Stoltenberg í hernað fyri Noðuratlantsbólkin


Bólkarnir, ið Norðuratlantsbólkurin hevur sett at greiða ymisk viðurskifti, hava nú fingið manning. Thorvald Stoltenberg er stjørnuskotið á einum væl mannaðum liðið av serfrøðingum


Politikkur

Thorvald Stoltenberg skal hjálpa Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi í kanningunum um uttanríkis- og verjupolitikin í Norðuratlantshavi.
Tað var ikki heilt lítið. ið Norðuratlantsbólkurin setti sær fyri, tá hann vitjaði í Føroyum á kunningarferð fyri kortum. Teir tríggir, Lars Emil Johansen, Kuupik Kleist og Tórbjørn Jacobsen, varamaður fyri Høgna Hoydal, settu út í kortið, at teir miðjaðu ímóti at seta altjóða serfrøðingar at arbeiða saman í verkætlanarbólkum, har evni við stórum týdningi fyri bæði Grønland og Føroyar skuldi viðgerast. Endin skuldi so vera, at ein ráðstevna skal haldast um úrslitið hjá hesum nevndum á leið um várið 2003.
Fýra bólkar verða settir, og hesir fáa hvør sín evni og arbeiðssetning at arrbeiða eftir. Uppgávurnar hjá bólkunum eru sum fylgir: At kanna og lýsa hernaðarliga virksemið í Grønlandi og Føroyum og búskaparligar fylgjur av herstøðunum, at lýsa fólkarættarligu støða og rættindi Føroya og Grønlands, at lýsa sosialu viðurskiftini hjá grønlendingum í Danmark, og at kanna møguleikarnar fyri bøttum ferðsluviðurskiftum í Norðuratlantshavi.
Higartil eru bólkarnir vorðnir partvíst mannaðir við serfrøðingum. Gudmundur Alfredsson og Raoul Wallenberg, báðir frá lærda háskúlanum í Lund, skulu vera við í kanningini um fólkarættaligu støðu Føroya og Grønlands. Eisini Peter Gerner frá lærda háskúlanum í Aarhus verður við í hesum bólkinum.
Henriette Berthelsen og Aviâja Helms skulu eisini luttaka í arbeiðinum um sosialu viðurskiftini hjá grønlendingum í Danmark.
Og seinasta navnið á listanum er sum sagt Thorvald Stoltenberg.

Ikki hvør sum helst
Norðuratlantsbólkurin fegnast um, at tað hevur eydnast teimum at finna hesi fólkini, ið teir meta vera væl fyri til at gera tað ásetta arbeiði. Ætlanin er, at tað, ið restar í av manning, verður funnið í nærmastu framtíð.
Tórbjørn Jacobsen, limur í Norðuratlantsbólkinum, fegnast um, at tað hevur eydnast bólkinum at fingið hendur á Thorvaldi Stoltenberg eins og hinum serfrøðingunum. Hann sigur, at teir enn bert hava samskift skrivligt. Hann hevur játtað at vera við, og hann hevur eisini fingið arbeiðssetningin, ið nevndin hevur at arbeiða eftir, sum varð lagdur fram, tá bólkurin vitjaði í Føroyum.
?Vit vilja hava fólk, ið kunnu geva bólkinum røttu tyngdina, og tað meta vit, at Thorvald Stoltenberg kann gera. Hann er ikki hvør sum helst, og hann hevur drúgvar royndir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Thorvald Stoltenberg er fyrrverandi uttanríkismálaráðharri og verjumálaráðharri í Noregi, fyrrverandi ST-friðarsemingsmaður, fyrrverandi ST-hákommisserur, og núverandi leiðari fyri Reyða Krossi í Noregi.
Tórbjørn Jacobsen upplýsir harafturat, at teir hava fleiri persónar í kikaranum, men teir hava ikki fingið endalig svør enn.