Eldur í Hoydølum

Seinnapartin fríggjadagin brann gentukostdeildin við Studentaskúlan í Hoydølum í grund. Nógv virði fóru í eldinum, eisini slíkt, sum ikki fæst aftur.

Alarmsentralurin fekk boðini um eld í gentukostdeildini í Hoydølum fríggjadagin kl. 15:59. Hetta var eftir, at fólk í grannalagnum høvdu varnast royk í økinum. Bæði sløkkilið og sjúkrabilar fóru beint á staðið, har skjótt var greitt, at bygningurin stóð ikki at bjarga.

- Tað var púra ógjørligt at koma inn at sløkkja. Longu tá vit komu niðan, vóru báðar trappurnar í durinum brendar burtur, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, við Sosialin.

Ongin búði á gentukostdeildini longur, men bygningurin varð nýttur til tónleikaundirvísing og evning. Júst í hesum døgum arbeiddu handverkarar við at umvæla bygningin. Av tí at næmingarnir ganga til roynd og próvtøku, var fólkatómt í økinum.


Bert partvíst tryggjaður

Meðan sjálvur bygningurin var tryggjaður fyri fýra mió. kr., harav ein hálv mió. kr. er sjálvsábyrgd, var innbúgvið ikki tryggjað. Tí noyðist Mentamálaráðið nú at søkja um eykajáttan, sum kann dekka sjálvsábyrgdina og mista innbúgvið.

Sambært Mikkjal Helmsdal, rektara, eru virði fyri fleiri hundrað túsund krónur farin fyri skeyti, so tilsamans verður talan um eitt endurgjald omanfyri milliónina, sum eykajáttan má søkjast til.

Av tí at bygningurin seinastu árini hevur verið nýttur til lærugreinirnar tónleik og list, fóru nógv amboð og tilfar í eldinum.

Millum annað eitt flygul, tvey nýggj trummusett og eitt eldri, kontrabassir, el-keybord, eitt rúgvusmikið nótasavn, violinir, plátusavn og stereoanlegg.

Í lærugreinini myndlist fór útgerð, bókasavn og tilfar fyri skeyti, sum hevði eitt virði uppá eini 140.000 krónum


Trygging loysti seg ikki

Orsøkin til, at innbúgvið ikki var tryggjað, er at finna í einum rundskrivi frá Fíggjamálaráðnum, sum varð sent øllum stovnum landsins á vetri í 2003. Har var boðað frá, at allar tryggingar hjá tí almenna skuldu endurskoðast, tí mett var, at ov nógv varð goldið í tryggingum. Sostatt skuldu bygningarnir tryggjast móti stórum skaða, meðan tryggingar, sum fevndu um smærri skaðar skuldu sigast upp. Harumframt skuldi tryggingin ikki fevna um innbúgv. Mett varð, at endurgjald fyri smærri skaðar og innbúgv kundi verða rindað av tí almenna so hvørt sum tørvur var á tí.


Fokus á karmarnar

Tað er ikki avgjørt enn, um bygningurin verður bygdur upp aftur, men Mikkjal Helmsdal sigur, at hetta vónandi kann vera við til at seta fokus á málið um karmarnar hjá Studentaskúlanum sum heild.

- Mánamorgunin skulu vit á fund við Landsverk og Mentamálaráðið at finna eina fyribils loysn fyri hesar báðar lærugreinarnar. Helst verður list flutt niðan í læknahúsini, sum hoyra til skúlan, og so mugu vit finna pláss fyri tónleiki, kanska í stóra bygninginum, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Politiski myndugleikin átti at hugsað alt konseptið í Hoydølum um, nú spurningurin verður reistur. Helst var rættast at bygt ein nýggjan bygning upp beinanvegin, sum kundi hýst hesum lærugreinunum - ein modernaðan bygning, sum hóskar til pedagogisku málini í lærugreinunum, sigur Mikkjal Helmsdal.


Vánalig trygd

Eitt annað, sum rektarin vísir á er, at ein slík hending setir fokus trygdartrupulleikarnar á staðnum.

- Arbeiðið við at byggja nýggjan veg oman í skúlan hevur ligið stilt í meiri enn eitt ár nú. Kanska vit kundu fingið í gongd ta arbeiðið aftur, sigur Mikkjal Helmsdal.

Hann torir ikki at ímynda sær støðuna, um eldur kom í ein vanligan skúladag, kanska enntá í tí stóra bygninginum, har hundraðtals næmingar hava sína dagligu gongd.

- Tá standa bilar allastaðni, og brandbilar høvdu ikki sloppið vegin fram.


Fleiri næmingaavrik

Nógv næmingaavrik fóru eisini í eldinum. Millum annað høvdu næmingar, sum skuldu til próvtøku í list nú í vikuni, sett próvtøkuframsýning upp við avrikum hetta árið.

- Vit samráðast við próvdómara og MMR um, hvussu hesir næmingar kortini kunnu verða førdir upp týsdagin og mikudagin. Allir partar eru innstillaðir uppá at næmingarnir ikki skulu svíða fyri eldinum, sigur Mikkjal Helmsdal. Hetta er ikki ein trupulleiki hjá tónleikanæmingunum, sum longu hava verið til próvtøku.

- Ein annar stórur missur eru tónleikauppgávur hjá næmingum seinastu 30 árini, og hesar verða helst ógjørligar at fáa aftur, sigur Mikkjal Helmdal.