Fingu flogskipararnir harraboð um at lenda?

Russiska loftferðslueftirlitið mælti flogskiparunum í polska forsetaflogfarinum frá at seta flogfarið á flogvøllin í Smolensk, tí tað vóru ikki líkindi at lenda. Kortini royndu teir at seta flogfarið har - til fánýtis

Flogvanlukka ?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo
Tað var tjúkt í mjørka yvir flogvøllinum í Smolensk, tá flogskipararnir umborð á polska forsetaflogfarinum gjørdu klárt at lenda. Alt í einum bar annar vongurin við nøkur trø hálvan annan kilometur frá lendingarbreytini. Eygnavitni greiddu frá, at eldur kom í flogfarið beinanvegin, og at tað var sum ein eldkúla.
Men hvat hendi umborð á flogfarinum løtuna áðrenn vanlukkuna? Polsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at flogfarið var í lagi tekniskt, og russisku myndugleikarnir søgdu longu beint eftir vanlukkuna, at hon stóðst av mánnaávum.
-Eftirlitið ráddi flogskiparanum til at fara til Minsk ella Moskva, men kortini gjørdi hann av at lenda í Smolensk. Tað var eitt mistak, tí einki flogfar átti at lenda har í sovorðnum líkindum, segði Aleksandr Aljosjin hjá russiska loftferðslueftirlitinum í gjár. Hann segði, at eftirlitsmenninir høvdu fleiri ferðir biðið polska flogfarið fara uppaftur og halda fram til Minsk ella Moskva, men til fánýtis.

Harraboð?
Longu beint aftan á vanlukkuna kunngjørdi russiski forsetin, Dmitri Medvedev, at hann hevði sett eina serliga nevnd við Vladimir Putin, forsætisráðharra á odda at kanna, hví vanlukkan hendi.
Russiski kreppumálaráðharrin, Sergej Sjoigu, segði í gjár, at bjargingarliðini høvdu funnið teir báðar svørtu kassarnar hjá polska flogfarinum. Í teimum er alt samskiftið hjá flogfarinum og ferðskrivarin.
Summir eygleiðarar hava reist spurningin, um tað kann hugsast, at flogskipararnir á forsetaflogfarinum fingu harraboð um at lenda í Smolensk, hóast russiska eftirlitið hevði mælt frá. Eygleiðararnir vísa á, at Lech Kaczynski hevði tað fyri at taka mál í egnar hendur við at vísa á, at tað var hann, sum var forseti, og teir halda tað ikki vera óhugsandi, at flogskipararnir fingu boð um at lenda, hóast eftirlitið hevði mælt frá.
Polskir fjølmiðlar siga, at undir krígnum millum Russland og Georgia um summarið í 2008 gjørdi Lech Kaczynski av at fara við flogfari til georgiska høvuðsstaðin Tblisi. Á vegnum hagar fingu flogskipararnir á forsetaflogfarinum at vita, at tað var ov hættisligt at lenda í Tblisi orsakað av krígsstøðuni. Men forsetin kravdi, at flogskipararnir skuldu halda fram og lenda í Tblisi. Teir mótmæltu, men noyddust at gera eftir boðunum, og flogfarið setti seg í georgiska høvuðsstaðnum. Aftaná ljóðaði, at flogskipararnir høvdu fingið eina átalu fyri at seta seg upp ímóti boðum forsetans.

Svørtu kassarnir
Enn veit eingin, um flogskipararnir fingu somu boð leygarmorgunin. Fingu flogskipararnir harraboð frá forsetanum um at lenda í Smolensk, er spurningurin, um tað kann hoyrast á upptøkunum í svarta kassanum. Ein annar spurningur er so, um alt innihaldið í kassunum verður almannakunngjørt, siga eygleiðararnir. Teir báðir svørtu kassarnir eru fluttir til Moskva, har russiskir og polskir serfrøðingar skulu kanna innihaldið.
William Voss, sum er leiðari á altjóða trygdarstorvninum fyri flogferðslu, sigur við tíðindastovuna AP, at framferðin hjá teimum polsku flogskiparunum var heilt óvanlig.
-Vanliga verða bara tvær royndir gjørdar at lenda, og tað er heilt óvanligt, at flogskiparar royna fýra ferðir sum í hesum førinum. Tað er líkt til, at tað hevur verið sera umráðandi hjá teimum at lenda í Smolensk, sigur hann.
?_______________________________________________________________________
FAKTA
Tupolev Tu-154
* Tupolev Tu-154 bleiv ment í sekstiárunum og var sovjetska svarið upp á tað amerikanska Boeing 727 og tað bretska Hawker Siddeley Trident.
* Tað fyrsta Tu-154 fór á flog í 1968, men tað fyrsta flogfarið fór ikki í ferðamannaflúgving fyrr enn í 1972 fyri Aeroflot. Tu-154, sum kann taka upp í 180 ferðafólk, er broytt fleiri ferðir síðani.
* Russar hava gjørt umleið 900 flogfør av slagnum Tupolev Tu-154, og umleið 250 eru enn í flúgving.
* Í nítiárunum fóru fólk og myndugleikar at ivast í trygdini við Tupolev Tu-154, tí tey fyrstu nítiárini vóru ikki færri enn tíggju vanlukkur við flogførum av hesum slagnum.
* Hetta vóru kostini ikki tær fyrstu vanlukkurnar við Tuploev Tu-154. Í 1984 doyðu 174 fólk, tá eitt Tupolev Tu-154 rendi á tvey akfør á flogvøllinum í Omsk, og árið eftir doyðu næstan 200 fólk, tá eitt Tu-154 datt niður í Usbekistan.
_______________________________________________________________________