Heilsuverkið
? Vit hava bíðilistar, sum eru út av lagi á summum økjum. Men tá ið nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu, fer at stytta bíðilistar munandi og fara at gera viðurskiftini hjá sjúklingum nógv betri.
Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður. Og tí leggur hann so stóran dent á at nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verður klárur at taka í nýtslu, tá ið hann er liðugur, at hann er til reiðar at slíta samgonguna, hendir tað ikki.
Sjálvur er hann lækni og hann sigur, at nýggi bygningurin fer at lyfta heilsuverkið upp á eitt heilt annað støði.
?Tá fer tað at bera til at fara undir ambulanta viðgerð í nógv størri mun enn nú.
Ambulant viðgerð er viðgerð, har sjúklingurin ikki verður innlagdur og tá ið nýggi bygningurin er liðugur, kann nógv viðgerð gerast ambulant, sum ikki kann gerast ambulant nú.
Hann sigur sostatt at nýggi bygningurin er tað størsta einstaka tiltakið, sum kann gerast fyri at stytta bíðilistarnar, sum eru upp í eitt heilt ár á summum økjum.
Og tað treingir harðliga til, sigur Jenis av Rana, tí bíðilistarnir í Føroyum er ógvuliga langir á summum økjum.
Hann sigur, at fyri knøppum ári síðani spurdi hann landsstýrismannin í heilsumálum um bíðilistarnir og teir eru neyvan broyttir síðani tá.
Bíðilistar verða mangan brúktir sum eitt amboð at máta støðið í heilsuverkinum.
Ein samanbering av bíðitíðunum í tí føroyska og danska sjúkrahúsverkinum av nøkrum vanligum skurðviðgerðum sær soleiðis út at, hvat diskusprolaps viðvíkur, er bíðitíðin 23 vikurí Føroyum og 6 vikur í Danmark.
Gallsteinur:12 vikur í Føroyum og 8 vikur í Danmark
Grá star: 11 vikurí Føroyum og 15 vikur í Danmark
Eftirgjørd mjødn/knæ: 52 vikur í Føroyum og 10 vikur í Danmark
Prostata: 9 vikur í Føroyum og 5 vikur í Danmark
Æðraknútar10 vikur í Føroyum og 12 vikur í Danmark
Skurðtøka av mandlum: 3 vikur í Føroyum og 12 vikur í Danmark
Tølini skulu takast við fyrivarni, tí talan er um miðaltøl, og tí kunnu sjúklingar bæði bíða longri og styttri, treytað av, hvussu sjúklingarnir eru fyri. Haraftrat eru tølini fyri Danmark galdandi fyri tey sjúkrahúsini, sum hava styttst bíðitíð. Av tí at frítt sjúkrahúsval er sett í gildi, merkir hetta, at danir frítt kunnu velja tað sjúkrahúsið í landinum, sum hevur styttst bíðitíð. Hetta merkir tó ikki, at sjúklingarnir altíð velja hesi sjúkrahúsini, m.a. tí at teir sjálvir skulu gjalda ferðakostnað.