Føroya Arbeiðarafelag telist millum tungvektararnar í føroyskum fakfelagslívið og aðalfundur felagsins hevur vanliga áhuga millum manna og millum politikarar.
Um vikuskiftið, fríggjadag og leygardag, hevur Føroya Arbeiðarafelag aðalfund. Á skránni eru vanligu innsløgini, so sum ársfrágreiðing, ársroknskapur, val av nevnd og eisini er vitjan úr Danmark í samband við tryggingarviðurskifti og møguligari víðkan hesum viðvíkjandi, sum vit væntandi frætta nærri um eftir fundin.
Fýra standa fyri vali í nevndini og skulu veljast fyri tvey ár. Ein hevur tikið seg úr nevndini í úrtíð og skal tí ein veljast fyri eitt ár eisini. Eisini verður val av næstformanni. Formansval verður næsta ár.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Okkurt haltar
Pensjónsviðurskifti verða væntandi eitt av høvuðsmálunum á fundinum, men serliga hava tryggingarviðurskifti áhuga, tí her virkar illa.
- Vanlukkutrygging og lívstrygging, har virkar illa og okkurt haltar, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
- Hesi viðurskiftini virka illa. Kemur ein arbeiðari illa fyri, so skal hann, umframt at stríðast við sjúku, til at stríða harða stríðið ímóti skipanini, ið er stirvin, sigur Ingeborg Vinther, og vísir til fesk dømi, ið hava verið frammi.
- Bæði viðvíkjandi útgjaldi og viðferð haltar á hesum økjunum, vísur Ingeborg Vinther á.
- Ein arbeiðari, ið kemur illa fyri, verður altíð fyri missi. Men eisini tey, ið vanliga arbeiða yvirtíð, ella nátt, fáa bert 80% av vanligari løn, sigur Ingeborg Vinther.
Eisini viðurskiftini, tá eitt virki fer á húsagang, eru ógreið og virka illa. Ein trygdargrunnur er, ið ikki virkar væl. Hesi, og onnur viðurskifti, hevur Føroya Arbeiðarafelag gjørt vart við í brævi til avvarðandi landsstýrismenn og til politsku flokkarnar.
<o:p></o:p>
Politisk mál
Sum vanligt, so verða væntandi ymisk av politisku arbeiðaramálunum eisini havd á lofti á aðarfundinum hjá FA.
Men tey fylla ikki so nógv hesaferð, tí sera nógv mál eru innkomin frá lokalfeløgunum til aðalfundin.
Ofta eru eisini politikarar við á aðalfundum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
- Eingin politikari er boðin við á aðalfundin hesaferð, sigur forkvinnan, og sipar til, at løgtingsvalið er í hondum.
- Men vit umhugsa tó okkurt annað viðvíkjandi politikarunum, sum eg ikki komi nærri inn á her og nú, sigur Ingeborg Vinther.
Drúgvur fundur
Í gjár, fríggjadagin, byrjaði aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag. Og fundurin heldur fram í dag, leygardag.
Forkvinnan, Ingebortg Vinther, væntaði undan fundinum ein góðan fund.
- Vit eru von við góðar og positivar fundir, sigur forkvinnan, sum tó ikki vildi nærri inn á, hvat hon sipaði til, tá hon mælti, at ymsar ætlanir eru viðvíkajndi politiska økinum.










