Lívið hjá honum hevur ikki verið nakar dansur á reyðum rósum. Tá ið hann var seks ára gamal, hendi tað at hann misti faðirin av sjúku. Tað kom at níva mammuna hart, sum kom at sita einkja í so ungum árum.
Teir blivu seks beiggjar, tann yngsti varð føddur ein mánað aftaná at pápin var deyður. Tað var ringt tá í 30-unum at sita einkja við fleiri smádreingjum. Eingin peningahjálp var at fáa av nøkrum slag. Tá Hjørmund bleiv 10 ára gamal, fór hann yvir til Dánjal Johan á Tanganum at lossa vøru fyri hann. Tað bleiv eitt gott íkast av tí sindri av pengum, ið hann forvann til húsið í Geilini.
Tá hann bleiv 14 ára gamal, fór hann at arbeiða í kolinum. Hann kom skjótt at roynast av raskastu dreingjum í bygdini. Hann fekk næstan beinanvegin fulla løn í kolaarbeiðinum. Har arbeiddi hann í fleiri ár. Men aftur, fyri aðru ferð, kom lagnan at ráma hann. 23. november í 1952 kom hann út fyri vanlukku av dynamittskotum. Hann kom at missa hálvanannan fingur á høgru hond. Kolaarbeiðið var akkordarbeiði, tað var blóðpengar, ið ein tjenti har av pengum. Hjørmund var eisini við trolaranum Drátti, ið hvalbingar keyptu aftaná seinna veraldarbardaga, har var hann fleiri túrar við. Hann hevur arbeitt í Ìslandi á landi og róð út eisini har. Hann hevur róð út í Grønlandi eisini og arbeitt hjá E.Pihl & Søn á landi í Grønlandi. Hann hevur eisini arbeitt í Danmark og í Havnini hjá E.Pihl & Søn. Eina tíð betongaði hann hús við John við Neyst.
Sum yngri var hann mangan dagin við Hermund og fleygaði nátar. Tað vórðu nógvir tilsamans, í túsundavís, ið teir fleygaðu báðir tilsamans av nátum. Í lítlu Dímun fleygaði hann, saman við øðrum monnum, í nógv ár lundar í túsundavís. Hann røktaði lítlu Dímun í 40 ár, har hevði hann mangt baksið um summarið og helst um heystarnar.
Hjørmund fekk sær konu úr Sandvík, men fyri sekstan árum síðani doyði hon av sjúku. Tað var honum ein dyggur smeitur. Tey fingu tríggjar døtur og tveir synir. Hjørmund hevur hjálpt nógvum fólkum av ymsum slagi, latið bæði eitt og annað frá sær. Lættsintur hevur hann altíð verið og blíður og tíður við øll fólk.
Hann er eisini ein trúfastur kirkjugangari, har hann næstan hvønn heiligdag kemur í kirkjuna at hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Hann hevur verið klokkari í fleiri ár her í kirkjuni.
”Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá, og sá tá eg stetlaði gólvinum á og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað”.
Eg fari at takka tær fyri alt gott saman og ynski at Jesus veri við tær og tínum og ynski tær hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum.
Ein vinmaður









