Slepti tíðindafund eftir mótmæli

Javier Bettel, forsætisráðharri í Luxemburg, slapp at halda tíðindafund einsamallur í dag, eftir at hann hevði sitið og fundast við Boris Johnson, forsætirsráðharra í Stórabretlandi, um Brexit.

Tá teir báðir Boris Johnson og Javier Bettel komu út at hava tíðindafund, var mótmælt harðliga frá mannamúgvuni uttan fyri portrið, og Boris Johnson valdi at trekkja seg og lata Bettel standa fyri tíðindafundinum einsammalur.

- Nú liggur tað á Hr. Johnson. Hann heldur í framtíðini hjá øllum borgarum í Stórabretlandi og hjá øllum ES borgarum í Stórabretlandi, segði Xavier Bettel, meðan hann stóð einsamallur við tveir røðarapallar.

- Lat meg vera greiðan enn einaferð. Ein longd freist er bert ein møguleiki, um hon tænir einum endamáli. Vit fara ikki at leingja frestina bert fyri aftur at leingja freistina, segði Xavier Bettel og legði aftrat, at ein stjórn í Stórabretlandi hevur longu góðtikið avtaluna hjá ES, tá Theresa May sat sum forsætisráðharri.

Boris Johnson hevur eisini fundast við Jean-Claude Juncker, forseta í Evropa kommissiónini, og Michel Barnier, Brexit samráðingarleiðara hjá ES.

Boris Johnson segði tó seinni við BBC, at hann helt, at framgongd var at síggja í samráðingunum, men at tað var kortini neyðugt, at ES slepti ætlanunum um eitt írskt "backstop", sum tað verður kallað, ið eftir ætlan skal virka soleiðis, at Norðurírland framvegis verður rikið eftir ES reglum, soleiðis at markarforðingar ikki vera til Írland fyri sunnan.

At enda legði Boris Johnson aftrat, at Stórabretland tekur seg úr ES 31. oktober, við ella uttan avtalu.