Spenningurin var stórur í Norðurlandahúsinum hóskvøldið. Sangkappingin Vælskapt Brek var á skránni. Kappingin var útskrivað fyri nøkrum fáum mánaðum síðani av einum áhugabólki, fyri at gera vart við umstøðurnar hjá brekaðum.
Men undan avdúkingini hóskvøldið var als einki at frætta og eingin segði seg hava nakra ábending um, hvør fór avstað við fyrstu virðisløn.
Hjørtuni vunnu
Eftir at Sámal Petersen og Jóannes Andreasen høvdu leikt yndisliga, beyð Jákup Magnussen stóru mannfjøldini vælkomnari. Síðani fekk Hilmar Jan Hansen orðið vegna áhugabólkin, ið tók stig til tiltakið. Hann hevur verið eitt slag av skrivara og millumlið til fjølmiðlar. Hann greiddi stutt frá kappingini og fegnaðist um stóru luttøkuna, og takkaði LÍV, ið eina hevur stuðlað tiltakinum.
Síðani sang Tórshavnar Manskór og so kom stóra løtan.
Katrin Johansen hevur sitið í dómsnevndini, saman við Elini Heinesen, Hans Trúgva Teirin, Gunnari Hoydal og Sunleifi Rasmussen. Nevndin fekk eina stóra uppgávu , tá hon skuldi taka støðu millum tey 80 innkomnu løgini, yrkingarnar og sangirnar. Hetta er av størstu luttøkum nakrantíð í slíkari kapping og dómsnevndin varð ikki liðug við arbeiðið, fyrr enn kvøldið fyri avdúkingina..
Katrin Johansen byrjaði við 3. virðisløn. Lagið nevnist Hjarta mítt dansar og tað eru Uni Arge og Eyðun Nolsøe, ið hava skrivað. Dómsnevndin metir, at lagið festir seg beinanveg og orðini eru einføld og við greiðum boðskapi. Vegna Una og Eyðun tók Johanna Arge ímóti virðislønini uppá 3000 krónur.
Síðani kom 2. virðisløn. Hon fall til sangin Hjarta, ið Pætur við Keldu hevur skrivað. Ein lítillátaður sangur, ið letur seg upp við vøkrum lag og skaldsligum og djúpum teksti, sigur dómsnevndin. Vegna sonin tók Jógvan við Keldu ímóti virðislønini uppá 5000 krónur.
Spenningurin var stórur, tí so var bert 1. virðisløn eftir. Hon fall til sangin Annað boð, ið Leif og Lena Andersen og Niclas Johannesen hava skrivað. Nevndin metir hetta vera í orðum og lag frískligt og eitt lag, fult av gleði, ið verður framborið á tónlistarliga høgum støði. Leif Andersen tók ímóti virðislønini uppá 10.000 krónur.
Nummar eitt gjørdist sostatt Annað Boð, Nummar tvey Hjarta og 3. pláss fekk lagið Hjatra Mítt Dansar. Bestu løgini vóru kosin, og talan var um ein dag, har hjørtuni komu millum bestu boðini.
Fløga kemur seinni
Jóhannus á Rógvu Joensen er tónlistarligi leigarin í ætlanini Vælskapt Brek. Ætlanin hevur alla tíðina verið at geva út fløgu við nøkrum av bestu innkomnu sangunum.
Johannus allar sær í gongd sum skjótast og talan verður um eini 15 - 20 løg. Hvørt talan verður um dupultfløgu, nú so nógv løg eru innkomin, torir hann ikki at meta um, tí ein slík er nærum dupult so kostnaðarmikil at framleiða.
Tórshavnar Manskór sang at enda og sum Jákup Magnussen tók til, so kunnu tey, ið hava sent inn, men ikki komu upp í part nú, bert vóna, at tey eru við, tá tað seinni verður kunngjørt, hvør sleppur við á fløguna við løgum frá sangkappingini Vælskapt Brek.