Stórur tørvur á smáum gávubúðum

Í mars mánaði í fjør kom eldur í gávubúðina “Malla” í Fuglafirði. Fyrr í mánaðinum lat hon upp aftur, hesaferð á Kambsdali.

- Fólk hava allatíðina spurt meg, um og nær eg fór at lata upp aftur. Tað havi eg so gjørt nú, sigur 39 ára gamla Bjørg Gøtuskeggi.

Enn sæst einki prangandi skelti sum sigur frá, hvar nýggja gávubúðin hjá Bjørg liggur.

Hetta hevur fyri sovítt heldur ikki verið neyðugt. Nógv fólk hava longu verið inni og keypt, hóast tað bert eru farnar tvær vikur síðani hon lat upp aftur.

- Tað vísir seg, at tað er stórur tørvur á eini slíkari gávubúð, sigur Bjørg.

Gávubúðin á Kambsdali er kallað upp eftir dóttir hennara Malla. Tað var upprunaliga Laila Solmunde sum kom við hesum navninum.

Tað eru kortini tey sum halda, at handilin er kallaður upp eftir eigaranum, og at tað tí er Bjørg sum eitur Malla.

Og øvugt!

- Ja, dóttir mín segði ein dagin, at nú kalla tey seg fyri Bjørg og meg fyri Malla, sigur Bjørg við einum brosi.


Frá munni til munn

Nú Bjørg lat upp nýggja handil sín á Kambsdali er helst rættari at siga, at hon lat handilin upp av nýggjum.

Hon byrjaði við handlinum Malla í Fuglafirði, og hevði helst hildið fram har eina tíð aftrat, um ikki tað ræðuliga hendi, at eldur kom í og alt brann niður í handlinum.

Hon gavst tá við handlinum, men bert eina stutta tíð. Tá hesi 200 fermetrar stóru húsini á Kambsdali skuldu byggjast, setti hon gott pláss av til eina gávubúð eisini.

- Hóast eg ikki enn havi gjørt nakað burtur úr hesum nýggja handlinum, fylgja fólk væl við. Her hava longu verið nógv fólk inni, hóast eg ikki havi lýst nakað enn, sigur Bjørg, sum herfyri aftur gjørdist mamma.

Ístaðin fyri gamla handilin, hevur hon nú fingið sera góðar og ljósar umstøður í handlinum.

Hevur onkur kundi haraftrat hug at taka sól, ber tað eisini til, tí Bjørg hevur eisin solarium í húsum sínum.


Úr fjarskotnum londum

Tá Bjørg hevði handilin í Fuglafirði gjørdi hon alt fyri at hava tær vørurnar, sum fólk ynsktu at hava.

Hesar royndirnar hevur hon tikið við sær út á Kambsdal, tí her eru nógvar av somu vørunum at finna.

Hóast hølini ikki eru av teimum størstu, finst her gávulutir og brúkslist av øllum hugsandi slagi: Myndir, spegl, stakar, møblar og mangt annað. Lutirnir koma m.a. úr so fjarskotnum londum sum Vietnam, Mexico og Kina.

- Tað vísir seg, at tað er slíkt sum fólki dámar. Hetta er serstakt, smart og hugnaligt. Ja, tey eru faktisk púra sjúk eftir hesum, slær Bjørg fast.

Hennara roynd er, at fólki dámar sera væl at hugna um heima við hús og tá er tað, sum Bjørg hevur at bjóða fram væl umtókt millum fólk.


Dýrt, men gott

Nógvar slíkar gávubúðir hava sæð dagsins ljós tey seinnu árini, bæði á størri og smærri plássum.

Ein slík finst t.d. á Streymnesi og herfyri lat ein upp í Vestmanna. Sjálvur heldur Bjørg at gávubúðirnar nøkta ein tørv hjá fólki.

Hon hevur sjálv eitt ávíst samstarv við gávubúðina LI-WI í Streymnesi, og er sannførd um at gávubúðirnar eru komnar fyri at verða.

Neyðugt er kortini alla tíðina at fylgja við í tí, sum er á marknaðinum. Hon fer tí seinni í summar á eina messu, har gópurin av gávulutum verða at síggja.

- Eg ætli mær at gera eitt sindur meiri burtur úr lampunum. So tað verða tær sum eg fari at hyggja mest eftir á messuni.

- Hinvegin, so eru hesar vørurnar ikki millum tær bíligastu. Men tað vísir seg tíbetur, at fólk keypa tær allíkavæl, slær Bjørg fast.





Varmakelda ‘07

Um vikuskiftið verður Fuglafjørður vertur fyri varmakeldustevnuna. Í hesum blaðnum og teimum komandi fara vit at hitta fólk í bygdini.

Her kemur fyrsta samrøðan. Ímorgin hitta vit Ritu Larsen, sum í farna mánaði lat upp plantusølu í Fuglafirði.