Núpur er sum eitt nýtt skip

- Tey fyrstu árini var tungt at reka skipið, tí vit høvdu nærmast fiskaloysi, men síðan 1996 hevur tað gingið ógvuliga væl.<DPTAB>    Seinastu árini hevur Núpur fiskað fyri einar 14-15 milj. krónur um árið, sigur reiðarin, Erling Petersen

Fiskivinna

Mikumorgunin kom línuskipið, Núpur, aftur á Klaksvík eftir at hava verið á bedingini, Karlsson Marine í Hirtshals, síðan hálvan mai. Hetta er sama beding, sum nútímansgjørdi línuskipið, Pison, í fjør.
Reiðarin, Erling Petersen, sigur, at nútímansgeringin av Núpi varð sett til 12 vikur, og hesa tíðarfreist megnaði bedingin væl at halda.
Hann sigur, at reiðarríið er væl nøgt við arbeiði, sum gjørt er í Hirtshals.

Betraðar umstøður

Nútímansgeringin av Núpi hevur kostað felagnum, sum eigur skipið, P/F SJG, stívliga 4 milj. krónur.
- Endamálið við øllum, ið gjørt er, er at gera manningarumstøðurnar betur. Alt framskipið er broytt. Áður hevði skipið hvalabak, men bakkin er nú lagdur út og er bygdur beint upp. Sama er við dekkinum undir bakkanum, sum ikki longur skráar uppeftir.
Reiðarin sigur, at hesar broytingar gera framskipið, har øll manningin heldur til, nógv rúmligari.
- Áður vóru 20-22 koyggjur har frammi, tí skipið í sínari tíð var á saltfiski. Nú eru 11 koyggjupláss undir bakkanum í eitt og tvey-manskømrum. Manningin hevur fingið nýtt uppihaldsrúm, umklæðingarrúm og nýggj brúsurúm. Somuleiðis eru goymslurúmini undir bakkanum rúmligari.
Erling sigur, at har afturi í skipinum eru kømrini hjá yvirmonnunum, skipara, stýrimanni, meistara og kokki.
- Hesin parturin av skipinum varð nútímansgjørdur í 1986 og er í góðum standi.
Hann vísir á, at í 1986, tá ið Joensen & Olsen áttu skipið undir
navninum, Jógvan S, fekk skipið nýggjan motor.
- Eldur kom í skipið, og tá vórðu rúmini har afturi gjørd av nýggjum.

Gott arbeiðsdekk

Arbeiðsdekkið á Núpi er eisini nýtt, og her hevur í minstu smálutir verið hugsað um manningina.
- Fiskurin kemur úr línurennuni og fer síðan á sliskur og bond, soleiðis at alt, ið gjørt verður, er í manshædd. Ongum manni nýtist longur at bukka seg niður eftir fiskinum, og tí gongur arbeiði, sum fer fram á dekkinum, ikki á sama hátt útyvir ryggin sum áður.
Reiðarin sigur, at í 1999 varð skipið sandblást, bæði innan og uttan.
- Alt stálið er sandblást og metaliserað og sær nærum eins væl út í dag, sum tá ið skipið kom úr Skagen í 1999.
Erling sigur, at í ár 2000 fekk Núpur eisini stabiliseringstanga, sum er bygdur frammanfyri stýrhúsið. Tað var Tórshavnar Skipasmiðja, sum gjørdi hetta arbeiði.
- Skipið er ikki at kenna aftur; tað er ógvuliga gott í sjónum og kann fiska í øllum veðri.
Reiðarin sigur, at í seks ár hevur Núpur neyvan ligið bakk meira enn ein hálvan dag.
- Góði stabiliteturin ger, at skipið ikki hivar í línuna alla tíðina, hóast vánaligt veður er, sigur Erling.
Hann vísir á, at hugsað hevur eisini verið um trygdina hjá manningini.
- Nú Núpur hevur verið í Hirtshals, er nýtt rekkvert eisini gjørt omandeks har afturi á skipinum, har boyur og standarar verða kastaðar í havið. Heila rekkverkið, sum er umleið ein metur høgt, ger tað tryggari og heitari hjá manningini at standa á bátadekkinum.

Gingið ógvuliga væl

Í 1992 keypti partafelagið, SJG, sum stendur fyri Stig, Jóannes og Gunnar, Núp, og seinni kom so Erling upp í felagið.
Erling er virkandi reiðari og stjóri í felagnum, sum bara eigur Núp.
- Tey fyrstu árini var tungt at reka skipið, tí vit høvdu nærmast fiskaloysi, men síðan 1996 hevur tað gingið ógvuliga væl.
Reiðarin sigur, at tá ið Núpur varð keyptur, varð mett, at hann skuldi fiskað fyri einar 5-6 milj. krónur fyri at bera seg, men seinastu árini hevur skipið fiskað fyri 14-15 milj. krónur um árið.
- Í ár hevur eisini gingið rættiliga væl, og áðrenn skipið fór niður til Danmarkar í mai, vóru mánaðirnir undan helst teir bestu nakrantíð, sigur Erling Petersen, reiðari.
Skipari á Núpi er Birgir Poulsen úr Hvannasundi, og stýrimaður er Jóannes Vágsgarð, sum býr í Klaksvík.
Núpur, fyrrverandi Jógvan S, er bygdur í fimtiárunum og lastar 1300 kassar av ísfiski.