Tað er skopuningurin Eynar Martin Kjærbo, sum er blivin bóndi her í bygdini, ið hevur tikið stig til hettar tiltak, tað skal hann hava tøkk fyri, tí eitt slíkt tiltak skapar nakað, tað setur lív í har dekan og deydligt er framman undan.
Hann hevur, síðan hann kom í bygdina, lagt seg eftir at fáa betri seyð við at gera betri við seyðin, og har eru møguleikarnir so ymiskir. At fáa menn at koma til eina slíka sýning ger eisini sítt til, at hugsað verður meira um at fáa góðar og vakrar brundir. Tað er nakað av fyrireikingararbeiði til at fáa eitt slíkt tiltak upp at standa, men hann hevur havt gott fólk at hjálpa sær, og tá er tað mikið lættari. Sigast má, at væl varð fyrireikað. Sýningin var í gamla fiskahúsinum við bátahylin, har vóru krubbur uppsettar, sum seyðirnir gingu í, og borð við smurdum breyði og køkum, kaffi og the, til tey at fáa sær, sum vildu hava ein heitan munn. Tað vóru ikki einans eigarar av brundseyðum, sum møttir vóru, áskoðarir vóru í hópatali úr øllum bygdunum, og ikki sørt av konufólki. Tú sá við tað sama, tú nærkaðist plássinum, at nógv fólk var til sýningina, tí uttanfyri stóðu millum 30 og 40 bilar umframt traktorar, tað var sum tá grind hevur lagt beinini á oynni.
Einki er av ivast í, at ein seyðasýning, sum hendan, hevur alstóran týdning fyri seyðahaldið, hon ger, at menn leggja sær nær til at sleppa teim vakrastu brundunum og gimburlondunum, tá hagreiðast skal og hagin verður avgjørdur um heystið. Brundseyðirnir vóru 63 í tali, og vardi sýningin frá kl. 10.00 til út á seinrapartin, tá høvdu eigararnir fingið at vita, hvat sýnsmennirnir meintu um teirra seyð.
Sigast má, at tiltakið eydnaðist væl í allar mátar. Men vit sum tilkomin eru í dag og minnast neytaframsýningarnar, sum vóru undan og undir krígnum, vit saknaðu tann gleimin, ið mangan var aftaná á sýningarnar, tá premiurnar vóru útbýttar. Tey sum ikki fingu ta premiuna, tey høvdu væntað sær at fáa, vóru alt annað enn blíð. Og harðligur orðadráttur var mangan millum bæði mann og kvinnu, og ikki at tala um tey forhánisligu orð, sum fullu um skrivstovumenn úr Havn, sum dittaðu sær at koma suður at siga fólki, hvussu ein kúgv skuldi síggja út. Tann gamla sjarman er farin, sum so mangt annað.