent og spældi fótbólt í Leirvík, og tá var LÍF við til at mynda toppin í fótbóltskappingini. Longst rukku teir í 1984 og í 1985, tá ið teir endaðu á fjórða plássinum.
Síðsta ferðin LÍF var í bestu deildini var í 1993.
Fleiri av teimum, sum vóru á besta liðnum miðskeiðis í áttati árunum, hugna sær nú í old boys kappingini. Har hevur tað tvey tey seinastu árini hilnast væl. LÍF vann gullkrónurnar í fjør, og aftur í ár fingu teir gullkrónurnar handaðar.
Sambært kappingarskipanini var upprunaliga ætlanin, at trettan lið skuldu kappast í tveimum bólkum ? sjey í A bólkinum og seks í B bólkinum. Í hvørjum bólkinum skuldu øll liðini so spæla ímóti hvørjum øðrum fýra ferðir, og so var ætlanin at runda av við finalu og dysti um fjórða plássið.
Men soleiðis varð tað ikki. Eingin kapping varð avgreidd í A bólkinum, og so varð avgjørt, at B bólkurin skuldi vera FM bólkur. LÍF og SÍF møttu til allar fýra kappingarnar ? á Sandi, í Leirvík, á Eiði og í Sandavági. Hini liðini vóru B68, ÍF, B71 og EB/Streymur. Tey møttu ikki øll hvørja ferð.
Tað var rættuliga javnt millum LÍF og SÍF. Á Sandi vann LÍF 4?1 á SÍF, og í Leirvík vann SÍF 4?1 ímóti LÍF. Í hinum báðum dystunum millum hesi feløgini var úrslitið 1?1. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað stóð púra javnt í innanhýsis uppgerðunum. Men SÍF misti trý stig ímóti øðrum feløgum. LÍF misti einki stig burtursæð frá ímóti SÍF. Tí vóru leirvíkingar bestir, og SÍF endaði á øðrum plássi.