Mynd av kenda skammbyrsumanninum Billy the Kid er komin undan kavi, og á uppboðssølu verður hon nú selt fyri milliónir.
Hetta er bert aðru ferð í søguni, at ein mynd av Billy the Kid verður góðkend av serfrøðini og søgd at vera ektað.
Myndin vísir friðleysa unga mannin, meðan hann í 1877 spælir kort við monnum úr sínum harkaliði.
Myndin verður nú seld á uppboðssølu fyri eina millión dollarar, ella seks milliónir danskar krónur.
Myndin, hin næsta í søguni, sum verður søgd at vera ektað, vísir 18 ára gamla Billy við borgarliga navninum William H. Bonney, saman við Richard Brewer, Fred Waite og Henry Brown.
Á myndini er Billy the Kid í hvítari skjúrtu, svørtum vesti og undir høgum hatti. Hann hyggur at kortum sínum, og á borðinum stendur ein brennivínsfløska. Myndin er tikin um tað mundið, tá Billy the Kid var eftirlýstur fyri morðið á ein smið í Arizona.
Søgufrøðingar halda, at Billy the Kid myrdi sjey menn undir Lincoln County War í 1878.
Pat Garrett, sheriffur, sigst hava fangað Billy, helst tí hann visti hvar hann fjaldi seg, tí teir báðir kendust frá gomlum døgum. Garrett var í einum kamari á garðinum, har Billy helt til. Tá Billy kom til hús á kvøldi, var Garrett til reiðar, og Billy doyði av tveimum skotum, ið Garret lat av. Soleiðis lýsir Garrett í øllum førum sjálvur hendingina í sjálvævisøgu síni.
Uppboðssølan av ráru myndini verður í morgin í Texas.