Holst aftur í hitan

Saman við Sámali Joensen og spildurnýggja Rene Tórgarð er Christian Holst Lamhauge nýggja ískoytið í hópinum, sum er kallaður til fyrstu landsliðsvenjingarnar í 2007

Fótbóltur

Jógvan Martin Olsen hevur longu nú gjørt av, hvørjir spælarar verða við á fyrstu venjingarlegunum hjá A-landsliðnum í fótbólti í komandi ári.
Longu undan ársskiftinum hittast spælararnir til fund, og í januar mánaði verður so farið undir venjingarnar. Seinasti partur av fyrireikingunum verður í ár á La Manga í Spania, har landsliðið eisini hevur verið fleiri ferðir áður. Í fjør var venjingarlegan tó í Florida í USA. Einasti spildurnýggi maðurin í hópinum er Rene Tórgarð úr EB/Streymi, sum í heyst varð kosin ársins málverji.
Hartil er vert at leggja til merkis tvey nøvn, sum nú aftur eru í hitanum. Sámal Joensen hevur ikki verið á landsliðnum seinastu góðu fýra árini, meðan Christian Holst Lamhauge ikki hevur verið partur av hópinum í tvey ár. Báðir hava tó sýnt støðug góð avrik í langa tíð, og tí er ikki ónáttúrligt, at teir báðir eru partur av hópinum, ið sær soleiðis út:
Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson, Bergur Midjord, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen B36, Vagnur Mortensen, Rasmus Nolsøe, Janus Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rógvi Jacobsen, Mortan úr Hørg HB, Atli Danielsen, Meinhardt Joensen, Hjalgrím Elttør KÍ, Símun Samuelsen Keflavík, Samal Joensen GÍ, Rene Tórgarð, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Pauli Hansen, Jónhard Fredriksberg Skála, Christian H. Jacobsen NSÍ, Óli Johannesen TB, Andrew av Fløtum Fremad Amager, Christian Holst Lamhauge Lyngby FC.