Gera fløgu við sangum hjá Aage Samuelsen

Nógvir av hansara sangum er týddir til føroyskt, men eru aldrin givnir út á fløgu, sigur Eyðun Jacobsen

31 ár aftaná, at norski sangarin og lagskrivarin Aage Samuelsen fór frá foldum, eru føroyingar nú farnir í holt við at gera eina fløgu við sangunum hjá norðmanninum.


Tað er Eyðun Jacobsen, ið er stigtakari til fløguna, og greiðir hann frá, at hetta er ein verkætlan, ið hann leingi hevur havt í huga.


- Aage Samuelsen er ein dýrgripur. Sangirnir hjá honum eru gamlir, populerir og fólkakærir. Nógvir av hansara sangum er týddir til føroyskt, men eru aldrin givnir út á fløgu. Mær hevur altíð dámt so væl sangirnar hjá Aage, tí tekstirnir eru so erligir og hava nakað gott at bera. Nú brenni eg fyri evangeliinum, og eg haldi tað er gott at fáa slíkar sangir, tí tað er ein mangulvøra, sigur Eyðun Jacobsen og leggur afturat.


Eftir at spurt seg fyri hjá øðrum varnaðist hann, at stór undirtøkan var fyri eini slíkari fløgu og er skjøtul nú sett á verkætlanina.


- Eg vænti tað verða 16 sangir á fløguni, ið verða framførdir av 16 ymiskum sangarum og bólkum og at hon verður liðug fyrst í 2019, sigur Eyðun Jacobsen.


Tónleikurin verður spældir inn í USA í oktober, meðan røddirnar verða upptiknar seinni í Føroyum, greiðir Eyðun Jacobsen frá.


Tey sum fara at syngja á fløguni eru Oasubrøður, Heine Lützen, Bill Justinussen, Kvartettin í Betesda, The Gadders, Petur Hans Hansen, John Kári Jacobsen, Magnus Poulsen, Oddbjørg Poulsen, Eyðun Jacobsen, Magni Christiansen, Andreas Hvannastein, Kafébólkurin í Betesda, Zamar, Lisa Frederiksberg og Terje B Vestergaard.