Fríggjadagin byrjar endaspælið í bestu deildini í Danmark. AC Horsens og OB, sum hava ávikavist Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson í hópinum, eru í bólki eitt, har spælt verður um at sleppa undan niðurflyting, og einum møguleika at spæla um eitt av plássunum í Evropa.
Tað er ivasamt, um Jóan Símun Edmundsson verður tøkur til dystin fríggjadagin. Hann fekk ein umstríddan alboga í nøsina í landsdystinum móti Andorra, har hann eftirfylgjandi fekk gult kort fyri at tveita seg.
OB skrivar nú, at tað er ivasamt um Jóan Símun Edmundsson verður tøkur til dystin. Hann hevur verið hjá lækna fyrr í vikuni, men tá bar ikki til at staðfesta um nøsin er brotin, tí hon var so hovin. Toftamaðurin hevur trupult við at anda gjøgnum nøsina í løtuni.
Hallur Hansson er tøkur fyri AC Horsens, sum hevur havt tað nakað torført í seinastuni. Millum annað hevur Hallur Hansson ikki vunnið í ellivu teimum seinastu dystunum hann hevur spælt.
- Ja, eg má viðganga, at tað hevur verið trupul tíð í Horsens í seinastuni, men hartil skal sigast, at Horsens vann á AaB, men tá var eg ikki við. Tað ætli eg mær at broyta móti OB, og teimum havi eg skorað ímóti seinastu tvær ferðirnar, segði Hallur Hansson við ÍtróttarSosialin mánadagin.
Umframt AC Horsen og OB, so eru Randers FC og Esbjerg í bólki eitt í endaspælinum. Dysturin byrjar klokkan 16 fríggjadagin og verður millum annað vístur á TV3 Sport 1.