ivist stórliga í, hvat er rættast at gera í hesum málinum, sigur Jógvan á Lakjuni, formaður í Rættarnevndini. Málið um persónsupplýsingar, sum liggur í løgtinginum, hevur sett tingfólk í eina svára tvístøðu [...] hent seg, at vit útseta málið, men eg veit tað ikki enn. Nú hava Astrup og Hoydal kjakast í eitt heilt ár í fjølmiðlunum, síðan verður málið kastað niðan í tingið beint upp undir evstamark, og vit skulu [...] BetalingsService, ið loysir gomlu V&T-skipanina í Føroyum av. Gjaldskipanin hevur við sær, at persónsupplýsingar verða fluttar av landinum. Og tað er ikki í samsvari við tingsins vilja, sambært Høgna Hoydal
reglurnar í Genevesáttmálanum komið í gildi. Tær siga millum annað, at krígsfangar skulu latast leysir, og at tapararnir kunnu ikki fyribeinast. Tað hevði eitt nú borið í sær, at Saddam Hussein kann ikki fyribeinast [...] amerikanskir hermenn verða dagliga álopnir í Irak. So seint sum hósdagin vórðu sjey amerikanskir hermenn særdir, og fyrr í vikuni skutu hermenninir 16 irakar í samanbresti í býnum Falluja. Eygleiðarar spyrja nú [...] Tá amerikanski forsetin í næstsíðsta mánað boðaði frá, at nú var kríggj í Irak, sat hann aftan fyri skrivstovuborðið í Hvítu Húsunum. Nú hann boðaði frá, at hetta sama kríggið yvirhøvur er at enda komið
fáa sær, sum vildu hava ein heitan munn. Tað vóru ikki einans eigarar av brundseyðum, sum møttir vóru, áskoðarir vóru í hópatali úr øllum bygdunum, og ikki sørt av konufólki. Tú sá við tað sama, tú nærkaðist [...] Martin Kjærbo, sum er blivin bóndi her í bygdini, ið hevur tikið stig til hettar tiltak, tað skal hann hava tøkk fyri, tí eitt slíkt tiltak skapar nakað, tað setur lív í har dekan og deydligt er framman undan [...] lættari. Sigast má, at væl varð fyrireikað. Sýningin var í gamla fiskahúsinum við bátahylin, har vóru krubbur uppsettar, sum seyðirnir gingu í, og borð við smurdum breyði og køkum, kaffi og the, til tey
toskur Vit spurdu, um toskur gongur uppi í sildini, men líkt er ikki til, at hetta er nakað at tosa um. - Av og á er onkur einstakur toskur í nótini, men tað er ikki so vanligt. Ein dagin fingu vit tó eini [...] Søldarfirði hevði gjørt nógvar góðar sildadagar á Skálafjørðinum í vetur. Katrin hevur roynt við nót, og bara í tí eini vikuni fyri jól, fingu teir ikki færri enn 100 tons av sild. Men tað eru eisini aðrir, sum [...] verður seld til agns í Føroyum fyri 8 kr. fyri kg. Maðurin, vit hava tosað við, sigur, at á týsku marknaðunum í eitt nú Bremerhaven og Kuxhaven fer sildin fyri 7-10 kr. fyri kg. - Men í Føroyum er henda sama
Hornorkestur høvdu fyrr í vetur eina konsert saman í skúlanum við Ósánna. Tað var ein avbera góð konsert og felagsframførslurnar riggaðu væl. Og nú fara tey so at royna seg saman í Christianskirkjuni nú [...] Klaksvík: Jólakonsertin í Christianskirkjuni hevur í mong ár verið eitt av teimum vælumtóktu tiltøkunum upp undir jól. Kirkjan plagar at vera fullsett við fólki, sum fáa høvi at hoyra kór og hornorkestur [...] hornorkestur framføra kend jólaløg. Ymiskt hevur verið hvørji kór hava verið við, og í ár verða tvey kór við, sum ikki hava verið áður. Kvinnukórið Suð úr Klaksvík undir leiðslu av Steinvør Fonn fer at framføra
Føroyum og 6 vikur í Danmark. Gallsteinur:12 vikur í Føroyum og 8 vikur í Danmark Grá star: 11 vikurí Føroyum og 15 vikur í Danmark Eftirgjørd mjødn/knæ: 52 vikur í Føroyum og 10 vikur í Danmark Prostata: [...] Prostata: 9 vikur í Føroyum og 5 vikur í Danmark Æðraknútar10 vikur í Føroyum og 12 vikur í Danmark Skurðtøka av mandlum: 3 vikur í Føroyum og 12 vikur í Danmark Tølini skulu takast við fyrivarni, tí talan er [...] ambulanta viðgerð í nógv størri mun enn nú. Ambulant viðgerð er viðgerð, har sjúklingurin ikki verður innlagdur og tá ið nýggi bygningurin er liðugur, kann nógv viðgerð gerast ambulant, sum ikki kann gerast
18 børnum skulu vera í spælistovuni í senn í ein heilan dag. Men Sigrun sigur, at tey miða í móti at fáa talið niður á í mesta lagi 15. - Børnini verða bæði avleverað og avheintaði í spælistovuni henda dagin [...] mikið, at tað ikki fer at verða nakar trupulleiki fram yvir at koyra tey í gestarøkt. Sigrun greiðir eisini frá, at tey børnini sum eru í dagrøkt og skulu í skúla í summar, eisini skulu vera í spælistovuni [...] børnini eru í dagrøkt, hava tey ikki so nógvar javnaldrar at spæla við. Summi hava kanska ongan. So tað er gott fyri tey at fáa henda møguleikan, heldur Sigrun. Tað eru 120 børn í dagrøktarskipanini í dag, og
til, at løgtingsvalið er í hondum. - Men vit umhugsa tó okkurt annað viðvíkjandi politikarunum, sum eg ikki komi nærri inn á her og nú, sigur Ingeborg Vinther. Drúgvur fundur Í gjár, fríggjadagin, byrjaði [...] eisini er vitjan úr Danmark í samband við tryggingarviðurskifti og møguligari víðkan hesum viðvíkjandi, sum vit væntandi frætta nærri um eftir fundin. Fýra standa fyri vali í nevndini og skulu veljast fyri [...] húsagang, eru ógreið og virka illa. Ein trygdargrunnur er, ið ikki virkar væl. Hesi, og onnur viðurskifti, hevur Føroya Arbeiðarafelag gjørt vart við í brævi til avvarðandi landsstýrismenn og til politsku flokkarnar
tsbólkinum á Fólkatingi í kanningunum um uttanríkis- og verjupolitikin í Norðuratlantshavi. Tað var ikki heilt lítið. ið Norðuratlantsbólkurin setti sær fyri, tá hann vitjaði í Føroyum á kunningarferð [...] Gerner frá lærda háskúlanum í Aarhus verður við í hesum bólkinum. Henriette Berthelsen og Aviâja Helms skulu eisini luttaka í arbeiðinum um sosialu viðurskiftini hjá grønlendingum í Danmark. Og seinasta navnið [...] rskiftum í Norðuratlantshavi. Higartil eru bólkarnir vorðnir partvíst mannaðir við serfrøðingum. Gudmundur Alfredsson og Raoul Wallenberg, báðir frá lærda háskúlanum í Lund, skulu vera við í kanningini
VB skal møta HB í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta gjørdist greitt, tá vágbingar vunnu 2-0 á EB/Streymi í Vági sunnudagin. Ikki meira enn ein minuttur var leiktur, tá dómarin dømdi brotsspark [...] til VB. Robert Cieslewicz varð feldur uttalaga í brotsteiginum, meðan hann vendi ryggin til málið. Brotssparkið var sera óneyðugt, tí VB-framherjin stóð ikki í eini vandamiklari støðu júst tá. Pólverjin skeyt [...] málverjanum og í netið. Bert ein minuttur var á urinum, og VB hevði longu lagt seg framum. Nógvur vindur var í Vági henda dagin, og EB/Streymur hevði undanvind fyri steðgin. Hesum dugdu teir tó ikki at gera sær