Mikudagin uppdagaðu fólk á Rækjuvirkinum á Oyri, at eldur var komin í høvuðseltalvuna á virkinum. Av tí at hetta var í arbeiðstíðini, varð eldurin uppdagaður næstan beinan vegin, og tískil varð hann sløktur [...] breiða seg. Men eldurin í el-talvuni var hóast alt ikki heilt meinaleysur. Eldurin gjørdi nevniliga, at frystaríðið ikki virkaði, og tí vóru tey 500 tonsini, ið vóru á goymslu, í vanda fyri at verða oyðiløgd [...] oyðiløgd. Fyri at fáa frystigoymsluna í gongd aftur sum skjótast, heitti leiðslan á Rækjuvirkinum á El-Talvuvirkið í Gøtu, um at gera eina nýggja talvu so skjótt sum til bar. Hetta var ikki nøkur lítil uppgáva
tekur seg upp í føroyskum sjógvi, fyrr enn vit eru komin út í oktober. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at tað er ein stórur spurningur, hvussu tað fer at eydnast við sildini í heyst. Trupulleikin [...] undir land hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, men hin 9. juni í ár gjørdi herviligur eldur feigdina um og oyðilegði stóran part av virkinum. Higartil í ár er eingin sild fiskað av kvotuni á 125.597 tons, og nú [...] kann gerast rættiliga stórt. - Vanligt er, at sildin í størstan mun verður fiskað í oktober og november, og síðan fara skipini aftur á svartkjaft í desember. Men, sildin skal ikki bara fiskast. Hon skal
trimum urguleikarum í dómkirkjuni Notre Dame í París. Olivier Latry fekk í árinum 2000 ’Prix de la Fondation Cino et Simone Del Duca’ fyri sína granskan og sínar framførslur í urguspæli. Í 2006 fekk hann ’Honoris [...] Olivier Latry telist í dag millum gitnastu organistar í heiminum og ferðast í nógvum londum og heldur konsertir. Herfyri spældi hann fyri norsku Sonju drotning. Olivier Latry er føddur í 1962. Hann vaks upp [...] dómorganisturin við Notre Dame kirkjuna í París, Olivier Latry, ið mikukvøldið 4/5-2022, hevði konsert í Hoyvík. Gudmund Mortensen fyrireikari, og urguleikari í Havnar Kirkju, dómkirkjuni, beyð vælkomin
vart borin í heim í Kalbak har foreldur okkara búðu á ungum árum inntil umleið 43. Síðani búðu tit hjá ommu okkara í Hoyvík umleið trý ár. Síðani á trøðni í Hoydølum, í húsunum sum Julius í Syðradali [...] eini tvey ár. Í 1948 fekk pápi okkara starv sum lærari á Velbastað og Kirkjubø. Tá vart tú sjey ára gamal.Vit búðu á Velbastað inntil í 1959 tá pápi okkara fekk starv í Kommunuskúlanum í Havn. Tú tók [...] kara, men hetta bleiv ikki títt lívsstarv. Giftist í 1964 við Lydiu, dóttir Lenu, ættað úr Elduvík og Hans uppi í Geil í Hvalvík. Lydia andaðist í januar 2006 og var tað einsligt hjá tær tá hon var farin
parturin av virkseminum á Aalborg Akvavit í dag er sjálvvirkandi, soleiðis at framleiðslutólini eru teldustýrd. - Í sínari tíð vóru 350 fólk í arbeiði hjá fyritøkuni; í dag eru vit 40, men framleiðslan er 10 [...] Tær nýttist ikki at ivast í, hvagar tú var komin, tá ið tú steig inn um portrið hjá Aalborg Akvavit í Ålborg. Stóru tangarnir sóust langan veg, og í fremst túninum stóð bilur við nummarplátuni, AKVAVIT [...] Skatt í Danmark eigur. Á hesum mátara, har øll framleiðslan fór ígjøgnum fram til einaferð í sjeytiárunum, er teljari sum sigur, hvussu stór framleiðslan er ? og hareftir vórðu avgjøldini roknað. Í dag rennur
Fleiri føroyingar eru staddir í Keyna, har umfatandi ófriður er í løtuni. Í farnu viku var forsetaval í Kenya, og myndugleikarnir siga, at verandi forseti varð afturvaldur. Andstøðan tvíheldur um, at talan [...] landið, og minst 150 fólk eru deyð í stríðnum seinastu vikuna. - Støðan í Kenya er rættuliga nógv broytt seinastu dagarnar, og hesar dagarnar hava vit kent okkum fremmand í landinum, siga Malena og Jens Meitilberg [...] Meitilberg, sum eru stødd í Kenya. Barnaheim og skúli Malena og Jens Meitilberg arbeiða hjá einum donskum trúboðarahjúnum í býnum Nakuru, sum er fjórðstørsti býurin í Kenya. Við teimum er eisini sonurin
returbóltar frá málverjanum og verjuni, og í øllum førunum vóru málini í eyðkendum stíli fyri sannar miðframherjar, sum í røttu løtuni eru á rætta staðnum, og sum í knappari vend reagera upp á møguleikan. [...] hevur verið rættuliga sannførandi í teimum fyrstu umførunum í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í landsliðsálopinum tær seinastu ferðirnar. Í hvussu so er tveir og kanska tríggir ella fýra aðrir [...] Norska pressan fleyt yvir í positivum lýsingarorðum sunnudagin, og tað vóru eisini fleiri dømi um, at Todi ikki er gloymdur í Danmark, hóast hann tey bæði seinastu árini í FCK ikki fekk møguleika at vísa
av, so ein bátur verður tikin upp í mølina inni í gjónni. Kyrt er, so einki er at óttast. Hann taka vit á veg heim aftur í kvøld. Farið verður til gongu, meðan tey trý í øðrum bátinum hava hin upp á sleip [...] upplivað hetta at ganga í haganum soleiðis umaftur og umaftur. Likkurnanr leika í, sum teimum er vant, og grundin er sjálvandi, at vit koma ov nær teirra øki. Finna ein skura, sum í síni fávitsku hevur stungið [...] bakka í teirri trúgv, at tá hann einki sær, er heldur eingin, sum sær hann. Men tað gjørdu vit kortini. Hann varð tó verandi eftir har, hann eigur at vera. Í erva síggja vit miðvingin, sum komin er í samgongu
Jenis av Rana Fyrr í vikuni endurgav eg part av frásøgnini um Lot, sum vit lesa hana í kap 13 í Bíbliuni. Nøkur túsund ár seinni lesa vit aftur um Lot, tað er Jesus, sum í røðu til fólkið endurgevur frá [...] seg yvir til Hansara, heim í sítt ríki. Álvarsliga minnir hann á týdningin av at vera tilreiðar, nemur við støðuna, tá flóðin mikla herjaði og bert Nóa og tey, ið við honum vóru í ørkini, komust undan. Og [...] at seta vit álit okra á Hann, gevur okkum í hendur hansara, so hava vit einki at óttast - eru tryggari enn barnið við bróst móðurinnar. Eisini Pætur vísti á Lot Í einum av seinastu kapitlum Bíbliunar lesa
fyriskipan varð lagt fyri tingið. Tað er tað, sum vit í dag kalla eitt ríkislógartilmæli, tá danskar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Ta ferðina í 1987 snúði tað seg um at broyta revsilógarinna grein [...] ndi 10. desember í 1987, og landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum – og Atli [...] vit ikki í Føroyum«. Hóast vit ikki duga so væl at flyta okkum, so koma broytingarnar ofta uttanífrá. Soleiðis var eisini byrjanin til, at føroyingar í heila tikið fóru at umrøða samkynd. Tað var í 1987,