Hjálpin skal ikki skerjast

Nú skal ein endalig avgerð takast um, antin tey sum fáa forsorgarhjálp, skulu missa hana av tí, at tey fáa barnafrádrátt útgoldnan, ella ikki. Hjálpin skal ikki skerjast, sigur landsstýrismaðurin

 

Forsorgarhjálp


Skulu tey, sum fáa forsorgarhjálp, missa hana, tá ið tey fáa barnafrádrátt útgoldnan frá toll og skattstovuni?

Hendan spurningin fer Almanna- og heilsumálastýrið nú at viðgera og avgreiða einaferð við alla.

Síðani 1997 hevur barnadrádrátturin ikki verið mótroknaður í forsorgarhjálpini. Men, sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er kærunevndin í almannamálum nú komin til ta niðurstøðu, at barnafrádrátturin skal mótroknast.

Jóan Hendrik Svabo samuelsen, løgfrøðingur á Almanna- og heilsustýrinum, sigur, at eftir úrskurðin í kærunevndini, er tað neyðugt at taka málið uppaftur.

? Vit fara nú at viðgera málið av nýggjum og so taka vit eina endaliga avgerð um, hvat tann rætta tulkingin av reglunum er. Tann rætta tulkingin skal síðani staðfestast og síðani fær Almannastovan endalig boð um, hvussu farast skal fram.

Lógfrøðingurin sigur, at málið verður tikið upp beinanvegin í komandu viku.

Hann sigur, at vísir tað seg so, at tað er rætt at mótrokna barnafrádráttin, eins og kærunevndin sigur, so verður tað gjørt hereftir.

? Tað má Almannastovan so fáa at vita beinanvegin, so at hon fær givið sínum viðskiftafólkum, sum fáa forsorgarhjálp, boð í góðari tíð um, at hereftir verður barnafrádrátturin mótroknaður í veitingini.

Lógfrøðingurin sigur, at tað verður í øllum førum tulkingin hjá Almanna ? og heilsustýrinum, sum verður galdandi, um ikki onkur tekur onnur stig í málinum, tvs, leggur málið fyri landsstýrismálanevndina ella fyri rættin.

Tað verður so ikki aktuelt fyrrenn næsta vár, tá ið barnafrádrátturin verður útgoldin aftur.

Men verður niðurstøðan, at barnafrádrátturin skal mótroknast, hava tey, sum hava fingið forsorgarhjálp og barnadrádrátt, fingið forsorgarhjálp í heimildarloysi um mánaðarskiftið februar/mars hvørt ár síðani í 1997.


Skal ikki skerjast

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at tað verður neyðugt at fáa viðurskiftini í rættlag beinanvegin. Hann viðgongur, at tá ið kærunevndin ikki kemur til sama úrslit sum Almanna- og heilsumálastýrið, er tað okkurt, sum bendir á, at lógin er ikki nóg greið.

? Tann spurningurin má avgerðast einaferð við alla. Og verður tað neyðugt at fara í tingið í málinum, verður tað gjørt.

Landsstýrismaðurin sigur, at undir øllum umstøðum er tað tann greiði, politiski viljin og tann greiða, politiska ætlanin, at barnafrádrátturin skal ikki mótroknast, og at tey, sum fáa forsorgarhjálp, skulu eisini hava óskerda hjálp tann mánaðin, barnafrádrátturin verður útgoldin.