Barnaansing
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Dagrøktararnir hava nýtt spælistovuna í eina tíð nú, men týsmorgunin klokkan tíggju varð hon so alment tikin í nýtslu.
- Endamálið, við spælistovuni er, at dagrøktarar skulu fáa møguleika til at vera saman við arbeiðsfelagum og børnini saman við javnaldrum, sigur Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðari.
- Meðan børnini eru í dagrøkt, hava tey ikki so nógvar javnaldrar at spæla við. Summi hava kanska ongan. So tað er gott fyri tey at fáa henda møguleikan, heldur Sigrun.
Tað eru 120 børn í dagrøktarskipanini í dag, og 26 dagrøktarar. Ætlanin er, at umleið tríggir dagrøktarar saman við umleið 15 til 18 børnum skulu vera í spælistovuni í senn í ein heilan dag. Men Sigrun sigur, at tey miða í móti at fáa talið niður á í mesta lagi 15.
- Børnini verða bæði avleverað og avheintaði í spælistovuni henda dagin, greiðir Sigrun frá.
Hon sigur eisini, at dagrøktarskipanin hevur eitt sera veikt punkt. Og tað er, tá dagrøktarar gerast sjúkar.
- Tá fáa foreldrini bjóðað eitt gestarøktarpláss, men tey vilja illa taka av, tí børnunum leingist illa. Tey kenna ikki dagrøktaran, sum tey koma til. Tað er ein stórur trupulleiki. Og tann sjúka dagrøktarmamman hevur ofta ringa samvitsku, tí hon er vorðin sjúk ella skal hava frí. Og tað kann ikki vera rætt, greiðir Sigrun frá.
- Vónin er at tað við spælistovuni fer at eydnast at fáa børnini at kenna aðrar dagrøktarar so mikið, at tað ikki fer at verða nakar trupulleiki fram yvir at koyra tey í gestarøkt.
Sigrun greiðir eisini frá, at tey børnini sum eru í dagrøkt og skulu í skúla í summar, eisini skulu vera í spælistovuni týsdag fyrrapart frá nú av og til summarfrítíðina.
- Serliga hesi børnini hava ofta ongan javnaldra at spæla við í dagrøktini.
Serflutningurin hjá Klaksvíkar Kommunu koyrir hesi børnini til og frá spælistovuni.
- Dagrøktararnir lata væl at spælistovuni og tað smittar av á børnini, sigur Sigrun.
- Tað er eitt sindur einsligt at vera dagrøktari og so er tað gott at kunna koma út ein dag um vikuna og hitta aðrar. Tær fáa møguleika til at tosa saman. Tær royndu kunna geva teim minnu royndu ráð, heldur Sigrun.
- Og soleiðis kunnu tær deila royndir og styrkja hvørja aðra í teirra arbeiði.