ára gamal. Rossi gjøtdist við seks málum toppskorari við HM í 1982, tá hann eisini varð kosin besti spælarin. Sama árið varð hann eisini kosin sum besti spælari í Evropa. Italia vann finaluna í 1982 við [...] einkjan, Federica Cappelletti, kom heim til hús teirra í býnum Bucine í Toscana eftir jarðarferðina, sá hon, at innbrot hevði verið. Sambært Federica Cappelletti eru fleiri viðrismiklir lutir stolnir. Málið [...] hevði sín leiklut í báðum málunum, tá Italia vann 2-0 á Póllandi í hálvfinaluni. Tilsamans skoraði hann 20 mál fyri Gli Azzuri (Teir Bláu), sum italska landsliðið kallast. Rossi náddi at umboða fleiri italsk
Suðuroynna og Skip, verður neyðugt við einum skipið, sum er nakað størri enn Teistin, leggur hann afturat. Hann sær fyri sær, at Teistin hevði verið noyddur at avlýsa rættiliga ofta, og avleiðingin av tí [...] ætlan, Strandferðskan arbeiðir við. Hilmar Eliasen sigur, at á pappírinum letur tað seg væl gera, men hann væntat ikki, at hetta letur seg gera í veruleikanum. – Vit leggja stóran dent á, at tað skal vera [...] vera makligt hjá ferðafólki at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni, og eg má siga, at tá ið hann liggur við vindi eystaneftir, er Teistin eitt øgiliga lítið skip at fara um Suðuroyarfjørð við, sigur Hilmar
um 51 ára gomlu Hanne L. Olsen úr Roskilde. Hanne hevur spælt badminton í meira enn 30 ár, og hevur góðar royndir við at byggja upp og leiða ítróttartilboð fyri ung. Harafturat hevur Hanne, saman við sínum [...] sínum hjálparvenjarum, vunnið ymiskar heiðurslønir fyri síni avrik. Hanne er útbúgvin socialpædagog, konfliktcoach og fitness instruktør. Nápur er eitt ungt felag og bleiv stovnað í 2015 og var tá fyrsta [...] hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Nevndin vónar tí, at tað undirtøkan verður ein eins góð nú, sum hon var í 2015. Nápur byrjar tí aftur at hava skipaðar venjingar fyri børn og ung í aldrinum 10-14 ár.
- Nú liggur tað á Hr. Johnson. Hann heldur í framtíðini hjá øllum borgarum í Stórabretlandi og hjá øllum ES borgarum í Stórabretlandi, segði Xavier Bettel, meðan hann stóð einsamallur við tveir røðarapallar [...] Javier Bettel, forsætisráðharri í Luxemburg, slapp at halda tíðindafund einsamallur í dag, eftir at hann hevði sitið og fundast við Boris Johnson, forsætirsráðharra í Stórabretlandi, um Brexit. Tá teir báðir [...] røðarapallar. - Lat meg vera greiðan enn einaferð. Ein longd freist er bert ein møguleiki, um hon tænir einum endamáli. Vit fara ikki at leingja frestina bert fyri aftur at leingja freistina, segði Xavier Bettel
verður hon nú selt fyri milliónir. Hetta er bert aðru ferð í søguni, at ein mynd av Billy the Kid verður góðkend av serfrøðini og søgd at vera ektað. Myndin vísir friðleysa unga mannin, meðan hann í 1877 [...] undir Lincoln County War í 1878. Pat Garrett, sheriffur, sigst hava fangað Billy, helst tí hann visti hvar hann fjaldi seg, tí teir báðir kendust frá gomlum døgum. Garrett var í einum kamari á garðinum [...] og Henry Brown. Á myndini er Billy the Kid í hvítari skjúrtu, svørtum vesti og undir høgum hatti. Hann hyggur at kortum sínum, og á borðinum stendur ein brennivínsfløska. Myndin er tikin um tað mundið
í heilsumálum. Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið hann greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur við at geva ymsum sjúklingum eitt gott tilboð um endurvenjing. Landsstýrismaðurin [...] heilanum. Annars sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at hann fer í samráð við sjúkrahúsverkið um at fáa lýst, hvussu játtanin kann verða nýtt soleiðis, at hon kemur flest sjúklingum best til gagns. – Bæði á [...] Annars er ein lítil hylur á gamla Landssjúkrahúsinum, sum er væl hóskandi til einstaklingar, men hann er lítil til bólkar av sjúklingum. Hinvegin er ætlanin at skipa fleiri endurvenjingartilboð á teimum
norðmanninum. Tað er Eyðun Jacobsen, ið er stigtakari til fløguna, og greiðir hann frá, at hetta er ein verkætlan, ið hann leingi hevur havt í huga. - Aage Samuelsen er ein dýrgripur. Sangirnir hjá honum [...] ein mangulvøra, sigur Eyðun Jacobsen og leggur afturat. Eftir at spurt seg fyri hjá øðrum varnaðist hann, at stór undirtøkan var fyri eini slíkari fløgu og er skjøtul nú sett á verkætlanina. - Eg vænti tað [...] tað verða 16 sangir á fløguni, ið verða framførdir av 16 ymiskum sangarum og bólkum og at hon verður liðug fyrst í 2019, sigur Eyðun Jacobsen. Tónleikurin verður spældir inn í USA í oktober, meðan røddirnar
einaferð ein kongur. Ein dagin hugdi hann runt í kongaríki sínum, hann hugsaði og hugsaði, hvussu fái eg hetta kongaríkið enn betri, tryggari og effektivari? Hann sá, at hansara soldatar fingu gjørt hetta [...] NÓGV ÁR til hesa servenjing? Kongur lovaði, at brúktu teir hesu áleið 7 árini til servenjingina, fór hann at løna teimum eina einastandandi góða løn afturfyri. Teir játtaðu hervið. - - - Kongaríkið Føroyar [...] r og námsfrøðingar. Skúlaárini telja knapt 7ár. Lønin, sama landið lønir, er ikki einastandi góð, hon er lítið hægri, enn lønin teir soldatar, ið ikki eru servandir fáa. Hvussu í allari víðastu verð, kann
við Sandin verður flutt til Miðstovu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, skrivar Marjus Dam. Hann sigur við Norðlýsið, at hann er ikki sørt skelkaður av ætlanunum at flyta úr framúr væl egnaðu hølunum í miðbýnum [...] ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum, at flyta Kommunlækna viðtaluna í Klaksvík inn á Norðoya Røtarheim. Hann váttar at nevndin hevur viðgjørt málið og ein samd nevnd mælir harðliga frá at gjøgnumføra ætlanirnar [...] Norðoyggjum ella Kommunulæknafelag Føroya eru spurdir til ráðs og meta vit hetta verða sera óheppi, sigur hann. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur eisini sett spurnartekin við ætlanirnar og spyr, um ikki
Jóan Símun Edmundsson verður tøkur til dystin fríggjadagin. Hann fekk ein umstríddan alboga í nøsina í landsdystinum móti Andorra, har hann eftirfylgjandi fekk gult kort fyri at tveita seg. OB skrivar [...] um Jóan Símun Edmundsson verður tøkur til dystin. Hann hevur verið hjá lækna fyrr í vikuni, men tá bar ikki til at staðfesta um nøsin er brotin, tí hon var so hovin. Toftamaðurin hevur trupult við at anda [...] torført í seinastuni. Millum annað hevur Hallur Hansson ikki vunnið í ellivu teimum seinastu dystunum hann hevur spælt. - Ja, eg má viðganga, at tað hevur verið trupul tíð í Horsens í seinastuni, men hartil