Nú verður nógv meiri virksemi á smáu sjúkrahúsunum

Nú verða nógv fleiri viðgerður, bæði á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Nú Landssjúkrahúsið verður bygt út við einum spildurnýggjum bygningi, verður ikki pláss fyri einum hyli við heitum vatni til endurvenjingar av ymsum slagi.

Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið hann greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur við at geva ymsum sjúklingum eitt gott tilboð um endurvenjing.

Landsstýrismaðurin sigur, at nú er avgerð tikin um, hvat allur tann nýggi bygningurin skal brúkast til, og har er eingin heitur hylur. Annars er ein lítil hylur á gamla Landssjúkrahúsinum, sum er væl hóskandi til einstaklingar, men hann er lítil til bólkar av sjúklingum.

Hinvegin er ætlanin at skipa fleiri endurvenjingartilboð á teimum smærru sjúkrahúsunum. Tað, sum ætlanin er at seta í verk í heyst, er:

– Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið – Endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi

– Endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum

– Endurvenjing til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi

Harumframt er ætlanin at stovna eitt tilboð í sjúkrahúsverkinum við talivenjing til fólk sum hava havt heilabløðing, ella blóðpropp í heilanum.

Annars sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at hann fer í samráð við sjúkrahúsverkið um at fáa lýst, hvussu játtanin kann verða nýtt soleiðis, at hon kemur flest sjúklingum best til gagns.

– Bæði á Suðuroyar sjúkrahúsi, og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru góðir hylur við heitum vatni, og teir verða nógv brúktir, og skulu eisini brúkast til nýggju tilboðini, sigur landsstýrismaðurin.