síðani, og nú er tørnið so komið til føroyska landsliðið, sum annars er merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við á liðnum. Royndin, sum tosað verður um, er tað at skula spæla ein fótbóltsdyst í [...] landsliðið merkisvert á tann hátt, at eingin leikari úr GÍ er við í 18-mannahópinum, sum nú er staddur í Jugoslavia. Talan hevur annars seinastu tíðina verið um teir báðar, Sámal Joensen og Helga L. Petersen [...] Martin Knudsen og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni úr B36, Julian Johnsson úr Hull City, Johan Byrial Hansen úr OB, Óli Johannesen úr Hvidovre
Dynamikkur Á tíðindafundi týsmorgunin kundu teir tríggir, Anfinn Kallsber, Sámal Petur í Grund og Karsten Hanser, ernir leggja hetta nýggja uppskotið fram fyri umboðum fyri fjølmiðlarnar. Allir vóru teir á einum [...] uppskot. Fleiri onnur kend nøvn í føroyskum politikki høvdu eisini lovað sær við á fundin, og ein teirra, Óli Breckman, hevði á orðið, at talan her var um góðan borgarligan búskaparpolitikk. Hóast útreiðslurnar [...] dagsins ljós júst, tá ið tað hevði ligið á borðinum hjá landsstýrinum í longri tíð. Og hetta hevur als einki við valið at gera, legði hann serliga stóran dent á. Skipanin kemur at virka frá 1. januar 2002
við hesum tiltakinum fegin vísa á møguleikan at fara út í verðina at gera hjálpararbeiði í staðin. Fyri okkum var tað betri enn at ferðast, sigur Ása á Neystabø. Tónleikur á Stuðulstiltakinum: ORKA v/Eivør [...] fyri at fáa vegleiðing? Hvørjir møguleikar eru? Hesir og nógvir aðrir spurningar mólu í høvdinum á Katrin á Neystabø, tá hon fyri knøppum ári síðan var liðug við sína útbúgving. - Eg havi altíð ætlað mær [...] sengur at sova á, sigur hon. Gana telist millum tey afrikonsku londini, sum eru rættiliga væl fyri. Landið liggur í Vesturafrika, og er gomul ensk koloni. Tað var torført at síggja mun á hvør hevði tað
veksur gjógvin millum ein pedagog á hægsta stigi og eitt hjálparfólk á hægsta stigi við 1.211,- um mánaðin. Hetta merkir, at eitt hjálparfólk á hægsta stigi, ið arbeiðir á dagstovnaøkinum, nú fær heili 9 [...] sáttmálasamráðingar áhaldandi víst á ótryggu setanarviðurskiftini hjá hjálparfólki. Víst hevur verið á, at ótryggu setanarviðurskiftini beinleiðis føra til óstabilitet á økinum. Arbeiðsgevararnir hava tikið [...] skerdan lut. Um vit taka hjálparfólk á byrjunarstigi, so sæst, at mánaðarlønin hjá einum fulttíðarsettum hjálparfólki veksur við 735,- í sáttmálaskeiðnum. Eitt hjálparfólk á hægsta stigi fær ein vøkstur uppá
síggja, at KAF serliga vildi leggja dent á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum, til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum. Hetta er í tráð við tað, sum H [...] høg. Pedagogfelagið vrakaði uppskotið tí tey meina ikki, at tað loysir stóra trupuleikan á starvsfólkatrotinum á námsfrøðiliga økinum. Við øðrum orðum, at tað pr. automatikk ikki førir til fleiri pedagogar [...] Meinar Pedagogfelagið, at støðug hjálparfólk ikki hækka dygdina á námsfrøðiliga arbeiðnum? Semingsuppskotið leggur júst upp til eitt hægri støði á námsfrøðiliga arbeiðnum. Við tryggari setanarviðurskiftum av
Men, sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er kærunevndin í almannamálum nú komin til ta niðurstøðu, at barnafrádrátturin skal mótroknast. Jóan Hendrik Svabo samuelsen, løgfrøðingur á Almanna- og he [...] forsorgarhjálp í heimildarloysi um mánaðarskiftið februar/mars hvørt ár síðani í 1997. Skal ikki skerjast Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at tað verður neyðugt at fáa vi [...] kærunevndin ikki kemur til sama úrslit sum Almanna- og heilsumálastýrið, er tað okkurt, sum bendir á, at lógin er ikki nóg greið. ? Tann spurningurin má avgerðast einaferð við alla. Og verður tað neyðugt
uttan iva sett dám á teirra lív. Í øll 50 árini, tey hava livað saman, er inntøkan komin úr sjónum, og altíð úr virksemi har Oddfríður sjálvur var arbeiðsgevari. Hjørdis arbeiddi í nógv ár á skrivstovuni og [...] og fekst mest við at avrokna manningarnar á skipunum. Samanumtikið kann sigast, at tey hava havt eitt gott og spennandi lív saman, tó at onkuntíð hevur leikað á tá úrtøkan úr virkseminum ikki gav eftir [...] síðst í 1951. Hjørdis Sofía Gregersen er dóttir Petru Petersen f. Magnussen, ættað úr Kollafirði og Sámal Petur Petersen úr Fuglafirði. Hjørdis, sum vaks upp í Fuglafirði, er fødd 22. mars 1928 og er sostatt
peningahjálp var at fáa av nøkrum slag. Tá Hjørmund bleiv 10 ára gamal, fór hann yvir til Dánjal Johan á Tanganum at lossa vøru fyri hann. Tað bleiv eitt gott íkast av tí sindri av pengum, ið hann forvann til [...] hann fleiri túrar við. Hann hevur arbeitt í Ìslandi á landi og róð út eisini har. Hann hevur róð út í Grønlandi eisini og arbeitt hjá E.Pihl & Søn á landi í Grønlandi. Hann hevur eisini arbeitt í Danmark [...] her í kirkjuni. ”Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá, og sá tá eg stetlaði gólvinum á og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað”. Eg fari at takka tær fyri alt gott saman
Spenningurin var stórur í Norðurlandahúsinum hóskvøldið. Sangkappingin Vælskapt Brek var á skránni. Kappingin var útskrivað fyri nøkrum fáum mánaðum síðani av einum áhugabólki, fyri at gera vart við u [...] eingin segði seg hava nakra ábending um, hvør fór avstað við fyrstu virðisløn. Hjørtuni vunnu Eftir at Sámal Petersen og Jóannes Andreasen høvdu leikt yndisliga, beyð Jákup Magnussen stóru mannfjøldini vælkomnari [...] Nevndin metir hetta vera í orðum og lag frískligt og eitt lag, fult av gleði, ið verður framborið á tónlistarliga høgum støði. Leif Andersen tók ímóti virðislønini uppá 10.000 krónur. Nummar eitt gjørdist
málverji. Hartil er vert at leggja til merkis tvey nøvn, sum nú aftur eru í hitanum. Sámal Joensen hevur ikki verið á landsliðnum seinastu góðu fýra árini, meðan Christian Holst Lamhauge ikki hevur verið [...] Fótbóltur Jógvan Martin Olsen hevur longu nú gjørt av, hvørjir spælarar verða við á fyrstu venjingarlegunum hjá A-landsliðnum í fótbólti í komandi ári. Longu undan ársskiftinum hittast spælararnir til [...] í januar mánaði verður so farið undir venjingarnar. Seinasti partur av fyrireikingunum verður í ár á La Manga í Spania, har landsliðið eisini hevur verið fleiri ferðir áður. Í fjør var venjingarlegan tó