Kommunulæknafelagið: Flytið ikki læknaviðtaluna

Kommunulæknafelagið mælir harðliga frá at flyta kommunulæknaviðtaluna í Klaksvík

 

Sirið Stenberg hevur ætlanir um at byggja Klaksvíkar kommunu nýggjan heilsudepil í Klaksvík. Hetta skal gerast við at umbyggja part av Røktarheiminum til millum annað læknaviðtalur. Síðani skulu kommunulæknarnir flyta úr Læknamiðstøðini og í nýggja heilsudepilin.

 

Kommunulæknarnir í Klaksvík hava mótmælt ætlanunum, bæði í lesarabrævi og í Kringvarpi Føroya, men mótmælini tykjast ikki at rína við hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.

 

Nú mælir Kommunulæknafelagið eisini frá broytingunum. Norðlýsið hevur spurt Marjus Dam, formann í Kommunulæknafelag Føroya, um felagið hevði viðgjørt ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum, at flyta Kommunlækna viðtaluna í Klaksvík inn á Norðoya Røtarheim. Hann váttar at nevndin hevur viðgjørt málið og ein samd nevnd mælir harðliga frá at gjøgnumføra ætlanirnar.

- Í brævinum, sum vit hava sent landsstýriskvinnuni, mæla vit harðliga frá, at Heilsumiðstøðin við Sandin verður flutt til Miðstovu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, skrivar Marjus Dam.

 

Hann sigur við Norðlýsið, at hann er ikki sørt skelkaður av ætlanunum at flyta úr framúr væl egnaðu hølunum í miðbýnum, inn í ein gamlan bygning, ið als ikki er gjørdur til nútíðar kommunulækna virksemi.

 

- Hvørki kommunulæknarnir í Norðoyggjum ella Kommunulæknafelag Føroya eru spurdir til ráðs og meta vit hetta verða sera óheppi, sigur hann.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur eisini sett spurnartekin við ætlanirnar og spyr, um ikki hesar 15 milliónirnar høvdu komið betri við onkra aðrastaðni, til dømis hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon heldur eisini tað vera ørskapur, at flyta læknarnar í Røktarheimið og síðani flyta røktarheimið yvir í Læknamiðstøðina.

 

Les viðmerkingar hennara her.