4.desember í fjør var tann dagurin í árinum, tá ið allar mest var at gera í køkinum á Hotel Hafnia. Tað var tann heilt stóri jólaborðsdagurin.
Hotel Hafnia skuldi um kvøldið hava nógvar gestir, og matstovan gjørdi eisini mat til fleiri borðhald í býnum.
Meðan fólkini runnu aftur og fram, hendi knappliga ein spreinging. Gass var likið úr eini slangu, og tað festi í. Logarnir vóru um allan køkin.
Fleiri fólk vóru til arbeiðis, men beint tá var køksleiðarin Ruben Busk bara sjálvur annar í køkinum.
Hann minnist alt, sum var tað í gjár.
- Sjálvandi var eg skakkur, men eg fekk ikki ilt. Eg sá, at armarnir vóru brendir, men hvussu álvarsligur skaðin var, visti eg ikki, sigur Ruben Busk.
Oystur undir í vatni
Hann skundaði sær út úr køkinum, rópti á hini, sum komu og oystu vatn á hann. Tey megnaðu at halda høvdini rímiliga køld.
Boð vórðu beinanvegin send eftir sjúkrabili, og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Nakað seinni kom pínan, og hon var øgilig, men Ruben Busk var beinanvegin fyltur við morfini, sum hjálpti.
Læknarnir tosaðu um at senda hann til Danmarkar, tí hann var illa brendur í andlitinum, á beinunum og serliga á ørmunum, men tað var ikki neyðugt at flyta hann til Danmakar, tí læknarnir á Landssjúkrahúsinum samskiftu við læknar á Ríkissjúkrahúsinuum og kundu vísa teimum myndir.
Hart
14 dagar seinni slapp Ruben Kirk heim, sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir.
Tann fyrsta tíðin var hørð at koma ígjøgnum, tí húðin á ørmunum var so illa farin.
Síðan 1. mars hevur hann arbeitt fulla tíð aftur sum køksleiðari á Hotel Hafnia.
Høvdið hovnaði
Ruben Busk sigur, at hann sá øgiligur út beint eftir vanlukkuna.
- Høvdið var tvær ferðir so stórt sum nú.
Tá ið 14 dagar vóru farnir, var hann ikki hovin í høvdinum meira.
Andlitið brendist ikki so illa. Hann er framvegis eitt sindur reyður frammaní, sum so nógv onnur fólk eisini eru.
- Tað gekk mest út yvir armarnar, sum vórðu brendir 2. og 3. grad.
Albogarnir eru enn eitt sindur eymir, men Ruben Busk hevur teir ikki innbundnar. Hann skal bara ansa sær ikki at stoyta albogarnar ímóti nakrastaðni.
- Eg havi frá húðlæknanum fingið at vita, at tað gongur eitt ár, til húðin er heilt sterk aftur.
Er væl fyri
Ruben Busk sigur, at bæði hann og starvsfelagarnir beinanvegin fingu kreppuhjálp, og meðan hann lá á sjúkrahúsinum komu fleiri starvsfelagar at vitja. Tey komu at vitja hann, men tey mundu eisini hava brúk fyri tí fyri sjálv at koma víðari, heldur hann.
- Eg havi ongar sálarligar trupulleikar havt av tí, sum hendi, og eg ivist í, um teir fara at koma. Tað hevur óivað eisini hjálpt mær, at eg ongantíð havi verið bangin fyri at tosa um ólukkuna.
Hepni
Ruben Busk sigur, at hann við tíðini er farin at hugsa meira og meira um tað, sum hendi. Hann hugsar millum annað um, hvussu ótrúliga heppið tað var, at ikki fleiri fólk vóru í køkinum. Og so tað, at eingin fekk álvarsligari mein. Hevði tað verið olja, sum eldur kom í og kom á kroppin, høvdu sárini verið nógv djúpari.
Beint eftir óhappið, var gassið lagt inn í køkin av nýggjum. Alt varð skift út.
- Eingin vandi er longur, og eingin orsøk er til at ræðast, sigur Ruben Busk.
Trívist
Hann hevur arbeitt á Hotel Hafnia síðan 1. november 2009 og hevur ongar ætlanir um at finna sær annað arbeiði.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss. Vit hava nógv at gera, og eg standi ofta við grýturnar sjálvur.
Umframt Ruben Busk, sum er køksleiðari, starvast tveir kokkar, tveir lærlingar og tvey ófaklærd fólk í køkinum. Tá okkurt serligt er, koma onnur fólk inn at hjálpa til.










