Mentamálum. Aldurin og geografiskur uppruni er irrelevantur í hesum sambandi, men tað at skriva almenn brøv á heimateldu uttan dato, journalnummari ella brævhøvdi í so álvarsligum máli er ikki irrelevant í hesum [...] um, ið eiga at verða afturvístar uppá tað kraftigasta. Og hervið verða tað. Sosialurin leggur dent á í sínari journalistiskari viðgerð at lýsa mál frá øllum síðum, soleiðis, sum eisini hevur verið gjørt [...] oddagreinir ikki hava persónsnavn undir er vanligt. Tað øvuga er undantakið um allan heim. Sosialurin, Dimmalætting og nú eisini Fregnir hava ikki navn undir oddagreinunum, og kenna vit eisini hetta frá flest øllum
sýna fram sínar tænastur fyri altjóða marknaðinum ? á heimavølli. Og á henda hátt í størri mun kunna um Føroyar og tær fjøltáttaðu vit kunnu veita á hesum øki. Áhugavert er tað eisini, at okkara nýggja [...] um ferðafólk og farm. Sosialurin verður eisini við á fiskivinnustevnuni við egnum bási.Vit halda tað hevur týdning fyri allar partar, at fjølmiðlar eru á staðnum alla tíðina og ikki bara koma fyri síðani [...] síðani at rýma aftur. Vit fara at gera okkara til at dekka fiskivinnustevnuna í blaðnum og á netinum alla vikuna og vilja vit við hesum ynskja øllum eina góða fiskivinnustevnu. Sosialurin
og eisini hinum stóra blaðnum, Dimmalætting og annars lokalu miðlunum roynt at varpa út og skriva bæði undan og frá sjálvum tiltøkunum. Taka vit onnur lond og aðrar tjóðir á somu stødd sum vit ella entá [...] entá nógv størri, so fylla hvørki tiltøkini sjálv ella miðlavirksemi nær námind tað sama sum her á klettunum úti í Atlantshavi. Í øllum lívsins viðurskiftum er setningurin hjá okkum øllum at arbeiða við at [...] vinnu og frítíð og undirhald. Hesa ársins tíðina er, sum omanfyri nevnt, nógv fólkalív og undirhald á skránni, og tað fyllir sum vera man nógv. Avbjóðingin hjá okkum í miðlunum er at vera við, men samtundis
Hon kemur so til eitt annað úrslit enn tær undanfarnu, sum Sosialurin og Dimmalætting hava latið ávikavist Fynd og Gallup gera. Stóra broytingin er nú tann, at Tjóðveldi gongur aftur og missir tvey tingfólk [...] áhugavert at bíta merki í, at smærri flokkarnir ota seg fram, og harvið kunnu teir eisini gerast tungan á vágskálini, tá samgonga skal setast saman næstu vikurnar. ABC fær eftir hesi kanningini 22 tingfólk
ongantíð at taka sínar egnu borgarar av døgum. Tað var tí eisini hugaligt, tá oddagreinskrivarin á Dimmalætting herfyri tók í egnan barm og viðgekk, at hann hevði mistikið seg, tá hann í oddagrein skrivaði [...] um, at almenna orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesum hendingum nú eisini hevur fingið formannin í landsins størsta flokki at draga í land eins og blaðstjórin á Dimmu gjørdi tað. Eftir stendur so bara paradoksið [...] sum ella er eitt paradoks, ein mótsetningur, tí antin er tú fyri ella ímóti deyðastraffi. Vit hava á hesum stað gjøgnum mong ár gjørt okkara støðu púra greiða í hesum máli og vilja bara staðfesta hana
við, at landsstýrismaðurin verður politiskt ábyrgdaður fyri støðu á einum almennum stovni, soleiðis, sum henda støða er lýst í Dimmalætting. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at Jenis uttan víðari hevur góðtikið [...] m. Hann leggur afturat, at hann tekur misálitið frá Jensi í størsta álvara og fer at viðgera hetta á røttum staði. Vit fara ikki her djúpari inn í málið um herferðina móti Landssjúkrahúsinum, hetta evnið [...] samgonguni at dragast við. Fyri hvørja ferð samgongulimur ber seg at sum í hesum føri Jenis, minkar áltið á sitandi samgongu millum manna. Her skal vaskast upp og niður, um ikki alt álit skal vera fokið áðrenn
síðani, eru fleiri ítøkiligar ætlanir um samstarv og samanlegging vornar til veruleika. Eitt nú á vinnuøkinum og á mentanarøkinum. Miðlahúsið vil fegið fylgja við í hesum økinum. Tað hava vit roynt at gera [...] alla staðni frá, og møguleiki er at senda alla tíðina. Tað er í hesum sambandinum – við blaðnum, netinum og útvarpinum – at vit nú bjóða okkum fram í Norðoyggjum. Vit kenna hetta sum spennandi avbjóðing [...] virkið og skúlað, og sum hevur hug og áræði at fáast við hetta slagið av arbeiði, og sum hevur fingurin á pulsinum í økinum, sum tað verður arbeitt í. Fleiri av okkara fremstu journalistum hava havt og hava
miðlapallar. Dømi um hetta er sera virkni leikluturin á internetinum. Hetta árið fer so at avdúka, hvørjum øðrum pallum vit halda okkum til at virka á. Eitt stendur rimmarfast: frá at vera vorðin sera sjónlig [...] útbygda rullandi miðlabilaredakatión tryggja. Á 70 ára degnum høvdu vit ynski um at fáa fleiri skúlað tíðindafólk. Hetta er framvegis okkara ynski. Og vit heita á myndugleikarnar um at vera við til at skapa [...] upplýsandi tilfari. Tað var tó ikki bara sum at siga tað at geva bløð út í Føroyum við undantaki av Dimmalætting, sum var blaðið hjá flest øllum føroyingum. Tíðirnar broyttust og bert teimum bløðum, sum tóku
profilering av einum av samgonguflokkunum, sum í longri tíð ikki hevur verið so heppin og sjónligur á politiska pallinum. Hóast tað er sum tingformaður, at Edmund Joensen leggur uppskot fram, so kemst ikki [...] er týðandi partur av flokkinum. Eitt úrslit av hesum kann gerast, sum eisini veljarakanning hjá Dimmalætting vísir, at stóri vinnarin til eitt komandi val verður Sambandsflokkurin. Hann gongur undan at fáa [...] førir fram, eisini er í tráð við politisku hugsaninar hjá fyrrverandi sambandshøvdinganum. Nógv bendir á, at tað verður Sambandsflokkurin, sum eftir valið, fer at leiða samráðingar um at skipa eitt landsstýri
eftirtíðina. Ì dag viðger rætturin í Bagdad hópmorðini á kurdar. Eitt sera týdningarmikið mál at fáa umrøtt og lýst, og sum amerikanarar við Romsfeld á odda valdu at venda blinda eygað til og eftir hesa [...] Tað kom tí ómetaliga dátt við, tá Dimmalætting í oddagrein í gjár rør framundir, at best hevði verið um Saddam hevði verið skotin uttan rættarsøk. Blaðið skrivar m.a.: ”Nógv hampafólk í Vesturevropa munnu [...] verður dripin – hann hevði ikki betur uppiborið, og fleiri av okkum munnu kanska eisini ilskast inn á, at tað ikki hvepti í onkrum peikifingri, tá Saddam varð tikin til fanga, tí um hann tá hevði verið